Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 20 Sosialurin Fríggjadagin í farnu viku helt Tryggingarsamtakið Føroyar ella sum tað rætt eitur Ognarfelag Trygg­ing­ ar­takaranna ársaðalfund á Hotel Føroyum. Hevði ikki varnast nakra lýsing, men ein av umboðsráðslimunum Andrass Skaalum hevði verið so umhugsin, at seta til­meld­ingarskjal á netið, tí tilmeld­ing skal til fyri at sleppa á fundin. Sjálvsom uppliving Hetta gjørdi eg og eg má siga, at hesin aðalfundurin var ein sjálvsom uppliving. Væl av fólki var møtt upp, uml. 45-50 fólk, men tað gekk skjótt upp fyri mær, at flestu hesi vóru innarakresurin í sam­ takinum so sum um­boðs­ ráðslimir, nevndar­limir, stjórar og starvs­fólka­um­ boð og at vit bert fóru 4 fólk á aftastu rekkju, sum vóru ”eigarar”. Ongin roknskapur útleveraður Tá ið nevndarformaðurin var liðugur við sína frá­ greiðing og roknskapurin skuldi gjøgnumgangast, spurdi undirritaði eftir at fáa útflýggjað roknskapin, men hetta var ikki neyðugt, upp­lýsti orðstýrarin, tí rokn­skap­urin var sera einfaldur. Tá ið undirritaði tó vildi hava rokn­skapin útflýggjaðan, varð hetta noktað, men eg kundi fáa hann tilsendan seinni. Og roknsakpurin var sera einfaldur: • 1 stk. yvirskot 207 mió. kr. • 1 stk. eginogn 1,7 mia. kr. Meir kundu vit ”eigarar” ikki fáa at vita!! Valdu seg sjálvi Síðan kom kanska tað mest margháttliga, har innara­ kres­urin valdi seg sjálvan í ráð, nevndir og leiðslu og ynsktu hvørjum øðrum tillukku og klappaðu fyri sær sjálvum!!! Trý uppskot frá Andrass Skaalum vóru til lógar­ broytingar, sum høvdu til enda­máls at geva ”eigar­un­ um” størri og betri rættindi. Men tey vóru øll feld av innarakresinum!! Innarakresurin ypti bert øksl Tá ið komið var til ”Ymiskt” fekk undirritaði høvi at kritisera framferðina á aðalfundinum, men innara­ kresurin, við undantaki av Andrass Skaalum, sum gav undirritaða rætt í kritikki­ num, ypti bert øksl. Og so var fundurin liðugur og bjóðað bleiv ein drekka­ munnur við køkum o.ø. Eftir sótu vit fýra ”eigarar” og hildu okkum vera hildnar fyri gjøldur. Kjak Johan Petersen Ein løgin aðalfundur Vanliga eru aðalfundir fundir eigaranna, har leiðslan stendur eigarum sínum til svars fyri gongdini farna árið og eigararnir seta høvuðskósina. Men so er ikki í størsta peningasamtaki í Føroyum - Tryggingarsamtakinum Føroyar Helena Dam á Neystabø Háttvirda samkoma. Eg fari at ynskja tykkum øllum, Tórs­havnar Kommunu, leiðslu skúlans, lærarum, næm­ing­­um, skúlastýrinum, og øllum, ið eru møtt her í dag hjarta­­liga til lukku við nýggja Skúla­num við Løgmannabreyt Frambrot í skúlaskapi Hesin skúli er eitt frambrot í føroyskari skúlabygging. Ein nýggjur væl­ útgjørdur skúli, sum lýkur krøvini til nú­tíðar undirvísing bæði hølisliga og tøkniliga. Tit hava fingið góðar undir­ vísingarligar um­­støður, sum mong onnur uttan iva kundu ynskt sær. Mentamálaráðið fegnast um, at Tórshavnar Kommuna vísir skúlunum bestu sømdir. Kommunan hevur gjørt eina stóra íløgu  fyri at bøta um undirvísingarligu um­støð­urnar í býnum, og vitnar hesin prýðiligi bygn­ ingur við fjøltáttaðum virkis­møgu­ leikum um, at arbeiði skúlans verður mett høgt. Tit hava samstundis tor­að at brotið upp úr nýggj­­um, at ganga nýggjar leiðir innan undirvísing, soleiðis at grund­­­hugsanin í skúlan­­um byggir á toymis­­sam­starv millum lærar­ar við saman­­­løgd­um flokkum. Hetta gevur størri fleksi­bilitet og møgu­leikar at sam­ skipa undir­vísingina og geva ein­støku næm­ing­unum røttu avbjóðing­arnar á tí búningar­­stigi, teir eru á.  Nú eg eri stødd her á skúla­num á Løgmannabreyt vil eg nýta høvi at takka leiðslu og lærarum á skúlanum fyri, at tit hava hava tikið av hesum avbjóðing við opnum sinni. Tað er gull vert, at vit hava leiðslur og lærarar, sum konstruktivt taka av av­bjóð­ingum og ikki stara seg blind uppá sparingar og forðingar.       Fokus er á fólkaskúlan Stórt fokus er á fólkaskúlan, og orð­ skiftið um skúlan fyllir alsamt meira í almenna rúminum. Tað er gott og eitt stórt framstig. Fríggjadagin var eg á sonevndum reflek­tións­seminari um fólkaskúlan úti á Háskúlan­um, og fleiri fjøl­miðla­sendingar hava í seinastuni  sett sjóneyku á skúlan. Tað fer at verða av­­gerð­­andi fyri trivnaðin alla staðni í Føroyum, hvussu gott skúlatilboðið er á staðn­­um, og tað merkir ikki bara, at skúlin liggur høliga fyri, beint hinu­ megin vegin. Tað snýr seg heldur um fjøl­­broytni og dygd í skúla­­­til­boðn­um, har nýggj náms­frøði  og frálærufrøði er veg­ur­­in fram. Hetta er júst tað, sum tit hava set fokus á við hesari skúlbygging, og sum leiðsla og lærarar hava átikið sær at seta í verk.   Umframt grundleggjandi kunnleika, at duga at lesa, skriva,  rokna, fremmand mál og kunningartøkni,skulu næm­ ingarnir læra ymsar arbeiðshættir, at sam­starva,  at taka avgerðir og virða onnur menniskju, og skúlin skal saman við foreldrunum elva til, at næm­­ing­ arnir fram­haldandi varðveita sítt for­ vitni og hugin at læra.   Hølisumstøður Útbúgving er lykilin til fram­burð, bæði hjá tí ein­staka og samfelagnum sum heild. Hølis­umsøðurnar, arbeiðs­am­boð og undirvísingar­miðl­ar hava tí av­gerð­ andi týdn­ingi fyri at náa einum góðum úrsliti.  Tit hava við hesari bygg­ing fingið sera góðar og fjølbroyttar karmar um skúl­ans virksemi. Umframt floks- og fakhøli, fari eg at nevna  námsfrøðiliga tænastu­depil­in, sum í undirvísingar­ ligum høpi verður mettur at vera hjartað í skúlanum. Sam­­komu­høll, sum kann nýtast bæði av skúla og frí­tíðar­lívi, soleiðis, at skúlin kann vera mentanar­depil í um­hvørvinum á Løgmanna­breyt. Uttandura økið er væl valt víðvíkj­ andi lívd og sólargangi og er inn­hugs­ að, sum partur av byggingini. Eisini hava heimaøkini, flokshølini hjá næm­ing­­unum beinleiðis atgongd til uttanduraøkið. Serliga er at fegnast um, at um­ støðurnar hjá rørslu­tarn­aðum eru raðfest­ar, soleiðis at lyfta er millum hæddirnar, og at tað ber til í koyristóli at koma runt í skúlanum eftir rapuni.     Samskipað virksemi gevur møguleikar Eg eri sannførd um, at undir­vísing, ið hevur til endamáls at møta næmingi­ num, har næmingurin er – bæði tí fak­­liga sterka, tí veika, tí krea­tiva  og tí handaliga, og við tí máli at gagnnýta lærara­før­leikarnar optimalt, og har dentur verður lagdur á  at samskipa dagstovn, skúla og frítíðarskúla upp­ aftur betur, fer at tryggja okkum ein góðan fólka skúla, og sostatt eisini úrslit, ið kunnu saman­berast við tey í granna­londum okkara.  Tað er ikki hvønn dag so hugaligt at vera lands­stýris­kvinna sum í dag. So at siga dagliga mega vit baksa við sparingum fyri at fáa eitt milliarda stórt hall burtur. Men vit royna at gera alt fyri, at útbúgving og mentan verða skerd sum minst. Men tað ber ikki til hjá okkum vaksnu at falla í fátt. Vit mega gjøgnum góðar karmar fyri mentan, ítrótt og útbúgving eggja okkara unga ættlarliði til betur at síggja og gagnnýta teir mongur møguleikar, sum okkara land bjóðar. Fríðrikur Petersen yrkti fyri útvið 120 árum síðani kenda sangin “Hvørjum man tykja vakurt hjá sær”, har eg fari at endurgeva hetta mergjaða ørindi: Uppal tíni børn sum móðir rætt, lat tey ei bregða burtur úr ætt. Gev teimum Tróndar skarpa vit, Men Sigmunds bjarta hjartalit. Gev teimum tolgóða, sterka sál, Gev teimum Sverris vilja sum stál. Tað er so vakurt í Føroyum at búgva.   Tjaldrið ber boð um vón At nýggi Skúlin við Løg­mannabreyt verður fagn­að­ur  ein so framúr vakran sólskinsdag á Grækarismessu, ger dagin og løtuna uppaftur betri. Tjaldrið ber boð um vón og betri tíðir, og eg vil enda við síðsta ørindi í kenda sanginum hjá Jákupi Dahl, “Tjaldur ver vælkomið til okkum heim”: Lat sólina skína um dalar og fjøll, Grønkast lat heiðar og líðir! Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól, vónandi sælari tíðir    Takk fyri at umboð fyri Menta­mála­ ráðið vórðu boðin við til hátíðarhaldið. Hjartaliga til lukku og Guds signing í skúlans arbeiði! Heilsan til Skúlan við Løgmannabreyt