Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jóannes Jacobsen Búskaparfrøðingur Uppskotið um skattalætta afturfyri lønarsteðg byggir á ta grundleggjandi misfat- an, at til ber við einum sindri av hokus pokus at "arbeiða rundan um" marknaðarásetingina av prísinum á arbeiðsmegi. Hvør ásetur tímalønina? Arbeiðstíð er ein vøra, sum verður handlað á ein- um marknað, sum allar aðr- ar vørur. Á einum fríum arbeiðsmarknaði er tað kappingarførið hjá teim ymsu fyritøkunum í landi- num mótvegis hvørjum øðrum, sum avger, hvussu býtið av arbeiðsmegini millum tær skal vera. Prís- urin á arbeiðsmegini, t.e. lønin, endar so á einum støði, sum ger, at hetta verður býtið av arbeiðs- megini millum fyritøkur- nar. Kjarnin í hesum er, at tað er kappingarførið hjá teim ymsu fyritøkunum, sum av- ger, hvat lønin er, ikki øv- ugt. Hvat ein arbeiðsgevari má gjalda fyri ein arbeiðs- tíma verður avgjørt av, hvat hinir arbeiðsgevararnir í sínum royndum at fáa fatur í somu arbeiðstímum trýsta prísin á arbeiðstímanum til at vera. Lønarsteðgur og skattalættar Higartil hevur almenni pol- itikkurin verið, at arbeiðs- marknaðurin skal virka utt- an almenna uppíblanding. Men í løtuni er prísurin á ófaklærdari arbeiðsmegi eitt nógv umtalað evni. Nakrar fyritøkur hava trup- ult við at klára seg í kapp- ingini um hesa arbeiðsmeg- ina, og hava tær megnað at gjørt tað til eitt samfelags- ligt kjakevni. Tað er enntá komið har til, at uppskot er komið frá einum arbeiðara- felag um, at arbeiðarafeløg- ini skulu ganga við til løn- arsteðg, um tað almenna afturfyri letur skattalættar. Men at siga at arbeiðara- feløgini ikki fara at krevja lønarhækkingar, um tey fáa skattalættar, tí so nýtast tey ikki at fáa lønarhækking, er beinleiðis tápuligt. Eingin seljari setur prísin á síni vøru eftir, hvat hann heldur, at hann hevur brúk fyri. Seljarin setur prísin eftir, hvat hann heldur, at hann hevur møguleika at selja vøruna fyri. Hvat fólk krevja í løn valdast ikki, hvussu nógv tey rinda í skatti, men hvussu nógv, tey halda seg hava møguleika fyri at fáa í løn. So tá samráðingarnar byrja, fara arbeiðarafeløg- ini at krevja ta lønarhækk- ing, tey halda at arbeiðs- gevararnir klára at gjalda, uttan at noyðast at siga fólki upp. Um arbeiðara- fjøldin hevur fingið skatta- lættar frammanundan ella ikki er óviðkomandi. Lønarsteðgur er óbeinleiðis studningur… Uppskotið um lønarsteðg er ein roynd at seta ein annars vælvirkandi marknað til viks fyri at framala eitt ávíst býti av arbeiðsmegini millum arbeiðsgevararnar. Fyri- tøkur, sum eru í trupulleik- um, tí tær ikki klára seg í kappingini um arbeiðsmeg- ina, t.e. serliga nøkur flaka- virki, skulu hava óbein- leiðis studning við at prís- urin, ið fyritøkurnar skulu gjalda fyri ófaklærda arb- eiðsmegi, verður trýstur niður um marknaðarprís. Í veruleikanum er uppskotið um lønarsteðg eitt uppskot um at venda dynamikki- num á arbeiðsmarknaði- num á høvdi. Ístaðin fyri at lata kappingarføri hjá fyri- tøkunum avgera, hvat lønin er, skal lønin avgera, hvat kappingarføri hjá fyritøk- unum er. …sum ikki verður latin Trupulleikin fyri tær fyri- tøkur, sum eftir ætlan skulu hava henda óbeinleiðis stuðulin er, at hinar fyritøk- urnar ikki vilja lata hann. Lat okkum sum eitt dømi hugsa okkum, at til næstu lønarsamráðingar verður sáttmálalønin sett til 80 krónur um tíman eftir ynski frá teimum fyritøkum, sum hava trupult við at klára at gjalda verandi tímaløn, hó- ast rætti marknaðarprísurin er væl hægri. Er tímalønin 80 krónur kunnu hesar fyri- tøkurnar verða við og keypa fleiri arbeiðstímar. Men at gjøgnumtvingað eina sáttmálaløn, sum er sett undir tað, ein vælvirk- andi marknaður ásetir, hjálpir ikki upp á støðuna hjá fyritøkunum við vána- ligum kappingarføri. Kapp- ingarneytarnir hava nevni- liga tilskundan til at "snýta". Fáa fyritøkurnar, sum áð- ur ikki høvdu ráð at keypa arbeiðstímar, fleiri fólk, eru færri fólk til taks at arbeiða fyri aðrar arbeiðsgevarar. Men hesir arbeiðsgevarar hava framvegis brúk fyri fólki, og teir hava ráð at gjalda væl omanfyri 80 krónur um tíman. Tær hava tí tilskundan til at bjóða arbeiðsfólkinum meira enn sáttmálalønina, fyri at fáa ta arbeiðsmegi, teimum tørvar. So stutt eftir er prís- urin á eini tímaløn pressað- ur uppaftur á vanligan marknaðarprís, og fyritøk- urnar, sum vóru í trupul- leikum, eru líka vítt. Studning ella ikki Vilja myndugleikarnir hava, at nakrar ávísar fyri- tøkur, sum í løtuni ikki klára at vera við í kapping- ini um arbeiðsmegina, allíkavæl skulu kunna keypa arbeiðstímar, er neyðugt at geva hesum fyri- tøkum eina hjálpandi hond í kappingini móti hinum fyritøkunum í landinum, sum eisini vilja hava hesa arbeiðsmegi. Tað vil siga at myndugleikarnir noyðast at gjalda ein part av marknað- arprísinum fyri hvønn arbeiðstíma fyri hesar fyri- tøkurnar. Vilja myndugleikarnir til dømis avgjørt hava, at eitt ávíst tal av fólki arbeiðir á flakavirkjum heldur enn onkra aðrastaðni, so mugu myndugleikarnir lata flaka- virkjum so nógvan studn- ing fyri hvønn arbeiðstíma, at prísurin flakavirkini skulu gjalda fyri hvønn arbeiðstíma júst er soleiðis, at flakavirkini til henda prísin vilja keypa arbeiðsmegina hjá ásetta talinum av fólki. Fyri at virka má studn- ingur sostatt "snýta" marknaðarprísin. Fyritøk- urnar, ið fáa studningin eru betur fyri, men samfelags- búskapurin sum heild verð- ur verri fyri, tí prísurin ikki longur gevur rætta vitan um samfelagsbúskaparligar fyrimunir og kostnaðir við virksemi á hesum markn- aðinum. Hetta hevur bein- leiðis vælferðartap við sær og sum frálíður eisini ein verri virkandi búskap, við tað at arbeiðsmegi og kapi- talur verða hildin í fram- leiðslu við minni samfel- agsligari virðisøking enn møguleiki er fyri aðra- staðni. Studningur, bein- leiðis ella óbeinleiðis, er tí ein spæliregla, ið politisku myndugleikarnir skulu halda seg burtur frá. Ikki ein samfelagsbú- skaparligur trupulleiki Skal tað framhaldandi vera so, at partarnir á arb- eiðsmarknaðinum sjálvir skulu finna útav, hvat býtið av arbeiðstímunum millum fyritøkurnar skal vera, er neyðugt, at myndugleikar eins og partarnir á arbeiðs- marknaðinum vilja góð- taka, at tað altíð vera nakrar fyritøkur, sum ikki kunnu standa seg í kappingini um arbeiðsmegina. At nakrar fyritøkur ikki klára seg í kappingini um føroysku arbeiðsmegina, tí aðrir arbeiðsgevarar hava møguleika fyri at bjóða meira fyri arbeiðsmegina enn hesar fyritøkurnar, er ikki ein trupulleiki fyri "vinnuna" og tíansheldur ein samfelagsbúskaparligur trupulleiki. Heldur ikki um nakrar av hesum fyritøkum fara á húsagang er hetta ein samfelagsbúskaparligur trupulleiki, tí í einum um- skiftandi marknaðarum- hvørvi fara fyritøkur á húsagang og nýggjar verða stovnaðar hvønn dag. Samfelagsbúskaparliga verður hetta bara ein trup- ulleiki, um fyritøkurnar í trupulleikum klára at sann- føra myndugleikar og al- menning um, at ein roynd eigur at vera gjørd at seta vælvirkandi prísásetingina á tí føroyska arbeiðsmarkn- aðinum til síðis fyri at hjálpa neyðstøddu fyritøk- unum í kappingini móti øll- um øðrum føroyskum fyri- tøkum. Ongar lappa- loysnir, takk So leingi vit hava nakað sum líkist einum marknað- arbúskapi, fer innanhýsis kappingarførið millum før- oysku arbeiðsgevararnar sostatt at avgera, hvørjar fyritøkur hava ráð til at keypa arbeiðstímar og hvørjar ikki hava ráð. Av tí at hvørki almennir skatta- lættar ella lønarsteðgur hava nakra ávirkan á innan- hýsis kappingarførið mill- um føroyskar fyritøkur, so hava hesar lappaloysnir heldur onga ávirkan á prís- ásetingina á arbeiðsmegi. Heldur enn at gera sínar trupulleikar til trupulleikar hjá "vinnuni" og samfelag- num og rópa um "loysnir", sum slett ikki eru loysnir, eiga leiðslurnar á fyritøk- unum at brúka sína orku til at royna at tillaga virksemið til tær til eina og hvørja tíð galdandi marknaðarumstøðurnar. Tað er hóast alt tað, fyritøkur hava leiðslur til. VIÐMERKINGAR Lønarsteðgur er fupp Nicolina Dahl Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum Nú valstríðið er í hæddini, sær tað út til, at mesta kjak- ið snýr seg um, hvussu val- sendingarnar í sjónvarpi- num spældu av. Við øðrum orðum verður meira tosað um form enn innihald! Tað hevði verið áhugavert at vitað, hvat valevnini í sjón- varpinum søgdu, men vit eru nøkur - umleið tíggj- undaparturin av fólkinum í hesum landi, sum ikki eru før fyri at fylgja við í, hvat sagt verður í sjónvarpi, fyri ikki at tala um útvarpi, tí at vit hoyra tað ikki. Tískil kunnu vit, meðan valevnini gera sítt ítarsta fyri at siga okkum, hvat tey meina og meta, vilja og vænta, ætla og lova, noyðast við at sita og hyggja at tí flaksandi upptøkutólinum, meðan vit meta um, hvussu væl (ella illa) slipsini hóska til teir nýggju klædningarnar, og hugleiða um, hvussu tað ber til, at fólk, ið tosa so ótýðiliga, hóast tey í aðra- máta mugu sigast at vera dugnalig og professionel, standa fremst innan sam- skifti og kunning í Føroy- um. Tá løgtingið í næstu viku aftur er mannað við nøkr- um av hesum mongu vón- ríku fólkum, vóna vit, at tey í minsta lagi kunnu semjast um eitt einasta mál: nevniliga tað at áleggja Sjónvarpi Føroya at røkja sína sektorábyrgd yvir fyri teimum mongu, ið ikki hoyra, og teksta allar føroyskar sendingar, sum hava almennan áhuga. Men ikki tykkum at siga, peningur má fylgja við, tí tað kostar at teksta!! Tað hevur víst seg í øðrum londum, at ikki fyrr enn lóg er, ið áleggur miðlunum at teksta, tástani fáa vit hesa tænastu, sum verður mongum til gagns. So er at vóna, at tá bý- og bygdaráðsvalini verða til heystar, verða eisini vit hoyribrekaðu før fyri at taka lut í kjakinum um innihaldið í tí, landsins kosnu bera fram! Tekst á sjónvarpið Malena Arnholdsdóttir, form. í Javna Børnini, sum hava Down syndrom ella hava sokall- aðu Mongolismu. Eru tey, ið hava Downs syndrom ov góð til at sleppa at liva ella, hví skullu tey skiljast frá - frá sjálvum lívinum? Tað rann mær kalt niður eftir rygginum, tá ið eg í dag hoyrdi hesi tíðindini. At danir nú fara at bjóða øllum kvinnum skanning fyri at staðfesta Downs syndrom. Teir vænta at kunna minka um tilburðirnar úr 60 - 70 um árið til einar 5. At kanska øllum mamm- um her skjótt fer at standa í boði at kannast, um barn hennara hevur ein ávísa »nakkafold«. Hevur barnið hesa, skal kannast meira, tí kanska hevur barnið Downs syndrom og, um so er, er best at fáa lívið av tí. Ja, soleiðis ljóðaði tað fyri mær. - Hvat munnu tey, ið hava Downs syndrom og avvarð- andi teirra hugsa, tá ið tey hoyra slíkt! - Altso, hvat er hetta fyri nakað? Skal lívmóðurin, har børnini liggja so trygg, verða eitt ótrygt stað? Hvat hava tey, ið hava Downs syndrom gjørt okk- um? Hava vit rætt til at nokta teimum lívið? Hava vit rætt til at nokta foreldrunum hesi børnini? Hava vit rætt til, at fáa foreldur at føla tað soleiðis, - enntá áðrenn barn teirra er føtt, - tí tað hevur Downs syndrom? Hvat verður tað næsta, sum er lívsvandamikið at feila - áðrenn ein er fødd- ur? Ja, eg spyrji bara - tí eg haldi, at øll eiga at hava sama rætt til lívið! Eri takksom fyri øll míni børn, eisini sonin - við kromosomfeili - sum slapp við lívinum! Haldi, at vit eiga at taka ímóti øllum børnum við tøkk Vit mugu hjálpa bæði foreldrum og børnum, at tey fáa eitt virðiligt lív. Eg ynski við hesum skrivi, at vit øll hugsa meira um, hvat vit halda er rætt ella skeivt og royna at liva eftir tí. Meira um evni er á heimasíðuni hjá Javna: www.Javni.fo Hví skulu tey børnini ikki hava sama rætt til lívið? 14 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 15 Agga Niclasen attitude@niclasen.fsnet.co.uk Til føðingardagar ymsa- staðni í landinum vitnaði eg sum unglingi vaksin fólk tosa um politikk. Kanska mest um politikarar. Og so- leiðis sum nøkur teirra bóru seg at, "hasir forbrendu ‘bedragandi’ vatnskallar, teir gera ikki annað enn at raka til sín og síni"–fyri síðani at lata júst hesum lo- kalpolitisku pamparum sína atkvøðu dagin eftir–er kanska einki at siga til, at tey undir valrættaraldur vilja henda lækkaðan. Har eru eisini aðrar enn "vit eru líka klók sum tey átjan ára gomlu"-orsøkir til hví valrættaraldurin kundi farið niður. Og er tað tí, at bretski stýrisskipanarráð- harrin, Lord Falconer, nak- að fyri ársskiftið kundi boða frá, at hann hevði biðið valmannasamgong- una at kanna valrættarald- urin. Lord Falconer greiddi nevniliga frá, at stjórnin var stúrin um manglandi pol- itiska luttøku millum ung- dómin og helt, at ein lækk- aður valrættaraldur kundi verið svarið. Harumframt nevndi hann møguleikan fyri at onkur kanst gera limur í parlamentinum sum 18-ára gamal og ikki sum nú, har tú skalt vera fyltur 21. Alt hetta verður lagt fram í størsta álvara. So, áttu sekstan ára gaml- ir føroyingar fingið loyvi at atkvøtt komandi týsdag? Nei. At byrja við kunna vit siga, at eitt slíkt uppskot hevði ført til, at Føroyar ikki longur høvdu verið ímillum londini, ið royna at virðismeta fólkaræðisligt frælsi allarmest. Kortini, um úttalilsi sum "vit skula ikki bara gera sum onnur, men verja um føroysk virði og lívslag [sic]" er tað vorðið greitt, at ikki-fræls- lyntu valevni Mið- og Fólkafloksins, men meira órógvandi, Sambandsfloks- ins, ikki leggja petti í at vera millum oddaliðini á hesum øki soleiðis sum val- evnini bera á brá av at vera undarliga hálv-fasistisk í teirra barnsliga fremm- andaótta–hvussu so enn hesi blaka orð sum "kristni" ella "næstrakærleiki" um seg; og er talingur sjálvandi um eitt heilt serligt slag av næstrakærleika; tað slagið, ið bert fevnir um føroying- ar-Føroyar og í besta føri kristnitrúgvandi. Vit liber- alt progressivu, ella, "ný- mótans" menniskju, sum hesi vanmenningarligu val- evni nú syrgiligani rópa okkum í tørvinum á einum grundgevandi andsvari til sjálvt málið fyri hond, spyrja jú ikki eftir at taka í nýtslu alt, sum "útlendskt" er; men undir øllum um- støðum at røða um, hví at lond–flestir føroyingar fegnir vilja vera samanbor- nir við–hava tikið í nýtslu politikkin um eitt nú skrá- sett parlag og hví at lond ætla at lækka valrættarald- urin. Men av londum, sum hava ein lægri valrættarald- ur enn 18, kunna nevnast Norðurkorea og Sudan, sum hava sett hann á 17. At íhaldssinnaðu flokkarnir í Føroyum als ikki bera eyga við teir atspýggjuligu fel- agsnevnarar, hesi lond og heimlandið Føroyar eru saman um, tykist fullkomi- liga eyðvitað: tí meðan stal- inistiska stjórnin í Norður- korea flytur samkynd inn í fongsul at fáa neglurnar hálaðar út og "islamiska" stjórnin í Sudan hevur valt at elta niður samkynd við tí úrsliti, at tey hoppa út av einum bergi, avgjørdi tann frælslynta sjálvstýrissam- gongan í Føroyum einans at taka í nýtslu tann ‘humana’ politikkin, har tú bara út- flytur samkyndir borgarar. Men at alternativið, Sam- bandsflokkkurin, ikki er sørt betur–altso, líka "menniskjasligt", kom so dyggiliga til sjóndar leygar- kvøldið 10. januar í út- varpssendingini "Í and- gletti" hjá ÚF. Her bleiv nevniliga Sambandsflokk- urin um sín, sum sendingin frá leið, pis aller-leiðara, Lisbeth L. Petersen, á und- runarvert góðan journalist- iskan hátt frárændur sítt eti- kettu-frælslyndi so hjá øll- um lurtarum at staðfesta: at Sambandsflokkurin, øvut stevnuskránni, er anti-li- beralur. Og at Fólkaflokk- urin ikki bert er anti- liberalur , men vamlisligur, kom so fram 48 tímar seinni. Men hvussu valevni floksins yvirhøvur hava eydnast at flokka seg sum "liberal", er nærum tragi- komiskt og tekin um skelk- andi trot á politologiskum innliti og fólkaligheit. Set teg bara í samband við eitt- hvørt muslimskt-hatandi og homofobiskt valevni hjá lista A og spyr um ein kom- andi "føroyskan" útlend- ingapolitikk, hvat tey halda um skrásett parlag fyri hinskynd ella hvussu tað, at vera liberalur, kann knýtast at einum sama skattapro- sent fyri allar inntøkubólk- ar-politikki! Brasil, Kuba og Nikara- gua hava ásett valrættarald- urin at vera 16. Iran er eftir øllum at døma fremst í demokratisku liberaliser- ingini við einum valrætt- aralduri á 15. Rættiliga reglufast hava londini, ið fyrst lækkaðu valrættarald- urin, verið stýrd av virk- num anti-demokratiskum stjórnum. Tey fyrstu londini at lækka valrættaraldurin til 18 vóru Sovjetsamveldið og Suðurafrika undir apart- heid. Og eitt sindur øvut hava annars slík fyrimynd- arliga liberal-demokratisk- ar skipanir sum Danmark og Niðurlond havt eitt val- rættaraldurs-lágmark á 25. Hvat sigur hesin forvitn- isligi roynveruleiki okkum? At har er als eingin orsøk til hví lond sum Kuba og Norðurkorea ikki skula hava ein valrættaraldur á 17, 15, sjálvt 5–tað ger ongan mun við ongum demokratiskum vali. Tað vísir kortini, at har ikki er nakað neyðturviligt sam- band millum eina víðkan av valrættinum og fólkaræðis- ligt frælsi. Nú er tað ov seint, men hevði herhøvd- ingi Pinochet loyvt 10-ára gomlum drongjum at at- kvøtt fyri honum, hevði Óli Breckmann ivaleyst bryggjað eitt samband mill- um tey bæði og lagt upp- skot fram um at lækka val- rættaraldurin í Føroyum við átta árum. Men so vil eg eisini sleppa at skjóta upp. Tí gandakallurin, David Blaine, valdi herfyri at "óundirhalda" við at vera í einum glarkassa omanfyri Tower Bridge í 48 samdøg- ur uttan mat og drekka. Mær vitandi er kassin enn í goymslu, so hví ikki loyva Thatcher og Breckmann at endurtaka "bragdið"? Mannamúgvurnar høvdu verið størri enn nakrantíð fyrr. Óansæð, ein stjórn, sum lækkar valrættaraldurin bara við tveimum árum, vildi broytt hugsjónarliga smakkin hjá veljarafjøldini munandi. Hetta vildi jú svarað til knappliga at lagt eina føroyska stór-bygd aft- urat føroysku veljarafjøld- ini; eitt fólkatal, hvørs meiningar og trúfesti eru nakað øðrvísi enn restin av veljaraskaranum. Sekstan ára gomul eru yvirhøvur uttan ábyrgd. Og hetta sigi eg á ein ikki-niðrandi hátt. Sera fá 16- ára gomul hava verið noydd at tikið ábyrgd av nøkrum sum helst ella hava eina veruliga fatan av skyldu. Næstan eingin teirra hava børn; bert ein minniluti veitir eitt bein- leiðis íkast til samfelagið, fá hava eina týðiliga ímynd av hvat teirra lív fer at inni- halda og bert ein támutan varhuga av politisku val- møguleikunum. Sjálvandi, nógv av tí omanfyri er galdandi fyri nógv vaksið fólk; og vit mótmæla ikki ímóti at full- vaksin atkvøða av grunn- skygdum ella fjákutum áv- um: at kristnitrúgvandi at- kvøða borgaraligt, tí at av- varðandi flokkar eru av- markandi næstrakærir og frælslyntir; at sambands- fólk atkvøða fyri Heðin Mortensen fyri hansara intellektuelt avbjóðandi lesarabrøv við nýskapandi yvirskriftum sum "Farvæl fullveldi, góðan morgun Føroyar"; at tey ítróttar- glaðu atkvøða fyri Fólka- flokkin við tað at Anfinn "[eg] siti við gluggan og hyggi út" Kallsberg er eitt sjálvskrivað umboð vegna ítróttin og at sjálvstýrisfólk atkvøða fyri hr. Ejdesgaard orsakað av Kára P. Høj- gaard. Men har er ein mun- ur. Har eru ikki nógv vaks- in, ið ikki hava ein var- huga–hvussu kámur hann enn er–av ábyrgd og hvussu politikkur hevur ávirkan á teirra lív og fer at hava tað í framtíðini. Harumframt, sjálvt endamálið fyri nakr- ari niðurstøðu er uppliving. Sjálvt tann mest tornæmi veljarin vil hava ein var- huga av hvussu henda stjórnin, henda samgongan, ber saman við undanfarnar samgongur. Royndir, ella uppliving, merkir ikki endiliga, at eldri veljarin er ein betri veljari, men roynsla lærir ein veljara hvat kann og ikki kann røkkast av pol- itikarum. Hvat høvdu vit skulað gjørt við einum 16- ára gomlum veljara hin 20. januar 2004, ið valla hevur nakað minni um nakra landsumsiting áðrenn júst fráfarnu sjálvstýrissam- gongu? Svarið er at tú sigur teimum frá hvussu óføroyskur og óndur ávika- vist Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin var; harav tað seinna hóast alt var–og enn er–satt. Og tað er sjálv- andi eingin orsøk til hví tey ikki skula trúgva tær. Tann mest sannlíki trup- ulleikin við at lækka val- rættaraldurin er eitt hug- sjónarligt innrák. Tá ið tú tosar við ungfólk, dettur tær alt fyri eitt í hug ein hugsjónarligur hugburður um hvat sum helst samfel- agsmál. Nei, hetta ljóðar helst ikki sum nakað ringt, men støðutakanirnar, nógv ung krøkja seg í, lat okkum siga, umhvørvið, ein her og nú-úrmelding úr ríkis- felagssakpinum ella ikki, Irak ella fullkomilig ognar- spjaðing, eru barasta ikki roynveruligar. So, hví er tað, seinast í Bretlandi, at stjórnir um- hugsa at lækka valrættar- aldurin? Tær hevda, at hetta kann strekkja fólkaræðis- liga luttøku, og halda–rætt- liga, at ein demokratisk rødd ikki eigur at vera knýtt at skattagjalding ella ogn. Men um hetta er so, íðan, hví ikki strekkja atkvøðu- rættin so at tey 10-ára gomlu kunna seta kross sambært teirra samvitsku? Hesi hava somuleiðis mein- ingar um samfelagslig mál. Hví yvirhøvur hava eitt lág- mark fyri valrættaraldurin? Enntá vandamiklari er uppskotið hjá bretsku stjórnini um at lækka val- evnisaldurin at umfata tey 18-ára gomlu. At eitt slíkt uppskot nakrantíð kom nið- an í løgtingið, ikki um at tala viðtikið, sigur helst eins nógv um táverandi løgtingslimir sum núver- andi flokkar. Tó, tað átti helst ikki verið ein prak- tiskur trupulleiki, við tað at eingin andaliga rættvorðin politiskur flokkur ger av at hava 18-21 ára gomul sum valevni, um so er, at hann ætlar at vinna sessin. Held- ur ikki kann ein 18-ára gamal á nýtiligan hátt vera við í einum parlamentarisk- um kjaki. Veruligi vandin er tó hugburðurin, at áhugamálini hjá ungum bert kann umboðast av ung- um; ein hugburður, sum bert kann enda við at teirra áhugamál verða vanrøkt við tað at tey verða givin burtur til óroynd og margi- nal talsfólk. Í hesum føri vita tey vaksnu helst best. Møguleikin fyri at víðka um atkvøðurættin fer alt annars eins at styrkja víð- gongdu og ópraktisku rødd- irnar á politiska vígvølli- num, og er tað nakað, vit øll eiga at vera stúrin um. Tí við hesum lag fara fólk at argumentera fyri at tað skal gerast lógligari at stinga meg í bakið við knívi, av tí at eg eri andro- gynt slúrutur, enn at stinga Óla Breckmann í bakið, av tí at hann breiðir út eitur um samkynd, muslimar og flóttafólk, ella Lassa Klein, av tí at hann er, á ja, Lasse Klein. Um løgtingslimir ætla at kalla inn eitt stórt tal av 16-18 ára gomlim veljar- um sum, sambært allýsing, ikki vita, hvat teir tosa um, fer politikkur at vera fyri eini óbeinasamari broyting í einum frammanundan menningarlandskendum fólkaræði. VIÐMERKINGAR Politikkur hevur ikki tørv á einum hugsjónarligum innráki Meinhard Jensen Ein dagin var prominent- asta sambandsfólk í landi- num - Lisbeth - í Útvarpi Føroya. Hon segði seg føla, at Danmark og Før- oyar og Grønland eru jevnbúrdis partar í sama ríki. Onkur vildi protest- era, men tað legði Lisbeth onki í, tí hon føldi sum hon føldi. Danskarar kunnu krev- ja, at vit tosa danskt í Før- oyum, men vit kunnu ikki siga, at tey tosa føroyskt í Danmark. Danskarar bestemma, at vit skulu flagga við donskum flaggi, men vit bestemma ikki, hvørjum danskarar flagga við. Danskar fyritøkur fáa føroyingar at keypa vørur gjøgnum Danmark, men føroyingar fáa sjáldan danskarar at keypa útlend- skar vørur gjøgnum okk- um. Danskarar kunnu best- emma, hvørjir útlendingar sleppa til Føroyar at búgva og ferðast, men føroyingar sleppa ikki at bestemma, hvørjir útlendingar sleppa til Danmarkar. Føroyingar sleppa bara til Olúmpiadu undir Dannebrog, men danskar- ar behøvast ikki føroyskt flagg. Danskarar kunnu seta okkum undir administrati- ón, tá vit hava krisu, men vit kunnu ikki seta tey undir administratión. Danskarar kunnu annul- lera fólkaviljan í Føroy- um, men vit kunnu ikki annullera danskar fólkaat- kvøður. Føroyar eru stýrdar eftir eini heimastýrislóg, sum er ein donsk lóg, men Danmark er ikki stýrt eftir føroyskari lóg. Danmark er heldur ikki føroysk koloni og so fram- vegis. So totalt obliviøst bara at føla út í tóman heim so- leiðis, at man er jevnbúr- dis við danir. Heldur man. Men har sum klárskygni ikki sleppur framat, skulu aðrar kreftir til. Sum ein sum ein dagin helt seg føla, at vit eru ein tjóð. Hvat ST danska stjórnin og grundlógin halda, tað var alt onki í mun til hans- ara følisir. Ein annar - ein tingmaður við følisum - føldi, at hann átti Dan- mark minst líka væl sum Danmark átti hann. Snýr tað seg bara um, hvat man følir í sær sjálv- um, haldi eg, at tað er gott at koma í kontakt við sítt innara eg og kanska tí utt- aru virkuligheitina eisini. Sambandsfølisir uppundir valg (Floksleyst valagg) C M Y K 15 14