Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 8 Sosialurin Seinasta as­falt­er­ings­ar­ beið­ið verð­ur nú gjørt á nýggja park­er­ings­ øki­num millum bát­a­ brúgv­ar­nar og Nóls­oy­ ar­páls­gøtu í Klaksvík. Gongst sum ætlað, verð­ur parkeringsøkið lið­ugt um fáar dagar, har økið eisini verður skip­að við vegstrikum og parkeringsbásum, ið verða munandi fleiri enn frammanundan. Norðan fyri park­ er­ings­økið ligg­ur nýggi FK-hand­ilin, eyst­an­ fyri Nóls­oy­ ar­páls­gøtu eru fleiri handl­ar, og sunnan fyri park­eri­ngs­økið ligg­ur bensinstøðin og krambúðin hjá Effo, sum í løtuni verður dagførd og útbygd. Eirikur Lindenskov – Vit eru glað, tí vit hava fingið sera nógvar undirskriftir. Vit vita væl, at øll, sum skriva undir, ikki fara at atkvøða fyri flokkinum, men vit merkja, at vit hava fingið sera góða móttøku, sigur Poul Michelsen, stigtakari til nýggja flokkin Framsókn. Í gjárkvøldið taldu Poul Michel­sen og Hanna Jensen, sum hava tikið stig til nýggja flokkin, Framsókn, all­ar und­ ir­skrift­ir­nar, sum savn­að­ar eru inn til at stovna nýggja flokk­in. Úrslitið var 2203 und­ ir­skriftir. Tær skulu allar sendast til tær kommunurnar, har fólk­ini búgva. Síðani skal fólk­a­yv­ir­litið á staðnum vátta, at fólkini veruliga eru til. Tá tann góðkenningin er kom­in, fær Framsókn und­ ir­skrift­ir­nar aftur og skulu tær so ber­ast út í Tinganes, áðr­enn løgmaður kann geva flokk­i­num formligt loyvi at stilla upp. – Hesa tíðina, til endaliga góð­kenn­ing­in fyr­i­ligg­ur, fara vit at fyr­i­reika flokk­in. Vit hava nøk­ur fólk afturat okk­ um, vit fara at gera stevn­u­ skrá o. s. fr. sigur Poul Mich­ el­sen. Eini 200 fólk hava savnað und­ir­skrift­ir­nar kring land­ ið. Tey hava fingið fólk úr 22 komm­un­um at skriva und­ir at flokk­urin sleppur at stilla upp, og sambært Poul Mich­ el­sen hava tey fingið nógvar posi­tiv­ar aft­ur­meld­ing­ar, so Poul Mich­el­sen og Hanna Jen­sen eru við gott mót. eirikur@sosialurin.fo Veist tú eina søgu, so SMS’a á 285004 Hanna Jensen og Poul Michelsen eru enn einastu andlitini handan nýggja flokkin, Framsókn Mynd: Jens Kristian vang 2203 vilja hava Framsókn at stilla upp Astri Luihn í Listaglugganum Bøta um park­er­ inginga Heðin í Gal­ erie Focus Politikkur Í gjárkvøldið taldu Hanna Jen­sen og Poul Michelsen und­ir­skrift­ir­nar, sum longu eru send­ ar komm­u­num til góðkenningar framsýning Framsýningin, ber heitið »Í grønu torvu«, læt upp í gjár Eirikur Lindenskov Hósdagin læt ein fram­sýn­ ing upp í List­a­glugg­a­num, Dr. Jak­ob­sen­s­gøta 15, við máln­ingum eftir Astri Luihn. Fram­sýningin ber heitið »Í grønu torvu«. Tað eru umleið 20 málningar við á framsýningini. Tað er í hesum føri eisini fjøl­broytni í náttúruni, sum hug­tekur Astri – serliga fugl­ a­berg­ið og bjarg­a­lendi yv­ir­ høvur. Í bókini Astri Luihn, sum Bente Scavenius hev­ ur skriv­að, verð­ur millum ann­að sagt: »Í fleiri ár kendi eg nátt­ úr­una ein­ans gjøgn­um teir før­oysku mál­ar­ar­nar og teirra máln­ing­ar, ið mangan vóru sera eks­press­iv­ir. Nú havi eg fleiri ferð­ir av egnum royndum upp­liv­að fjøl­broytn­ið í tí før­oysku nátt­ur­uni, men enn er tað í­gjøgn­um eyg­uni á mál­a­r­ u­num, at eg upplivi vak­ur­ leik­an og fjøl­broytni. Tað eru mál­ar­ar­nir, ið hava giv­ ið mær lyk­il­in til tey mongu hugløg og litir í lands­lag­ num. Og tá ið tal­an er um fugla­berg­ið, er tað í­gjøgn­ um tær mongu, sans­aðu mynd­ir­nar hjá As­tri Lui­hn, at eg havi lært um bjarg­a­ lend­ið og tess serligu eyð­ kenni, og ikki minst havi eg fing­ið kunn­leika til liv­i­hátt lom­vig­ans og hug­tak­andi lívs­mynstur hansara.« Fram­sýn­ing­in »Í grønu torvu« verð­ur at síggja í List­a­glugg­a­num næstu 14 dag­ar­nar, týs­dag-fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 og leygardag kl. 11.00 – 14.00. Í dag klokkan 16 verður fernisering í Galerie Focus í Havn. Tað er fuglfirðingurin Heðin Kambsdal, sum sýnir fram. Framsýningin er opin frá 18. til 31. mars – týsdag til fríggjadag frá klokkan 15 til 18, leygardag frá 16 -til 18 Veist tú eina søgu, so SMS’a á 285004 Matiné í Havnar kirkju Í morgin, leygardagin 19. mars klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við klaver­leik­ar­a­num Kim Kristensen og slagverkssleikaranum Rógvi á Rógvu. Teir eru báðir lærarar á rytm­isku deild á Tórshavnar musikkskúla og spæla javnan saman í ymiskum høpum. MFS í Keypmannahavn bjóðar í annaðkvøld til hólmgongu millum Sjúrður Skaale og Flóvin Eidesgaard í Føroyahúsinum. – Vit vænta okkum eina sanna orrustu, tá teir báðir garparnir Sjúrður Skaale og Flóvin Eidesgaard hittast til hólmgongu í Føroyahúsinum. Evnið ”Eru Føroyar um at drukna í fólkaræði” fær sanniliga glið á teirra oftast vælvaldu orð, sigur MFS um tiltakið. Tiltakið byrjar kl. 19.00 og Høgni Reistrup spælir eftir tiltakið. Hól­m­ gonga mill­um Sjúrð og Flóvin