Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 17 Jakobina Tórstún Í samband við valstríðið, kundi eg hugsað mær at byrja hesa grein við nøkr- um brotum úr bókini "Frænir eitur ormurin", skrivað av Jens Paula Heinesen, og útkomin fyri 30 árum síðani, í 1973. Í kapitlinum "Tvílyndið" lýsir Jens Pauli framburðs- kreftirnar og afturhalds- kreftirnar soleiðis: Bls.385. Endiliga í 1906 brast fyri nevi. Hesar báðar rørslurnar, ið ganga sum tveir sjónskir træðrir gjøgn- um søguveftur okkara og sum finnast í allari politisk- ari søgu, komu fyri ein dag. Sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin fødd- ust.Upp í tann fyrra flokkin tyrptist allir teir gráu menn- inir av ræðslu fyri tí nýggja, ið koma skuldi.Upp í hin flokkin fóru hugsjónar- menninir at bjarga okkum burtur úr moralskri ómegd og armóð. Hvat kunnu vit gera ? róptu fólk, vit orka einki, vit duga einki, vit eiga einki.Og teir svaraðu: Orka vit einki, so mugu vit styrkja okkum, duga vit einki, mugu vit læra okkum dugnaskap, eiga vit einki, mugu vit skapa okkum tað, ið tørvar. Hava vit ikki lendingar, vegir og brýr, so byggja vit tær. Hava vit ongan føroyskan skúla, so seta vit hann á stovn. Hava vit einki kirkjumál, so skapa vit okkum eitt. Hava vit ongar sangir at syngja, so yrkja vit teir. Hava vit ongar skúlabøkur, so skriva vit tær. Hava vit eingi yrkisfeløg, so seta vit tey á stovn. Og so framvegis, og so framvegis. Eitt var monnum fullkomiliga greitt: Einki úrslit kom burtur úr við at sita við hond í favn og bíða eftir, at aðrir gjørdu hetta fyri teir. Tí brettu teir upp um armar og fóru til verka . Teir offr- aðu seg, meðan "veruleik- ans menn" díktu teir undir í hánarorðum.Tey somu hán- arorð, vit kenna alt ov væl frá okkara egnu tíð.Einki er nýtt undir sólini.Teir gráu menninir ganga aftur. Sum bjargamál úr søguni regna orð teirra niður yvir okkum í dag. Ì dag siga veljarakann- ingar, at Sambandsflokkur- in fær stóra framgongd.Um so verður, er tað stórt spell, og eitt afturstig fyri Føroya fólk. Havi lurtað eftir valsend- ingunum og m.a. hoyrt Sambansflokkin . Eg má siga tað, at tómari tos skal man leita leingi eftir. Helgi Jacobsen í útvarpinum, spurdi um hvat fyri støðu Sambandsflokkurin hevðið til hetta og hatta.Teir høvdu onga greiða støðu til nakað sum helst, burtursæð frá at eldraøkið skuldi prioriter- ast, men hvussu tað skuldi gjaldast, ja tað høvdu teir heldur onki boð uppá. Og so var tað hasin hemmiligi skattareformurin hjá teim- um. Álvaratos, spæla vit krógva og blunda? Eru vit ikki vaksin fólk.Hesin fan- tastiski skattareformur, sum skuldið gera tað, at fólk betur tímdi at arb- eiða..Vit skuldu ikki gjalda meira enn 40% av síðst tjentu krónu. V.ø.o. tær høgu lønirnar, sum í dag gjalda nógvan skatt høvdu komi til at goldið minni skatt. Ein fullkomuliga sosialt órættvís skipan, sum passar beint niður í lumman á Fòlkaflokkinum. Guð náði okkum, um hasir báðir flokkarnir fara at hálsfevn- ast, so fáa vit borgarligan politikk fyri allar pengar- nar. Hvat meinar Sam- bandsflokkurin í grundini við, tá ið hann vil hava okk- um at arbeiða so nógv meira? Er tað ikki ivaleysa nokk, at foreldur við børn- um arbeiða fulla tíð. Hvat skulu vit hava børn til, um vit ongantíð hava tíð til at verða saman við teimum? Eitt av teim málum sum fakfeløgini júst arbeiða fyri er jú niðursett arbeiðstíð, og at vit skulu kunna liva fyri okkara løn. Heilt erligt, um tað er onkur, sum so ill- ani vil arbeiða allatíðina, kundi tað so ikki verið eitt hugskot, at hesi góvu onkr- um, sum ongan arbeiðstíma eigur burturav frá sær - hvussu hevði tað verið. Vit kunnu ikki krevja gull og grønar skógir, og tað skal onki kosta okkum. At vit øll gjalda til eldraøkið og onnur økið yvir skattin er fínasta slag, og eisini tað mest rættvísa.Hetta er ein felags ábyrgd.Har má eg taka hattin av fyri Høgna Hoydal, sum í útvarpinum segði við Sambandsflokk- in, at hann helt seg arbeiða ivaleysa nokk, og at hann ongan áhuga hevði í at gjalda minni í skatti enn hann gjørdi í dag. At fólk ið seta búgv og sum ikki fáa endarnir at røkka saman, verða hjálpt á annan hátt enn við yvirarb- eiði og hesum skattatosi- num, er so nakað ann- að.Har haldi eg at tankin um t.d. íbúðartrygging (boligsikring), sum Jóanes Eidesgaard kom inná í Sjónvarpinum, er nakað ið arbeiðast kundi verið fyri.Vit eru eftirbátar, tá ið tað snýr seg um íbúðarpoli- tikk, og her eiga vit at gera okkurt munagott framyvir. At endað aftur til út- varpssendingina við Sam- bandsflokkinum.Har var einki áræði at hóma nakra- staðni, so at siga alt kundi bíða, ongin støðutakan til nakað, jú vit skuldu verða stolt av, at vit høvdu tvey umboð á fólkatingi.Eg meini tað. Henda undir- brotligheit, sum ongantíð hevur bygt nakað land upp. Vilja vit framgongd í Føroyum, vilja vit sosialt rættvísið, vilja vit menna okkum og okkara samfelag, so skulu vit ikki velja hesar borgarligu afturhaldskreft- irnar. Gøtuparlamentið raðfest- ir heilsu og sosialmál hægst, og tí er tað eftir mín- um tykki upplagt, at Javn- aðarflokkurin, Tjóðveldis- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin, sum hava nakað tann sama sosialpolitikk í teirra valskrá, men eisini hava nógv annað til felags, koma at samstarva og stjórna hesum landi í kom- andi valskeiði. Gott val. Við tjóveldiskvøðu Kjartan Hoydal Endamál og kós má til í føroyskum politikki, annars standa vit okkum ikki í al- heimssamfelagnum. Hetta hevur mesta týdning fyri at gera Føroyar til eitt nútím- ans samfelag, har eitt vaks- andi tal av føroyingum vilja arbeiða og virka. Veruliga uppgávan hjá politikarum í Føroyum er at savna føroyingar um eitt felags endamál, eina felags kenslu av hvørja leið vit skulu halda fyri at fóta okk- um í heiminum. Til hetta krevst ein dagsskrá við broytingum og úrslitum. Flokkarnir, sum bjóða seg fram til valið 20. janu- ar, tykjast vera samdir um at styrkja tær skipanir, sum eru týdningarmiklar fyri persónlig viðurskifti, sosi- alt trygdarnet, góðar tæn- astur til tey veiku í samfel- agnum og góðar møguleik- ar at leita sær vitan og kunnleika. Neyvan er held- ur stór ósemja um at vit skulu skapa so góðar karm- ar sum møguligt, so før- oyskt vinnulív mennist og fjølbroytist. Yvirhøvur er semja um, at land okkara skal bindast saman við góð- um samskiftis- og sam- ferðslumøguleikum. Helst allir flokkar ynskja rættar- trygd og at Føroyar eru eitt opið og nútíðar samfelag. Um veruliga semja er um hetta, so setir hetta ávís krøv og aftur kemur kravið um eitt endamál, um at stinga út í kortið eina gongd, so veljarin veit hvar leiðin gongur. At politiska lívið ikki bert verður ein listi við lyftum,uttan kós, viðhvørt hendan vegin, við- hvørt handan vegin, við- hvørt niður, viðhvørt upp. Sum maðurin segði, um eingin kós verður sett, so er góður kjansur, at vit enda onkra heilt aðrastaðni, enn vit væntaðu. Fullveldisleiðin, sum varð sett út í kortið í 1998, er besta dømi enn, í før- oyskum politikki, um enda- mál og eina kós, sum røkka væl út um eitt valskeið. Undir hesi meginyvirskrift varð løgd ein ætlan, sum skuldi føra fram til, at før- oyingar tóku ábyrgd av ein- um vaksandi tali av sam- felagsøkjum, fram móti ein føroyskum stati við full- veldi í øllum spurningum. Tað er greitt at hetta er ein krevjandi leið. Tað er lættari at leggja seg aftur á. Lat danir hava ábyrgdina av so nógvum sum gjørligt, lat teir halda áfram at fíggja partar av almennu fyrisit- ingini. Hví gera sær ómak og taka meira upp á seg? Eg havi tað føstu hugsan, at vit eru noydd at taka ábyrgdina, um vit skulu skipa eitt vælvirkandi før- oyskt samfelag, sum menn- ist og veksur og klárar seg í kappingini við grannalond okkara. Einki stendur í stað. Grannalond okkara mennast og flyta seg. Standa vit í stað, so gerast vit eftirbátar. Fleiri veljarakanningar hava sýnt, at samsvar er ikki millum tað støðu, sum fólk hava til týdningarmikl- ar samfelagsspurningar og partapolitiska tilknýtið. Dømi um hetta er støðan hjá veljaranum til yvirtøku av rættarskipan og ákæru- valdi og løgreglu. Bert 33%, halda at vit als ikki skulu yvirtaka rættarskip- anina, og bert 43%, at vit als ikki skulu yvirtaka ákæruvald og løgreglu. Hetta er kanska ikki so løgið. Hví skuldu donsk løgregla, danskt ákæruvald og rættarskipan verið tað besta fyri Føroyar? Hví skulu danskir ráðharrar og danskir fólkatingsmenn duga betur at skipa hesi viðurskifti í Føroyum enn føroyingar? Eru ákæruvald- ið og løgreglan so dygdar- góð, at tey ikki kunnu vera betur og til lægri kostnað? Halda vit at eftirlitið, við at lógir verða hildnar í Føroy- um, vera fullkomið, so tað ikki kann batna? Sambært veljarakanningar heldur bert ein minniluti tað. Vit vita av royndum, at føroyska umsiting og al- mennar tænastur eru alt ov kostnaðarmiklar, tí vit hava skrivað av danskar skipanir, sum eru ætlaðar einum samfelag 100 ferðir fólka- ríkari enn okkara, og at vit ikki enn hava megnað at gera skipanir, sum gera nyttu burturúr, at vit eru eitt lítið samfelag. Summi føra fram, at saman við Danmark standa vit sterkari í heiminum. Hetta er ein grundleggjandi misskiljing - tað er beint øvugt. Bert tá vit sjálvi leita, kanna, meta og finna fram til okkara egnu støðu til broytingarnar í heimi- num vinna vit fram. Eru vit bert ein hali hjá Danmark, innan teir karmar, sum Danmark og ES semjast um, so er deyðin í durinum; vit sleppa ikki undan at taka ábyrgd. Hugurin at taka ábyrgd viknar sum misálitið á pol- itisku skipanini veksur. Tað er so ógvuliga lætt, at detta niður í "gamla" politikkin við persónsklandri og ill- gruna um at alt er politiskur rossahandil. Hvørja ferð tað frættist um klandur og rossahandlar, undirbygdar ákærur vera reistar móti leiðandi politikarum og ikki afturvístar, so kvinkar álitið hjá veljarunum niður- eftir og viljin at taka ábyrgd samsvarandi. Tað er tungt og drúgt at uppbyggja álit á politisku skipanina, men løtuverk at bróta niður. Eitt álop á fjølmiðlafrælsi dreg- ur niður, eitt fiskiloyvi til ein politiskan felaga í óðum verki upp undir eitt val ger tað sama, valevni, sum fyrr hava kostað samfelagnum arbeiðspláss og 10 tals milliónir í almennum veð- haldum og eisini tá politik- arar siga, ja vit eru fult fyri hasum, men ikki akkurát nú, vit mugu bíða til líkind- ini eru øðrvísi og betri. Eitt krav um, at tey val- evni, sum bjóða seg fram, eru fús at átaka sær vaks- andi ábyrgd av og í øllum viðurskiftum og at finna føroyskir loysnir, sum hóska til føroysk viður- skifti, átti at vera grund- leggjandi tónin í øllum val- stríðnum. Tað krevur meira av tí einstaka politikara- num, men má vera megin- kravið, um Føroyar skulu ganga framá í øllum lutum. Farvæl fullveldi - farvæl ábyrgd Nakrar hugleiðingar í samband við valið 2004 VIÐMERKINGAR Amt ella loysing Virgar T. Dalsgaard Í skjótt seks ár hava harra Arnfinnur Kallsberg og serliga harra Høgni Hoydal mishandlað okkara neyðars land við teirra stupida og infantila møsni um pseudo- problem, sosum danska kúging, fyri ikki at tosa um teirra monomanu og paranoidu grammofonplátu um fullveldið, sum hevur skullað burturleitt áhugan hjá veljarunum frá sociala gerandisdegnum, verulig- um seriøsum politikki og landsstýrisins politiska hjálparloysi. Tað er jú klas- siskt høvuðkamba-mynstur hjá evnasmáum politikar- um at brúka chauvinismu sum kyniska flýggjan frá veruleikanum, altso sum eskapismu! Henda parantesin í føroyskari søgu hevur verið ein sjáldsama óverdugur og skammiligur harmaleikur, har menn hava skift øll rationell argument út við innantómar klichéir og primitiv rakstrarróp, næst- an sum við fólkaatkvøðuna í 1946. Menn hava ferðast sum viljaleysar rukkur til Reykjavíkar, Liechtenstein- ar, Michigans, Onglands etc. og fregnast um pseudo- spurningar, soleiðis at nógv hildu landspolitikararnar vera í ferð við at seta upp ein absurdan franskan sjón- leik um tað totala mein- ingsloysi í tilveruni! Ì staðin fyri at ræsonnera um seriøsan politikk endurtóku landsgongumenn sum monotont messandi munk- ar sínar banalu flosklar um ”fullveldi”, ”evsta vald”, ”frælsar Føroyar”, ”dansk- an yvirgang”, ”sjálvber- andi búskap” og nú er allar- seinasta klichéin frá repu- blikansku urguni ”loko- motiv” – tonkjararnir í tjóð- veldisflokkinum sammeta seg nú í ramasta álvara við eitt lokomotiv – hetta man vera ein sprellimans-effekt, tí hetta er so naiv metafora, at hon kann bara vera pro- ducerað í London! Men í einum landi, sum ikki hevur nakað jarn- breytastrekki, kundi tað akkurát líkst teimum eiða- søru tjóðveldismonnunum at farið og investerað í eitt risastórt lokomotiv, sum so kundi staðið í stað og grópað seg niður í rununa, tí eingin tjóðveldisheili hevði hugsað um, at eitt lokomotiv er púra óbrúki- ligt, har eingin jarnbreyt er. Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð forstaðið, at tað er neyðugt at hava el-veiting, áðrenn man keypir sær eina kókiplátu! Vit hava havt næstan sjey undanfarin feit ár, har landsstýrisgongurnar bara hava spælt sær í politiska grulvigarðinum við full- veldi og grundlóg, og nú koma tey sjey raku árini, har als einki er gjørt fyri at konsolidera seg og fyri- reika seg til nógv verri tíðir! Fólk eru væl greið yvir, at nú er veitslan við at vera liðug og beiski ger- andisdagurin meldar seg við hørðum krøvum. Tær innantómu Høgnesisku klichéirnar Grammofonplátan við Hoydals-klichéum er nú so slitin og bótin í fullveldis- súpanini er nú so sundur- kókað, at soðið er sjálvt hjá fanatiskum tjóðveldis- fusentastum ov tunt at fáa nakra mettu av! Fólk eru eisini troytt av rakstrar- rópum og vilja nú heldur tosa um veruligan politikk, og hvussu samfelagið skal bjargast, nú likviditeturin er heilt í botni, og teir góðu konjunkturarnir eru av. Medicinmaðurin, sum tryggjaði Høgna eftir sein- asta val úr eini politiskari offside støðu hevur verið Føroyum ein dýrur kleppur og næstan ført samfelagið eina øld aftur í tíðina! Aldri áður í føroyskari søgu hava vit fíggjarliga havt slíkan undanvind, so hollar konjunkturar og so góðar møguleikar við astronomiskt høgum fiska- prísum, men kortini hevur tað eydnast hesum óhegn- iga og stak klombruta landsstýri at søpla burtur allar okkara søguligu tjans- ir, tí teir sum ábyrgdarleysir óvitar hava brúkt sína spinklu orku, men ómeta- ligan pening uppá propa- gandu í bókum, faldarum og enntá filmi um seg sjálvar og tað vitleysa full- veldisprojektið í staðin fyri at útbyggja eitt fjøllbroytt, fleksibult vínnulív, tryggja socialu vælferðina og viðlíkahalda vanrøktaðar bygningar, skip ella onnur forsømd framleiðsluam- boð. Eisini hava landsins stjórnarmenn í hesum seks áraskeiði etið upp hálva- aðru milliard, sum vit fingu sum beinleiðis for- ering frá dønum í sambandi við sonevndu bankakrepp- una. Harumframt hevur tað eydnast hesum politiska grulvigarði at gera okkum internationalt fyri skomm- um og forpestað okkum álitisviðurskiftini við Dan- mark, sum javnaðarflokk- urin og sambandsflokkurin við seigum og systemat- iskum arbeiði høvdu fingið bygt uppaftur, síðani ta fa- talu fólkaatkvøðuna í 1946, har viðurskiftini við Dan- mark vóru, um møguligt skitnari og meira betendað enn í dag! Tað er bæði álvarsamt og syndarligt, tá ið ein polit- iskur óviti, ein amatørur uttan nakrar politiskar royndir og við sera lítlari vitan fær litið nógva makt upp í hendi og sleppur at mishandla eitt heilt sam- felag. Høgni Hoydal og teir charlatanar, hann hevur havt afturat sær, hava verið ein verulig katastrofa fyri føroyska samfelagið! Ein fantastur úr hesi kliku, harra Hermann Oskarsson vildi fyri stuttum lata alla føroyska vinnu fara fyri bakka, um henni tørvaði studning. Hetta er grovt ábyrgdar- loysi og komisk ultra- liberalisma frá fyrrverandi salonkommunisti, sum hevði Albaniu sum fyri- dømi í sínari tíð. Eitt før- oyskt vinnulív heilt uttan subsidiir er heilaspuni og utopi. Uppskotið hjá Her- manni er rein teori og heilt uttan jørðforbindilsi – tað minnir um tann kirurgin, sum ger eina sera tekniskt eleganta og perfekta opera- tión, sum bert hevur tað brek, at sjúklingurin doyr! Hetta eru óvitarnir, sum eru ráðgevarar hjá Høgnaklik- uni. Tá ið Høgni Hoydal, eftir at hann var vorðin varaløgmaður, skuldi leggja fram sín politikk og sínar tankar fyri útisetum í 1999 í Keypmannahavn, kundi hann einki annað vísa á, enn at hann meinti, at føroyingar skuldu liva av IT-virksemi og computara- ídnaði. Tá fóru fleiri av áhoyrarunum at flenna, og minni enn hálvtannað ár seinni lá allur IT-ídnaðurin nærmast í skeljasori, bæði í USA og í øllum norður- Europa. Men hetta var bert lítið dømi um, hvussu totalt ábyrgdarleyst og óumhugs- að alt projektið hjá hesum manni var. Hetta var dømi um, at maðurin eins og fantastarnir í Framafelags- skapinum í sjeytiárunum livdi í púra leysari luft í eini kuvøsu av sápubløðrum og næstan helt seg kunna fáa føroyingar at spáka á sjónum ella hála seg sjálvar upp við eygnabrýrnum. Hvussu mettu útisetar um fullveldið? Eftir fundin í Føroyahúsin- um var forvitnisligt at hoyra, hvat fólk longu tá hildu um fullveldisplátuna og klichéirnar, sum Høgni Hoydal júkaði uppaftur og uppaftur í saman. Ein suðuroyingur helt fyri, at hann helt Høgna vera samvitskuleysan ”gamblara”, og sjálvur helt sunnanmaðurin seg aldri hava verið meira ivaleysan í sambands- stevnuni enn júst hetta kvøldið. Ein annar suðuroyingur: Hetta eru bara ynskir og trúgv – her eru eingi fakta og eingin vitan! Ein vágamaður: Hetta var sum at hoyra um nýggju klæðir keisarans! Ein havnarmaður helt fyri, at Hoydal virkaði sum ein skralltómur og bíligur demagogur. Ein annar havnarmaður: Hetta er hættisligt spæl við vælferðini hjá van- ligum fólki. Ein kona úr Eysturoynn: Hetta er ein bíligur populistur. Ein maður úr Sandoynni: Man hann sjálvur trúgva uppá tað, sum hann sigur? Ein kona úr Vestmanna: Hetta er so órealistiskt, at tað virkar heilt religiøst! Ein maður úr Klakksvík: Tað manglaði bara, at hann segði seg kunna ganga á vatninum. Tað kann nú sum fyrr sannast, at nationalisma er lívsfarlig – hon førir altíð til ábyrgdarloysi og fjalan av veruleikanum og hartil næstan altíð til fascismu. Nationalistar eru aldri førir fyri at loysa nøkur praktisk politisk mál. Søgan vísir okkum eisini týðuliga, at tey allarstørstu framlop, sum verið hava í føroyskari politiskari søgu, altíð hava verið, meðan javnaðarflokkurin og sam- bandsflokkurin hava sitið í landsstýri saman! Tì mugu vit vóna, at gamla gøtan, sum vit minnast, har teir báðir fyrrnevndu flokkar og gamli sjálvsstýrisflokkurin samarbeiddu, kemur at endurtaka seg, soleiðis at vit fáa teir tríggjar heima- stýrisflokkarnar aftur til ræði. Føroyska samfelagið hevur fingið nógvar mangulsjúkur undir hesum stýri, tí treingir landið til eina sanering við sterkum C-vitaminum! Absurdi sjónleikurin í politiska grulvigarðinum í Tinganesi Thorbjørn Brochs Síðani eg flutti til Føroyar summarið 1984, hevur nógv verið tosað um sam- band ella loysing. Men tað var helst upp til hvørt løg- tingsval, og aftaná skuldu heilt onnur mál avgera, hvussu eitt nýtt landsstýri skuldi setast samans. So komið árið 1998. Men minnist til, at fyrst kom 1992, sum gjørdi tað møgu- ligt at síggja, hvussu Føroy- ar eru eitt spælipláss, har danski handilsheimurin kann selja stórar íløguætl- anir uppá kreditt, tó uttan at seta nakað í vága. Og grundin er, at Føroyar hvørki eru Føroyar ella Danmark. Ella – rættari sagt – Føroyar eru Føroyar, tá ið tað tænir donsk áhuga- mál, og Danmark – ella hvørki – tá ið tað tænir danska handilsheimsins áhugamálum. Føroyar læna heimastýrið frá Danmark, men Dan- mark eigur tað, sama hvat løgtingsmenn sjálvir siga ella billa sær inn. Nú siga fjølmiðlarnir, at føroyingurin heldur tað tek- ur ov langa tíð at greiða sjálvstýrisspurningin, og tí vil hann hava onnur mál á borðið, fyri at hvíla høvdið. Kanska passar tað, men so hevur Palliba Joensen ikki nýtt høvdið til at hugsa við. Sjálvstýrisspurningurin er tann mest avgerandi spurn- ingurin at fáa svar uppá, og aftaná valið 1998 vildi meirilutin av føroyingum taka loysing yvir 15-20 ár. So ber ikki til at missa mót- ið aftaná fimm ár, uttan so at fólk veruliga vilja leggja seg undir Danmark. Helst er hetta støðan og tá er ein- asta nýtiliga loysnin at ger- ast eitt danskt amt við øll- um teimum rættindum tað hevur við sær. Í verandi støðu eiga vit ikki egnan avgerðarrætt, men mugu tó taka alla ábyrgd, sum Christiansborg áleggur okkum. Sum danskt amt høvdu vit átt ta trygd, at Danmark hevði ábyrgd av føroyska samfel- agnum. Eg veit væl, at flestir føroyingar vísa eitt sovorðið uppskot frá sær, tí teir eru so vanir at hugsa um Føroyar sum eitt egið land við egnari mentan. Men mentanin er ikki í vanda. Poul Nyrup Ras- mussen góðkendi føroyskt sum eitt danskt minniluta- mál, og tað er galdandi frá fyrsta degi vit fara inn í tað nýggja tíðarskeiðið, eins og tað er galdandi í dag. Sjálvur havi eg altíð ynskt, at føroyingar skuldu taka eina greiða støðu fyri loysing. Men nú tað er so sjónligt, at Palliba hevur mist mótið, er eingin grund er til framhaldandi at spæla við eldin. Hann ið heldur, at Christiansborg vil okkara besta, hann er blindur. Vit eru ein handilsvøra. Vit eru ein fyritøka. Christiansborg leggur ikki í at keypa okk- um tann dagin einki virði er eftir í landinum. C M Y K 17 16