Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 6 Sosialurin Randi Jacobsen Hetta er 21. ferð, at Føroysk Myndlistafók hava Vár­fram­ sýn­i­ngina, sm bæði kann rúma vrk hjá limunum og verk uttaneftir. Øll kunnu senda verk inn og royna at fáa tey við á fram­sýningina. - Men limirnir eru ikki so óførir at senda inn, og tí er ofta neyðugt at biðja fólk sýna frram, sigur Ole Wich, nevnd­arlimur í Føroyskum Mynd­lista­fólkum. Tað var tó meira ella minni av tilvild, at seks íslend­ingar komu við á Vár­ fram­sýningina, tí nevnd­ar­ lim­urin Unn Joensen kom at ken­na teir og bað tey koma við. 14 føroyingar sendu verk inn, og verk hjá sjey teirra komu við. Hini vóru ikki vrak­að, men teirra verk hósk­ aðu ikki til heildina, sigur Ole Wich. Á framsýningini eru máln­inga­r, video-og ljóðlist, fram­førsla við verkum og ann­að. Íslendingar arbeiða nógv við rúminum, at mála á stað­ num. - Tað er heilt vist, at før­ oysk listafólk hava nógv at læra av íslendingum, sigur Ole Wich. Tey, sum sýna fram eru Anna Kathrina Høj­ gaard, Eigil Lyngsø, Erla Haralds­dóttir / Craniv Boyd, Haraldur Jónsson, Hrafn­ kell Sigurðsson, Johan Martin Christiansen, Lud­vík Breckmann, Marjun Jóanes­ ar­dóttir, Martin Tórgarð, Pól Skarð­enni, Sara Björnsdóttir og Þóroddur Bjarnason. Framsýningin letur upp klokk­an 17, og tað verður Carl Joh­an Jensen, sum tá sigur nøk­ur orð. Veist tú eina søgu, so SMS’a á 28 50 04 Randi Jacobsen Vinnuhúsið er stórt, men tað varð upprunaliga bygt til sethús. Tað er tí ikki serliga væl egnað til virksemið í Vinnu­húsinum. - Vit trívast væl í húsinum, og til dagligt ber til at arbeiða her, men húsið er óegnað, tá ið fleiri fundir eru, serliga samráðingarfundir, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­húsinum. Húsið hevur tvey fundar­ rúm, og tað er í minna lagi. Serliga um ein fundur verður drúg­vu, sleppa onnur ikki fram­at. Haraftrat hoyrist alt ov væl millum rúmini. - Vit tosaðu um at byggja um, men tað hevði kostað líka nógv sum at bygt nýtt, sig­ur Marita Rasmussen. Vinnuhúsið hevur keypt grund­stykki á Óðinshædd eyst­an fyri Effo, og farið er so smátt undir at fyrireika bygg­ing­ina. Veist tú eina søgu, so SMS’a á 28 50 04 Eitt verk eitur “Spegil fyri fýra fólk”, og verkið eigur Þóroddur Bjarnason Mynd: Jens Kristian Vang Við íblástri úr Íslandi Ongantíð áður hava so nógvar ymiskar listagreinir verið umboðaðar á Várframsýningini hjá myndlistafólkunum. Framsýningin letur upp klokkan 17 í dag Vinnuhúsið fer at byggja Vinnuhúsið í Smærugøtu í Havn hóskar ikki til virksemið, og tí skal nýtt hús byggjast á Óðinshædd Vinnhúsið er ikki egnað sum Vinnuhús