Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 4 Sosialurin Áki Bertholdsen – Vil Løgtingið ikki játta meiri pening alt fyri eitt, verður neyðugt at skerja tyrlu­tænatuna longu tann 1. apríl. Tað er longu um tvær vikur! Og her er bæði talan um flúgving í sambandi við leit­ ing og bjarging, umframt um flúgving í sambandi við sjúkraflutning og tað van­ ligu flúgvingina við fólki og farmi. Tað gjørdu teir báðir lands­stýrismenninir, Johan Dahl og Jacob Vestergaard, løg­tinginum greitt í miku­ kvøldið. Ómøgulig uppgáva Johan Dahl, landsstýris­mað­ ur í vinnumálum, staðfestir, at tað er ein ómøgulig upp­ gáva at finna 17 milliónir við at spara á øðrum økjum á fíggjarlógini og tí má ein eykajáttan til. Tí verður neyðugt at víkja frá kravinum um, at verður meiri peningur játtaður til eitt øki, skal tilsvarandi sparing finnast aðrastaðni so at almennu útreiðslurnar ikki økjast. – Tey, sum halda, at vit kunnu ikki blíva við at økja um útreiðslurnar mugu so eisini halda upp at at ynskja sær eina betri tænastu. – Tí má Løgtingið gera av, hvussu tænastustøðið skal vera og játta peningin hareftir. Hann leggur afturat, at bara fyri at varðveita sama tænastustøði, sum er í dag, og sum so stór ónøgd er við, verður tørvur á góðum átta milliónum afturat. – Vil Løgtingið ikki hækka játtanina, verða vit noydd at niðurlagað tyrlutænastuna longu frá 1. apríl. Hetta verður bæði gald­ andi fyri flúgving í sambandi við leiting og bjarging, og sjúkraflutning, tá ið neyð­ støður taka seg upp og í sam­bandi við flúgvingina við ferðafólki og farmi. – So fáa vit at síggja um polit­iska skipanin heldur til tað, legði hann turrisliga afturat. aki@sosialurin.fo Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 Ikki ráð at senda tyrluna til hjálpar ONGIR PENGAR Vil Løgtingið ikki játta meiri pening, verður neyðugt at skerja tyrluflúgvingina restina av árinum bæði í sambandi við bjarging og vanligan ferðafólkaflutning Orsøkin til at tyrluflúgvingin nú kemur í vanda, er, at sáttmálin við Atlantsflog um tyrlu­tænastuna fekk út á nýggjárinum, men partarnir eru samdir um at leingja hann til. 31. mars. Men leingingin er væl dýrari enn upprunaligi sátt­málin og tí strekkir peningurin ikki til. Hinvegin hevur stór ónøgd verið við tyrlutil­ búgv­ingina og tí hevur landsstýrismaðurin í fiski­vinnu­málum samráðst seg fram til ein nýggjan sáttmála við Atlantsflog. Hetta er ein sáttmáli sum hevur ein nógv betri trygd við sær, men av tí sama kostar hann eisini meiri. Nýggi sáttmálin kostar 38 milliónir, har tann gamli kostaði 21 milliónir. Sostatt skal Løgtingið játtað 17 milliónir krónur afturat til tyrlutænastuna. Og nú biðja landsstýrismenninir so Løgtingið um heimild at undirskriva nýggjan sáttmála og at játta neyðugu pengarnar. Og sum tað sæst í hinum greinunum, vilja lands­stýrismenninir, at hetta verður ein eykajáttan, tí tað ber ikki til at finna tilsvarandi sparingar aðra­staðni og tí má samgongan víkja frá tí annars ófrávíki­liga kravinum um, at útreiðslurnar skulu ikki økjast. Nýggi sáttmálin fevnir um tvær tyrlur til hesar tænastur: 1) innanoyggja flúgving. 2) leiting og bjarging á sjónum. 3) leiting og bjarging á landi. 4) bráðfeingis sjúkraflutning. 5) vanligan sjúkraflutning. 6) eftirlitsflúgving í sambandi við oljudálking. 7) eftirlitsflúgving í sambandi við fiskiveiðieftirlit. 8) aðra bráðfeingis tyrluflúgving, har tørvur er á skjótari hjálp. 17 milliónir Kroystir upp í ein krók Áki Bertholdsen Fleiri tinglimir eru í øðini inn á Johan Dahl og Jacob Vest­ er­gaard. Teir føla, at landsstýris­ menninir hava kroyst Løg­ tingið upp í ein krók í mál­in­ um um at játta meiri pening til tyrlutænastuna, soleiðis sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni. Hetta er eitt dømi um, at tað er ikki rætti­lig­ur sam­ an­hangur í fíggj­ar­poli­tikk­ in­um, tí lands­stýrið hevur vitað í fleiri ár, at sátt­málin við At­lantsflog gekk út á nýggj­árinum og at nýggjur sáttmáli skuldi gerast. Bæði Bjørn Kalsø, sum er partamaður hjá Jo­han Dahl, Páll á Reyna­túgvu úr Tjóðveldi og Kári P. Højgaard úr Sjálv­stýrisflokkinum, átal­ aðu landsstýrismenninar, tí teir hildu, at teir áttu langt síðani at havt avgreitt málið. Teir staðfestu, at teir báð­ir hava verið lands­stýr­ismenn í trý ár og alla hesa tíðina hava teir vitað, at sáttmálin um tyrluflúgvingina gekk út á nýggjárinum og at nýggjur sáttmáli skuldi gerast. Tí áttu teir at havt avgreitt málið fyri lang­ari tíð síðani, so at pen­ing­urin varð settur á fíggj-ar­lógina. – Tað er for galið at briksla løgtinginum, at hend­an støðan er íkomin, bara tí at tað ikki eydn­ast lands­stýris­ monnunum at fáa fíggj­ ar­mála­ráð­harran at seta pen­ingin á upp­skotið til fíggj­ ar­lóg, held­ur Bjørn Kal­sø. Ongin vilji Jacob Vestergaard skeyt aft­ ur og segði, at hann hevði gjørt vart við støð­una, men higartil hevur vilji ikki verið til at leggja eina eykajáttan fyri Løgtingið um at játta peningin. Og fíggjarlógin varð av­ greidd upp á minni enn ein tíma beint upp undir jól, áðrenn nakað hevði fingið tíð at venda sær. Johan Dahl helt, at tað var heilt galið at skjóta eftir sær og Jacob Vester­gaard, tí teir høvdu gjørt vart við støðuna longu tíðliga í fjør. Bjørn Kalsø helt, at ístaðin fyri at verða firtin, átti landsstýrismaðurin held­ur at verið eitt sindur eyð­mjúkur. Johan Dahl kvittaði við at siga, at hann er ikki firtin. Men hann við­gekk, at hann er rætti­liga irriteraður av at polit­iska skipanin ikki hev­ur ásannað álvaran í málin­um. – Og annars hevði fíggj­ arnevndin hoyggjað fíggjar­ lógina til og broytt allar møguligar játtanir, so var vilji til tað, kundi hon eisini broytt hesa játt­anina, segði Johan Dahl. aki@sosialurin.fo Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 Vit verða noydd at niðurlaga tyrlu­tæn­ast­ una longu frá 1. apríl tilbúgving í kreppu Tyrluflúgvingin er í vanda fyri at verða skerd restina av árinum, tí vit hava ikki ráð til at hava hana í luftini uttan so, at Løgtingið játtar meiri pening. Serliga álvarslig verður støðan av, at hetta fer eisini at raka bjargingararbeiðið hjá tyrluni, tá ið neyðstøður taka seg upp