sunnudagur 18. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Valfundur var í
Føroyingahúsinum í
Keypmannahavn
hóskvøldið. Umboð
vóru fyri Javnaðar-
flokkin, Fólkaflokkin,
Tjóðveldisflokkin og
Sambandsflokkin á
hesum fundi. Kend-
asti politikarin var
Torbjørn Jacobsen,
sum mangan er sera
skemtiligur og ein
undirhaldandi
maður. Val av fólki
var samankomið,
men kjakið var ikki so
livandi og heldur fáir
spurningar vóru
kanska, hin vegin
varð fundurin siði-
ligur, í hesum minti
hesin fundurin um alt
valkjakið, ið er merkt
av rætningsloysi og
væntandi visiónum á
øllum økjum.
UMMÆLI
Kim Simonsen
Torbjørn Jacobsen um-
boðaði Tjóðveldisflokkin,
Eli Christiansen Fólka-
flokkin, Elin Lindenskov
Javnaðarflokkin og Bárður
Nielsen Sambandsflokkin.
Mong vóru orðini, og
mangt var tikið fram, men
fyrsti tímin fór mest við
heldur keðiligum skatta- og
arbeiðsmarknaðarteknisku
m tosi um nú Lisbeth og
Kartin høvdu skil á pro-
portional og progressivum
skatti.
Ikki vantaðu klisjeir frá
stevnuskráunum hjá flokk-
unum, har serliga teir ungu
uppstillaðu siteraðu dúg-
liga, nærum lósu upp úr
hesum skráum og brúktu
orð, ið man er vanur at
hoyra frá teim ymisku
flokkunum.
Tað var kanska ikki so
gott fyri kjakið, at Sjálv-
stýrisflokkurin væntaði og
ikki minst Miðflokkurin, ið
ikki eitt mansbarn hetta
kvøldið tyktist vera samt
við, men ein flokkur hvørs
valskrá
varð
dúligani
kommenterað.
Hvar fór peningurin
frá donsku stjórnini?
– Virgar Dalsgaard setir
spurningar.
Serliga áhugaverdar spurn-
ingar kom Virgar Dalsgaard
við, hann helt Fólka-
floks/Tjóðveldis/Miðflokk
asamgonguna hava skapt
eina idiotiska fyrisiting,
sum var verri enn tær eru í
eitt nú Guatemala, og at tað
var ótrúligt, at føroyskir
politikarar
hava
brúkt
endurgjaldið, ið føroyingar
fingu frá donsku Stjórnini
fyri relativt fáum árum
síðani, tí í donskum høpi,
vísti Virgar á, svarar hetta
til eini 5-6 Stórabelts-
brúgvar. Virgar skal eiga
tað rós uppiborið, at hann
mangan veit ótrúliga nógv
og hevur perspektiv sum
fáur. Virgar er eitt slag av
kritikara og politiskum
viðmerkjara, sjálvt um tað
ikki er torført at lesa úr
øllum hann sigur, at honum
ikki dámar loysingarmenn,
og at hann í øllum hann
sigur er ein gløðandi javn-
aðarmaður. Torbjørn svar-
aði honum og tók til, at
hann helt Virgar vera ein
hin, um ikki hin, besta skri-
bentin í Føroyum í dag,
sjálvt um hann var diamen-
tralt ósamdur við øllum
Virgar hevur skrivað. Hann
hevði sum so einki svar til
Virgar um hesa stóru
peningarúgvu, sum í dag er
horvin, annað enn, at hann
enn einaferð nýtti høvi at
vísa á, at tað var ikki gott
fyri lond at fáa slíkar
peningarúgvur. Her skuldi
dugnaligi orðstýrarin og
blaðmaðurin Kári Mikkel-
sen kanska loftað bóltinum
og spurt onkran annan av
teim í panelinum.
Torbjørn vildi heldur ikki
siga meiri um bókina
»Skjót journalistin«, enn at
í bókini stóð alt hann hevði
at siga um hetta mál.
Raðfesting og ideologi
Tað er einki nýtt, at stórur
munur er á raðfestingunum
hjá føroysku flokkunum, ið
byggir á stórar ideologiskar
munir, í veruleikanum t. v.
s. í praksis er ikki so stórur
munur á flokkunum. Ein
høgravendur amerikanari
hevði hildið allar føroyskar
og danskar flokkar við,
kanska uttan Miðflokkin og
persónin Óla Breckmann,
verið revareyðar, tí allir
flokkar bæði niðri og í
Føroyum byggja víðari á
eitt sosialliberalt javnaðar-
kjølfest vælferðasamfelag.
Henda Norðurlenska skip-
anin er ein fastur partur av
okkara samleika í Norðan-
londum. Serligani Svøríki
gjørdist
heimskent
í
fimmti- og sekstiárunum
við hesi skipan. Sjálvt so-
kallaða
liberalistiska
danska stjórnin er noydd at
varðveita
nærum
allar
vælferðaskipanir og øll
teirra hugskot um t.d. at
skera eftirlønir og pen-
siónir, um at selja almennar
búðstaðir hava fingið stóra
mótstøðu og øll hesi upp-
skot eru niðurskotin. Nú
sita teir og rópa ókvemsorð
eftir ekspertum, mentunar-
radikalum og intellektuell-
um í einum mentanarbar-
daga, sum hin nærum svaki
Søren Krarup stendur fyri.
Fólkaflokkurin hevur sitið
við valdinum í Føroyum,
men hesi tora ikki at nema
við hvørki pensiónir ella at
seta lønir ella skatt niður.
Fara vit til flokkarnar
sum vóru í Føroyum hetta
kvøldið, so er groft sagtt
raðfestingin hjá Javnaðar-
flokkurin sosialmál, t.v.s.
fram um onnur mál. Fólka-
flokkurin hevur vinnulívið
sum nærum einkarbarn.
Tjóðveldisflokkurin
økt
sjálvstýri og fullveldið.
Sambandsflokkurin Ríkis-
felagsskapin. Hjá Mið-
flokkinum er tað moralur,
familjupolitikkur og kristin
mentan fram um annað sum
er teirra politikur. Hjá
Sjálvstýrisflokkinum,
ja
hvat ólukkan er hetta fyri
ein stødd. Ein løgin flokk-
ur, har floksformaðurin
Kári P.Højgaard vildi rópa
um floksdisiplin hjá for-
manninum í Unga Sjálv-
stýri Kenneth Rasmussen,
tá hesum skrivaði eina
visionera og góða grein,
sum júst kundi bent á, at
tað var samband millum
bróðurflokkin
Radikale
Venstre og Gamla Sjálv-
stýri. Kenneth Rasmussen
legði eftir hvat fyri ein
miðflokk má vera høvuðs-
fíggindin; nemligani Mið-
flokkurin, og helt fyri, at
hesin »byggir á trong-
skygni,
fordøming
og
rasismu«. Men hetta var
ikki partítónin, sum teim
dámar í flokkinum. Kári P.
Højgaard helt fyri, at
flokkurin fær týðani leiklut
í eini komandi samgongu,
men hetta er ikki so vist
0,2% frá sperrumarkinum
sambært Fynd. Men í mun
til Kenneth hevur formað-
urin eingin hugskot, als
ongar visiónir, altso uttan at
vera á sjálvstýriskós (tað
eru hinir flokkarnir eisini
uttan B) og fleiri yvirtøkur
t.d. Fólkakirkjuna og at
stuðla undir Elttør sum
eingin veruligani veit hvat
tekst við, olju síggja vit
onga av og føroyingar dálka
sum svakir í høvdinum.
Kanska
gott
var,
um
flokkurin hvarv nøkur ár og
kom við aftur við yngri
fólki seinni?
Gamla vinstra og
høgra
Mangan teppir prát um
Fullveldi alt prát um vinstra
og høgra, men hetta kvøld-
ið hevði sjálvt Tørbjørn
ikki so nógv at siga um
fólkaatkvøður og Fullveldi.
Men ikki var sørt at stórur
ideologiskir munir vóru á
javnaðarumboðinum Elini
Lindenskov og fólkafloks-
valevninum Eli Christian-
sen. Javnaðarflokkurin fer
til val uppá »tað góða sam-
felagið!« Men tað kann ein
og hvør siga - slíkt er
nærum ein klisje - Pia
Kjærsgaard og Jürg Heider
halda seg eisini hava patent
upp á tað »góða sam-
felagið«.
Fólkaflokkurin
tosar sum vant um ábyrgd,
álit og gamla herrópið um
áræði, ið ikki er ein minni
klisje. Elin Lindenskov
røddi um, at hon og Javn-
aðarflokkurin vildi broyta
og dagføra samfelagið, har
Valfundur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn:
Eitt stillur fundur um eitt keðiligt val
málið er, at Føroyar skulu
gerast eitt modernað norð-
urlendskt samfelag. Fólka-
floksmaðurin vildi, fram
um privatisering, halvera
lønir og skatt, eisini avtaka
allar pensiónir, men segði
seg vera óvanligani sosialt
tilvitaðan, ið eftir mínari
meting var størsta mót-
søgnin hetta kvøldið. Um
onnur mál sum abort, rús-
drekkalógina,
mentan,
samkynt, her hevði hann
ikki nógv at siga. Fyri hann
var, sum fólkafloks-monn-
um flest, vinnulívið og
virðisøking og privatiser-
ingar á skránni. Javnaðar-
kvinnan Elin Lindenskov
tosaði um t.d. bústaðar-
politikk, har byggjast skulu
leiguíbúðir
til
serliga
familjur, eldri, ung, lesandi,
brekað o.o. Og javnaðar-
politikarum líkt tosaði hon
um barnagarðstilboð, bar-
silsskipanina og barns-
burðarfarloyvið - vinnu-
lívið hevði hon ikki nógv
skil ella áhuga fyri. Tað var
tó áhugavert, at hon var
inni á spurninginum um
fosturtøku, og her vildi hon
og flokkurin dagføra gomlu
lógina. Hon helt eisini, at
øll skuldu vera líka fyri
lógini og gekk tí inni fyri
skrásettum parlag, tí sam-
kynd hava somu rættindi
sum onnur í samfelagnum.
Hin royndi politikarin
Torbjørn fekk sum royndur
politikari og umboð fyri
Fólkatingið manga skoluna
hetta kvøldið og fekk tí
aftur fyri mangan orðið,
hvat ikki kundi sigast um
sambandsvalevnið
Bárð
Nielsen, ið ikki kom so
nógv til orðana. Torbjørn
helt,
at
valstríðið
var
visónsleyst, og at tað vant-
aði okkurt, og tað var tí, at
Sambandsflokkurin kom at
vinna tók hann skemtiligani
til orðana. Hann helt víðari,
at hetta val ikki varð út-
skrivað
av
politiskum
orsøkum, men av løgmanni
av øðrum kendum orsøk-
um. Hann fanst at Mið-
flokkinum fyri teirra hatur
til føroyska mentanarlívið,
sum hann ikki mintist
fortilfeldi av í søguni, teirra
hagreiðing av samkyntum
og abortmálið - har teir
gera okkum fyri skommum
uttanlands.
Torbjørn mælti til at
menna gransking, og Tjóð-
leikhúsið skuldu gerast ein
veruleiki. Hann vísti á, at
tey í Íslandi høvdu Lærda
Háskúlan í Íslandi sum
tjóðarstoltleika og rendu
10.000 w ljóskastarar á
henda bygning um náttina,
meðan vit í Føroyum skulu
leita í Tórshavn fyri at
finna
Fróðskaparsetrið.
Torbjørn dugdi at síggja, at
Fróðskaparsetrið í framtíð-
ini skal koma at spæla ein
høvuðsleiklut í føroyska
samfelaginum. Ikki minst
er neyðugt at seta á stovn
eina løgfrøðisdeild við
óvildigum
professarum,
sum kunnu skriva t. d.
responsum og annað.
Gransking
At en enda fingu valevnini
eini tveir minuttir. Torbjørn
helt eina styttri røðu um
frælsa statin, um vilja
fólksins. Elin Lindenskov
um raðfestingina av sosial-
um málum og um at skapa
eitt modernað norðurlenskt
samfelag.
Eli Christiansen, sum her
broytti tónan, fór at tosa um
ph.d.
verkætlanir,
um
gransking, serligani innan
løgfrøði og her framman
fyri einum sali, har tey
flestu eru lesandi, er slíkt
sera væl dámt. Hann endaði
við at sitera ein sera vision-
eran hedonist og lady killer,
ein mann, sum ongin í søg-
uni kann kalla fólkafloks-
mann, nemligani Salvador
Dali sum tosaði um, at tað
er gott at eiga pening, so
leingi tú ikki hevur mist
gleðina av lutum, tú ikki
kanst keypa fyri pening. Eli
hevur tað við at sitera báði
surrealistiskar málarar og
rationalistiskar heimspek-
ingar sum Descartes, sum
hann tó brúkar eftir gehør
og kanska heldur ad hoc.
Samanumtikið var ikki so
nógv nýtt í hesum fundin-
um. Okkurt áhugavert kom
fram um gransking, men
føroyskum valevnum vanta
mangan mót til veruligan
og radikalan kritik, eisini er
mangan ein væntandi hugur
at hyggja út í heimin og at
tora at hyggja út um land-
oddarnar eftir øðrum enn
kvotum. Heimurin er stór-
ur, føroyingar kunnu í dag
framleiða nærum alt sum
onnur kunnu, men enn er
tað ikki so áhugavert hjá
fyritøkum, stovnum og út-
lendingum og føroyingum
við hópin av førleikum at
fara til Føroyar at seta ferð
á búskapin. Og hin vegin er
ein vantandi hugur hjá før-
oyskum fyritøkum at fara
út í heimin at berjast um
kontraktir. Enn einaferð
hava t. d. íslendingar gjørt
slíkt, ið vit bert kunnu
droyma um.
At enda endaði orðstýr-
arin fundin og leiðarin í
Føroyahúsinum,
Martin
Fjallstein, tók yvir, áðrenn
tjóðsangurin varð sungin.
Tórbjørn Jacobsen, løgtings-
og fólkatingsmaður og Elin
Lindenskov, býráðslimur í
Havn, umboðaðu ávikavist
Tjóðveldis- og Javnaðar-
flokkin á valfundinum í
Føroyahúsinum í
Keypmannahavn
Martin Fjalsstein, leiðari í Føroyhúsinum í Keypmannahavn
Virgar Dalsgaard veit nógv og hevur perspektiv sum fáur. Men
tað er ikki torført at lesa úr øllum, hann sigur, at honum ikki
dámar loysngarmenn…
12
Nr. 12 - 20 januar 2004
Nr. 12 - 20 januar 2004
13
C
M
Y
K
13
12