Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 19 VALGREINAR Samferðsla og økismenning Thomas J. Askham valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Fyri at kunna fáa eina optimala økismenning eru fyritreytirnar at tað er ein munagóð samferðsla. Við teimum samferðslu útbyggingarætlanum, sum eru uppi í tíðini, síggjar vónirnar rímiliga bjartar úr fyri økismenn- ing og fyri tey, sum ynskja framhaldandi at búleikast í sínum egna nærumhvørvi. Um vit hyggja eftir teimum ítøkiligu ætlan- um, sum eru settar í verk, so koma ikki at ganga mong ár til Norðoyggjar verða bundnar við meg- inøkið við undirsjóvar- tunnil. Hetta vil óivað menna vinnulívið í Norðoyggjum munandi. Sandoyggin og Suðuroyggin Tað næsta stiðið, ið gjørt eigur at vera, er at ein undirsjóvartunnil verður gjørd til Sandoynna. Við at fáa Sandoynna eina undirsjógartunnel, verður farleiðin hjá Suð- uroyingum munandi styttri. Ein máti at fingi betur og títtari samband við Suðuroynna, var at skjóttgangdi Smyril sigldi fleiri túrar av Tvør- oyri til Sandoynna. Fyri at fíggja ein part av hesi rutu var ikki órímuligt at eitt ávíst prosenttal krónur blivu fíggjaðar av teimum ymsu undirsjóvartunlun- um norðanfjørðs. Mær tykir at hettar var ein gongd leið til annað og betur var funni. Suðuroynni tørvar at tað verður gjørt nakað munagott á samferðslu- økinum, so at økismenn- ingin kann blíva størri og betri enn sum nú er. Her eiga allar góðar politiskar kreftir at lyfta í felag, so at tað sum verður tilvirka verður at koma víðari til keypara ella markna, sum skjóta- st. Suðurstreym / Nólsoy Í Nólsoy hava og eru virkisfús fólk, sum vilja seta á stovn eitthvørt sum kann verða bygdini til frama. Tann trupuleiki, sum ein hevur havt at dragast við nú í skjótt mong ár, eru teir sera avmarkaðu samferðslu- møguleikarnar sjóvegis. Tíðin fyri núverðandi Rituna, er fyri mongum árum síðani farin. Tað eigur at verða ítøkiliga so skipa fyri, at eitt annað størri og høskiligari skip verður fingið til vega. Tað skal verða eitt skip við rampu, sum kann førða tilvirk- aðan fisk og annan tung- an flutning. Skal økis- menning vinna frama í oynni, so verður tað neyðugt við øðrum flutn- ingsmøguleikum. Við at føra ein varligan skinsaman fíggjarpolitik er eingin orsøk til at fara út at byggja nýggja Ritu. Tað átti tí so skjótt sum tilberð, verið farið undir at kanna hvar ein møgu- lig fergulega kundi verið úti í Nólsoy, so henda møguliga kundi byrjast uppá so skjótt sum tilbar. Tá Norðoyggja undir- sjóvartunellin er liðug verður so skip tøkt til siglingina um Nólsoyar- fjørð. Við einari betri farleið til Nólsoy kunnu tey í bygdini byrja at leggja til rættis vinnulív. Eldra- sambýli kann verða sett á stovn, óivað eru mangir aðrir møguleikar. Oyggin er vøkur, so tað skuldi ikki undra meg um ikki ferðavinna kundi verið ein møguleiki. Miðflokkurin vil mál- rætta arbeiða fyri eini økismenning í landi okkara. Miðflokkurin vil líða á hvat vinnulívið hevur at føra framm, sum kann tæna og verða til frama fyri landi og fólki okk- ara. Góðu veljarar. Vit heita staðiliga á tykkum um ikki at sita heima val- dagin, men at tit standa saman við okkum og seta ein sterkan Miðflokk inn á ting. Vel lista H. ella eitt av valevnum flokk- sins. Bjarki Mohr valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Suðurstreymi Men flestu skilja tíverri ikki ímillum samfelags- búskap og virkisbúskap. Undir valstríðnum hig- artil, hava allir flokkar - og nógv valevnir - tosa um búskapin í Føroyum. Um hesin er illa umsitin, sera væl umsitin ella bara nøkt- andi. Nógvar - og tilsvar- andi ymiskar - meiningar eru um málið, men tað má tíverri staðfestast, at flestu flokkar og valevnir ið hava greitt frá, skilja als ikki millum samfelagsbúskap og virkisbúskap. Búskaparliga læran greinar vanliga hugtøkini í tvinnar høvuðsbólkar, sam- felagsbúskap og virkisbú- skap. Í samfelagsbúskapinum arbeiðir man við teim við- urskiftum, ið eru galdandi fyri sjálvt samfelagið sum heild, umframt tey yvir- skipaðu fíggjarligu sam- bondini, ið eru millum lond. Í samfelagsbúskapinum arbeiðir man tí við hug- tøkum sum arbeiðsmegi og arbeiðsloyi, við rentu- og inflatiónstrupuleikum, við gjaldsjavnanum og tjóðar- roknskapinum. Eisini ar- beiðir man við uppspar- ingini í samfelagnum, v.m.. Í virkisbúskapinum ar- beiðir man við teim eink- ultu fíggjarligu eindunum í samfelagnum, t.v.s. tað einkulta virki, um hvørjar møguleikar ella trupuleikar sjálvt virki - ella virkisøki - hevur. Herumframt tosar man eisini um tað einkultu nýtslueindina, ið vit van- liga kalla privata húsar- haldið. Vert er at leggja merki til, at í dag inniheldur fakum- ráðið rakstrarbúskapur bæði hugtakið vinnubúskap og virkisbúskap. Virkisbú- skapur er eitt hugtak, ið fevnir um høvuðsvinnur, t.d. fiskivinnuna, alivinn- una, fíggjarvinnuna, land- búnaðin ella aðra handils- vinnunu. Hugtakið tekur tí støðið í bæði fíggjarligu gongdini yvir tíð innan ymisku høvuðsvinnurnar, samstundis sum man við- ger teir trupuleikar ið eru tengdir at rakstrinum hjá einum virki, ið liggur innan ein av áðurnevndu høv- uðsvinnum. Orðatakið sigur "eitt er bók at lesa, annað er skip at føra". Orðaspælið gevur okkum veruliga nakað at hugsa um, tá vit hoyra politisku markeringarnar. Tað er umráðandi fyri eitt samfelag, at landsins leiðsla megnar at skilja ímillum hugtøkini í praksis, nær tosa vit um samfe- lagsbúskap, og nær tosa vit um virkisbúskap. Gerða vit ikki tað, er vandi fyri at politiskar semjur bert koma at vísa atlit yvirfyri einstak- lingum, heldur enn saml- aðu vinnuni, og ikki minst samfelagsheildini. Egin Henriksen valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Valla fáa tit frið, so leingi so frætt av blóði er í tykkum, at tað loysir seg at tappa. Eins og dýraverðin hevur sínar sjakalar, hevur eisini fíggjarverðin sínar, og liggja teir støðugt á lúri eftir fongi. Tað er neyvan tykkara vælferð, ið liggur teimum á hjarta, sum nú rópa upp um einskiljingar. Tit eru mest áhugaverd, tá gildið skal gjaldast. Nakað av tí, ið eg rokni við fer at henda, um ein- skilt verður, er, at Maersk keypir Atlantsflog, og harvið verður einaráðandi aftur á Føroya rutuni, og tit, Palliba og Marsanna, sleppa bert á flog, tá tað liggur fyri hjá teimum - eins og tað var fyrr. Burtur verða tey góðu tilboðini, prísirnir hækka og tæn- astustøðið lækkar. Danske Bank keypir Føroya Banka - byrjar ein garvillan útláns politikk (vi er professionelle) - sam- felagið er ein spegilsmynd av bankunum, og samfe- lagið fer út at koyra enn einaferð. Salomon kongur segði í sínum vísdómi at, "onki er nýtt undir sólini", og hevur hann so púra rætt. Palliba og Marsanna, eg veit ikki hvussu tit føla tykkum, men eg má siga fyri meg, at eg havi lítið álit á øllum hesum smartu loysnunum og á ráðgev- unum, sum látast meir ella minni alvitandi. Vit hava sæð tær smartu loysnirnar í verki, og tað er synd at siga, at tær gagnaðu okkum. Vit hava bløtt í ólukku- mát, og tá upptakið skal gerast, eru teir við teimum smartu loysnunum, sum soknir undir heilt - tá er einki tos um einskiljing, nei, tá eiga Palliba og Marsanna trupulleikarnar. Vit í Miðflokkinum verja tykkara áhugamál, og tað skulu sera góð argument á borðið, áðrenn vit ganga við til nakra einskiljing. So, um tit eru samd við mær, fari eg at biða tykkum um at atkvøða fyri Mið- flokkinum, tí uttan fólksins stuðul fáa vit einki gjørt. Tit hava brúk fyri tænarum - harrum hava tit havt nokk av. Minnist til, at ein góður leiðari er ikki omanfyri tykkum, men gongur framman fyri og slóðar vegin. Uttan visiónir doyr fólkið. Tit fáa eitt betri samfelag við Miðflokkinum til róð- urs. Gud signi Føroyar mítt land X við lista H Elin Tausen Valevni Miðfloksins í Suðurstreymi Hetta hevur verið at hoyrt nógv síðani valskráin hjá Miðflokkinum bleiv løgd fram. Sjálvandi kann mentanin ikki strikast. Tann føroyska mentanin býr í hjartanum á hvørjum einstøkum føroy- ingi, bæði sambands- monnum og loysingar- monnum. Tað, sum vit í Miðflokk- inum siga er, at tað er ein spurningur um raðfesting. Skulu vit brúka fleiri 10 tals mill uppá at stuðla mentanini, soleiðis at nøkur fá kunnu arbeiða við list, skriving o.ø., meðan fólk, sum hava tørv á heimahjáp fáa hana ikki. Tørvurin á ellisheimum er risa stórur, sinnisveik og menningar- tarnaði mangla búðstaðir o.s.fr. Eg kundi hildið áfram, tí tann menniskaligi tørvurin er yvirhondsstórur. At fáa henda tørvin nøkt- aðan kemur fremst í okkara raðfesting av skattaborgar- ans peningi. Tað er ikki tí at vit ikki ynskja at hava eitt ríkt mentunarlív í Føroyum, men ein er noyddur at rað- festa peningin, og ynskja vit at raðfesta tann tørvandi føroyingin fremst. Vit eru blivin spurd hvar vit ætla at taka peningin frá fyri at fíggja okkara valskrá, og tað hava vit ikki hildið loyniligt. Miðflokkurin er tann flokkur, sum hugsar um tey, sum ikki rópa harðast, men hava størsta tørvin. Vís okkum álit, og gev okkum tína atkvøðu 20. januar. Setið X við lista H. Øll tosa um búskapin! Palliba og Marsanna – nú ætla teir at einskilja tykkum Mentanin strikast! Suðurstreym- oyar valdømi 2004 2002 A. Fólkaflokkurin 2288 Listin 313 Óli Breckmann 511 Bjarni Djurholm 392 Poul Michelsen 293 Annika Olsen 134 Heðin D. Poulsen 78 Eli Christiansen 57 Elna Skylv Hansen Jan Hansen Poul Michelsen Torkil V. Rasmussen Turið Christophersen B. Sambandsflokkurin 2989 Listin 398 Lisbeth Lindenskov Petersen 1394 Heðin Mortensen 410 Kaj Leo Johannesen 263 Høgni Mikkelsen 201 Annfinn Brekkstein 91 Súsanna Dam 69 Jóhan Petur Johannesen 34 Bjarti Thomsen Jacob Holm Janus Djurhuus Michael Jensen C. Javnaðarflokkurin 1947 Listin 344 Katrin D. Jakobsen 459 Kristian Magnussen 328 Elin Lindenskov 191 Joan Ziskason 112 Bergur Dam 73 Bjarki Mohr Helena Dam á Neystabø Jan Poulsen John Johannessen Kári Mortensen Sophus Dal-Christiansen D. Sjálvstýrisflokkurin 335 Listin 93 Ása Olsen 63 Hans J. Hermansen 41 Eilif Brimheim 16 Johan M. Stenberg 16 John Eysturoy 11 Carl August Arge Inga Foldbo Hjallnafoss Klæmint Olsen Malan Johansen Sámal Petur í Grund Terji Rasmussen E. Tjóðveldisflokkurin 3166 Listin 215 Høgni Hoydal 1351 Annita á Fríðriksmørk 405 Kristina Háfoss 364 Jógvan Arge 205 Finnur Helmsdal 203 Rói Egholm 116 Per Frits Simonsen 53 Bjørn Patursson 51 Niels Uni Dam Rúni Nielsen Tórfríð Jóhannesen H. Miðflokkurin 601 Listin 66 Jenis av Rana 298 Charlotta á Váli Olsen 47 Jónfinn Olsen 47 Elin N. W. Tausen 46 Jónfinn Petersen 27 Absalon Absalonsen 23 Álvur Kirke 12 Egin Henriksen Sandoyar valdømi 2004 2002 A. Fólkaflokkurin 213 Listin 19 Julian Thomsen 67 Óli Nolsøe 18 Eyðvardur Petersen Poul D. Klementsen B. Sambandsflokkurin 137 Listin 34 Eyðna Vidtfeldt 61 Edmund Svein Nielsen 19 Joen Peter Petersen 13 Terji Dalsgaard C. Javnaðarflokkurin 333 Listin 31 Gerhard Lognberg 182 Jákup Birgir Mohr 70 Eyðstein Dalsgaard 38 Tummas Frank Joensen 12 D. Sjálvstýrisflokkurin 6 Listin 3 Símun M.J. Nicolajsen 3 Eyðun Poulsen Sæbjørn Magnusson Olsen Torbjørn Poulsen E. Tjóðveldisflokkurin 293 Listin 10 Páll á Reynatúgvu 160 Dánjal Jákup Jakobsen Maiken Krabenhøft Símun av Skarði H. Miðflokkurin 21 Listin 6 Petur E. Poulsen 5 Vagn í Geil 3 Dania Lamhauge Suðuroyar valdømi 2004 2002 A. Fólkaflokkurin 424 Listin 45 Heri Hjelm 131 Jacob Vestergaard 85 Bergur Bærendsen 40 Uni Jacobsen 33 Niels Pauli Hammer 29 Anna Djurhuus Sølvi Andreasen B. Sambandsflokkurin 888 Listin 181 Johan Dahl 300 Finnleif Guttesen 113 Svenning Borg 83 Jaspur Vang 82 Marjun Olsen 75 Zakarias Bech 28 Otto West 26 C. Javnaðarflokkurin 1408 Listin 101 Jóannes Eidisgaard 503 Hendrik Old 243 Sverre I. Midjord 240 Mikkjal Sørensen 209 Rúni Lisberg 47 Jastrid Nielsen 34 Nita Næs E. Sjálvstýrisflokkurin Listin Milson Berg Rúni Jacobsen Sonni Djurhuus E. Tjóðveldisflokkurin 631 Listin 67 Hergeir Nielsen 228 Ólavur Rasmussen 69 Annlis Bjarkhamar Dan Nielsen Johanna í Ólavsstovu Poul Erik Jacobsen H. Miðflokkurin 69 Listin 20 Petur Karl av Rana 35 Anna S. Dam 14 John Nielsen Kjarstein Stórh. Danielsen Sigmund Andreassen C M Y K 19 18