Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 14 Sosialurin Kjak Greinin er skipað soleiðis, at fólk fáa ta fatan, at vit skulu hava 3 javnsett smá sjúkrahús. Ført verður fram: ”Sund­heds­ styrelsen hevur enn einaferð hildið tað verið neyðugt at minna á, at vit bert hava 3 smá sjúkrahús í Føroyum”. Hetta byggir á fyri­spurn­ ing til Sund­heds­ styrelsen um rapport: ”Styrket akut beredskab-planlægnings­ grund­lag for det regionale sundhedsvæsen.” Í Danmark verður í dag arbeitt í regiónum, har fólkatalið er um eina millión. Tá vit í Føroyum eru undir 50.000 fólk, kunnu vit ikki beinleiðis brúka leið­reglur fyri danskar región­ir. At snara hesum til, at Sund­ hedsstyrelsen hevur enn eina­ ferð hildið tað vera neyð­ugt at minna á, at vit bert hava 3 smá sjúkra­hús í Føroy­um, tað má vera at villeiða fólk. Her má orðingin vera snarað eini 180 stig, so fólk fáa eina skeiva fatan av veruleikanum. Í Danmark verða í dag gjørdar stórar broytingar á sjúkrahúsøkinum. Meir og meir verður savnað á teimum stóru sjúkhúsunum, og hetta verður gjørt, fyri at samlaði raksturin skal verða bíligari, samstundis sum góðskan av kanningum og viðgerð skal hækka. Tey smáu sjúkhúsini verða heilsudeplar ella líknandi. Skuldu vit spart sum í Danmark, svarar tað til um leið 50 mill. kr. í rakstri um árið. Sjúkrahúsverkið er dýrt, og verður dýrari og dýrari um ikki raðfest verður við skili. Kostnaðurin at senda sjúklingar av landinum, og at fáa konsulentar til Føroya, veksur og veksur, og hesir pengar hvørva úr føroyska búskapinum. Vit hava havt Lands­ sjúkrahúsið sum megin­ sjúkra­hús í eini fjøruti ár, og frægast at gera er at út­ byggja Landssjúkrahúsið eftir førimuni. Nevnda grein tykist vera verju­røða fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Størsti parturin snýr seg um skaða­stovu­ virksemi; men alt druknar í ábreiðslum, serliga móti Lands­ sjúkra­húsinum og læknunum har, og síðani móti Kringvarpinum, tí tíðinda­ flutningurin ikki hóvar teimum í Klaksvík. Hetta gevur ikki tann besta gróðrar­ botnin fyri tí eftirlýsta góða samstarvinum. Aksel Johannesen er farin í starvið sum fíggjar­ málaráðharri og er komin á ovastu rók í javnaðar­ flokkinum. Tí hevði verið gott, um vit sóu, hvørja kós javnaðarflokkurin hevur á heilsuøkinum, og hvat John Johannesen hevur at miða seg eftir sum nýggjur heilsumálaráðharri. Óli Mikkelsen lækni Trý smá sjúkhús Gunvá við Keldu Borgarstjóri Tað er hugstoytt at lesa og hoyra tann skeiva tíðinda­ flutning um Føroyagrunnin, sum bæði miðlarnir og ávísir løgtingslimir føra fram og soleiðis royna at skaða Norðoyggjar og tað vinnuliga virksemi, sum her er. Seinastu dagarnar hevur verið ávíst alment kjak, sum byrjaði við, at tveir løg­tings­ limir kritiseraðu nakrar íløg­ur í fiskiskip, sum Norð­oya Íløgu­ felag fyri stuttum gjørdi. Kritikkurin, sum hesir miðl­ ar borðreiða við, gong­ur út uppá, at Norðoya Íløgu­felag, sum Føroya­grunnurin frá 1971 eigur og rekur, er eitt kapp­ing­ ar­­av­lag­andi element í vinn­uni, tí felagið er fíggjað við almenn­ um pengum, verður sagt. Hetta er beinleiðis skeivt, og tí henda rættleiðing. Virðini skapt í Klaksvík Føroyagrunnurin frá 1971 er skaptur við aktivum og virksemi í og úr Klaksvík við ongari krónu úr lands­ kassanum. Grunnurin varð grund­ lagdur av aktivum úr Kjølbro fyritøkuni, har danski tjóð­ bankin í síni tíð kom við likviditeti, tí hóttafall var í fyritøkuni. Seinni varð avgjørt at kon­vertera kapi­tal­ in til partapening, hetta var eftir, at fyritøkan fótaði sær aftur, og Føroya­grunn­urin frá 1971 varð stovnsettur. Sostatt er hetta ikki nakar grunnur, sum før­ oyski landskassin hevur nakr­an sum helst lut í, og tí ikki føroyskur almennur kapitalur, men virðir, sum eru skapt við hørðum arbeiði í og út frá Klaksvík. Framvegis líka ósatt hóast fleiri endurtøkur Tað er tíverri ofta so, tá ið tíðindi koma skeivt fyri í miðlunum, at tað er sera torført at fáa hesi at venda rætt aftur, tí tað fyrsta, sum kemur fram, situr ofta sera fast í minninum hjá fólki. Enn verri er, tá ið skeiv­ leikar verða endurtiknir fleiri ferðir í miðlunum, so­ leiðis sum vit eru vitni til í sambandi við hetta málið um Norðoya Íløgufelag, tí eg síggi nú, at somu politikarar og onnur aftrat teimum nú endurtaka somu ósannindi. At endurtaka ein skeivleika ger hann ikki rættari, og eg kann bara undirstrikað, at Føroyagrunnurin frá 1971 er skaptur út frá, við og av aktivum úr Klaksvík frá Kjølbro fyritøkuni, og aðrir partar í Føroyum eiga tí bara lut í honum - og í fyritøkum út frá honum - í samráð við nevndina í grunninum, nevndina sum situr fyri vinnurekandi grunninum. At politikarar, sum ikki kenna málið royna at sáa iva um virksemið hjá grunninum er sera óheppið. Tað er altíð óheppið tá ávís øki í landinum missa vinnutól, men samstundis kunnu vit fegnast um at Norðoya Íløgufelag við hesum er við til at tryggja grundarlagið undir JFK Trol – sum jú er høvuðsendamálið hjá Føroyagrunninum. Virðini í Føroyagrunninum upparbeidd í Norðoyggjum Hergeir Staksberg hrgar@hotmail.com Løgreglan Meldar tú ein pushara til løgregluna, so hevur tann ið meldar ikki verðins bestu treytir. Tann meldaði hevur nevniliga rætt til at fáa at vita, hvør hevur meldað við­komandi. Og hvussu nógv tíma at enda í tí støð­ uni? Havandi í huga, at flest øll kenna onkran, sum er kriminellur uppá ein ella annan máta. Hvør tímir ella torir at melda ein vin, ein í familjuni ella ein sum stend­ur einum nær? Fyrst av øllum má tann sum meldar fáa betri treytir, so at fólk yvirhøvur tora at melda. Læknar eru eisini pusharir Læknar í Føroyum eru meir ella minni lógligir pusharir. Læknar útskriva heilivág sum t.d. ritalin fyri ADHD, morfin fyri pínu, stesolid móti angist og valium fyri nervar. Hesi evnini eru øll kend millum misnýtarar. Og við at lesa bókina hjá Grækaris Magnussen, har hann skrivar um tveir misnýtarar í Føroyum, greiðir tann eini misnýtarin frá, at hann er bundin av stesolid. Og hvar fær mann fatur á stesolid í Føroyum? Hví ikki fara all in? Eg veit, at favoritt syndir­nar hjá Bill eru striptease, rús­ drekka og samkynd. Men hvat við at geva finningar­ løn til tey, sum finna t.d. pedofilar, skatta­svikarar ella neyðtøkufólk? Flest øll vita um okkurt konkret dømi, tá talan er um peningaligt svik, men tað sama er tíverri eisini galdandi fyri pedofili. Seinasta dømið er há-aktuella bókin: “Sig at du lyver”, har eitt føroyskt konufólk greiðir frá samanrenningini millum samkomulív og pedo­ fili í Føroyum. Her er talan so absolutt eisini um mis­nýtslu, og er tað mis­nýtslu Bill vil tálma, so er hetta eisini eitt øki, sum treingir til eina hjálpandi hond. Stig fyri stig Syrg fyri at geva tí ið meldar betri treytir, serliga um familja ella vinir eru involverað. Syrg fyri at fáa eitt betri innlit í læknaviðurskiftini, tá talan er um resept heilivág. Tá finningarløn skal latast. Lat tað so eisini vera galdandi fyri pedofilar, pen­ingaligt svik og neyð­tøku­menn. Høvdu tit gjørt tað, so hevði Bill kanska sloppið undan strip tease hjá Victoriu Wild, sum eisini varð misbrúkt. Heldur enn at berjast móti rúsdrekka, so lær av amerikanska banninum og fylgjunum, sum tað fekk. Heldur enn at endurtaka fiaskoina í Amerika, so skalt tú heldur lækka prísin á rúsdrekka, tí so leingi rúsdrekka liggur í somu príslegu sum onnur sterkari ólóglig rúsevni, so fara tað at vera fólk, sum velja tann sterkara rúsin framum tann veikara. Bill Finnur Bill Bill ætlar at útvega finningarløn til fólk, sum avdúka gernings­ menn, ið hava eitthvørt við rús­ evni at gera. Hugskotið er gott nokk, men har eru nøkur men Herfyri kom long grein í bløð­ini frá Klaksvíkar Sjúkra­ húsi við yvirskriftini “vit hava 3 smá sjúkhús í Føroy­um” (Sosialurin 2. mars)