fríggjadagur 18. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
At makt korrumperar, tað
síggja vit so mangan, og tað
hava vit fleiri ferðir víst á.
Fyrr í vikuni funnust vit
at okkara politikarum, sum
í hesum døgum viðgera upp
skotið um pensjónsreform,
har vit øll skulu gjalda 15 pro
sent inn í onkra skipan, so vit
soleiðis sjálvi gjalda okkara
pensjón gjøgnum eitt langt
arbeiðslív.
Politikarar halda tó sjálvir,
at teir sveima oman fyri van
liga fólkið. Tí hava somu polit
ikarar gjørt av, at fólkið skal
gjalda landsstýrismonnum
75.000 krónur um mánaðin
í pensjónsinngjaldi. Soleiðis
kunnu teir savna sær saman
eina fulla feita pensjón upp á
30.000 – løgmaður tó 36.000,
eftir
einans
átta
árum.
Enntá kunnu summir teirra
fara upp á pensjón sum 60
ára gamlir – og tað merkir
vanliga 50 prosent oman á
pensjónsinngjaldið, sum tá
er 112.500 krónur.
Um tað er korrupt, tað
kann man so diskutera. Tað
er í øllum førum ómoralskt.
Men tað eru ikki bara pol
itikarar, sum eru soleiðis. Tí
soleiðis ger man eisini í til
dømis bankum, og eisini í
Tryggingarfelagnum, sum so
at siga allir føroyingar eiga.
Altso. Tá tað snýr seg um
pengar, sum øll eiga, men
sum nøkur fá hava ræði á, so
skal man skalta og valta og
kráma sum mest til sín sjálvs.
Tað gera politikarar, og tað
gera tey, sum ráða í til dømis
TF Holding.
Men tað má nokk vera fólk
ið, sum er býtt. Fólkið, sum
letur slíkt um seg
ganga. Man kann
jú ikki snýta nakr
an, sum veit, at
hann
verður
snýttur,
er tað
i k k i
so?
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
»Gunnar í Liða velur kærleikan fram
um pengarnar«.
Soleiðis skrivaði Portalurin 29. ok
tober í fjør, tá Gunnar í Liða boðaði
frá, at hann legði frá sær sum stjóri í
Tryggingarfelagnum Føroyar. Kanska
hevur hann valt kærleikan, men hann
hevur so sannilga eisini valt pengar
nar. Tí nevndin í Tryggingarfelagnum
er so góð við Gunnar í Liða, at hann
hevur fingið fýra milliónir afturfyri
at fara frá!
Nevndarlimirnir í Tryggingarfel
agnum hava eisini sambært Dimma
lætting hækkað sínar egnu samsýn
ingar við meiri enn eini helvt, so at
teir í miðal fáa 300.000 krónur um
árið fyri at sita í nevndini.
So seint sum síðsta fríggjadag
feldi umboðsráðið hjá felagnum eitt
uppskot um at demokratisera valið
av umboðsráðnum. Skipanin er gjørd
so fløkt, at teir allar flestu eigararnir
ikki velja til umboðsráðið og ikki fáa
møguleikan at brúka sín demokrat
iska rætt at velja, meðan tey valevni,
ið standa felagnum nær, fáa felagið
at senda atkvøðuseðlar út til sínar
stuðlar. Í stóran mun eru tað vinn
ukundar, sum atkvøða, tí teir hava
fleiri atkvøður.
Tað sum hesi góðu fólk gloyma er,
at tað er vanligi føroyingurin, sum
eigur
Tryggingarfelagið
Føroyar,
TF Holding, Eik Banka og alt, sum
hartil hoyrir, tí talan er um eitt sína
millum tryggingarfelag, sum allir
tryggingartakarar eiga á líka føti í
mun til tryggingargjaldið. Men við
at leggja seg soleiðis á maktina, so
megna nakrir persónar at halda
seg til, og tí ber tað til at hækka sín
ar egnu samsýningar so nógv, og at
geva einum stjóra fýra milliónir aft
ur fyri at fara frá – og so at premiera
hann við velja hann sum formann
í nevnd felagsins. Og sum nýggjan
stjóra setur nevndin so bara ein ann
an nevndarlim. Álvaratos, hvat er tað,
sum hendir? Er alt avtalað spæl?
Eftirhondini kenna vit øll søguna
um Eik Banka. Søguna um ein grunn,
sum átti meirilutan av bankanum
og sum varð stýrdur av nevnd og
stjórn.
Tað endaði galið, so galið, at nógv
ir bláoygdir føroyingar hava mist
dýrtkentan sparipening, sum nakrir
marglætistjórar
og
nevndarlimir
hava brúkt at gambla við. Og hvat ger
man við teir stjórarnar, jú teir verða
sendir til hús við fleiri milliónum í
reyvalummanum.
TF Holding er vorðin ein risastór
ur aktørur á føroyska fíggjarmarkn
aðinum. Tað krevur ábyrgd, og tað
krevur álit. Við at handla soleiðis,
sum felagið ger nú, verður als ikki bið
ið um álit frá eigarunum – men beint
tvørturímóti.
Spurningurin er, um ikki politiski
myndugleikin eigur at halda eitt vak
ið eyga við, hvussu hesi fólk fara við
fólksins ogn.
Er talan um avtalað spæl
millum nakrar fáar persónar?
Á ein hátt er elsti maður
á tingi, 72 ára gamli Heini
O. Heinesen, tann mest
modernaði
løgtingsmað
urin. Hann er tann, sum í
størstan mun hevur brúkt
Youtube til tess at fáa fólk
á tal.
Men hansara egnu fólk í
Norðoyggjum vilja ikki hava
hann í løgtinginum longur,
hóast hann hevur umboðað
flokkin á tingi í 23 ár, verið
floksformaður, tá flokkurin
økti løgtingsumboðanina
við 100 prosentum og ver
ið íðin tjóðveldismaður alt
sítt lív.
Mikukvøldið tók hann
somu miðlar í brúk, sum
uppreistrarfólkið í eitt nú
Egyptalandi og Libya, sum
við Facebook, Twitter og
Youtube megnaðu at fella
Hosni Mubarak, sum hevur
stýrt Egyptalandi næstan
líka síðani Heini O. Heine
sen stillaði upp fyri fyrstu
ferð, og sum nú geva Ga
daffi í Libya ein skarpan
gang.
Men tað var altso ikki
nóg mikið hjá Heina O.
Heinesen at koma á listan
hjá Norðoyar Tjóðveldisfel
ag. Spurningurin er so, um
toppstýringin kann tryggja
honum eitt pláss á lista
num.... :-]
Youtube bjargaði
ikki Heina
Tað tykist, sum
um
Fólkaflokk
urin
umsíðir
er hoknaður í
knøunum, og
nú er við at
leggja
um
sína strategi
í uttanríkis
málum. Flokk
urin vil nú
nærkast
ES,
og tað merkir
mest sannlíkt,
at flokkur um stutta tíð verð
ur talsmaður fyri ES-lima
skapi.
Higartil er tað bara Sam
bandsflokkurin, sum hevur
tónað reint flagg fyri lima
skapi. Tjóðveldi er í síni nátt
úru ímóti, meðan Javnaðar
flokkurin í síni náttúru átti at
verið fyri slíkum millumtjóð
asamstarvi, tí ein sosialdemo
kratiskur flokkur er ikki nati
onalur, men internationalur
í síni grundhugsan. Tað er
tí, at javnaðarfólkum dámar
so væl at sygja »Internation
ala!«, sum stríðssangur floks
ins eitur.
Ísland hevur skift støðu.
Noreg roynir alsamt at skifta
støðu. Eftir eru Føroyar, ið
dáma best at koma darlandi
aftaná.
Okkurt bendir soleiðis á,
at kjakið næstu árini kanska
heldur fer at snúgva seg um
samband við Evropa enn loys
ing frá Danmark...
ES-limaskapur nærkast
So lætt tá onnur gjalda...
Strategi
uttan
strategi
Edmund Joensen
kjak á síðu 16
Løgin
aðal
fundur
Johan Petersen
kjak á síðu 20
Kærleiki fyri 4 mió krónur