fríggjadagur 18. mars 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 18. mars 2011
24
VIKUSKIFTI
Ongantíð gloyma japanarar tann 11. mars í 2011. Fyrst skalv jørðin
so ógvusliga undir teimum, at óteljandi bygningar fóru í knús. So
sópaði ein flóðalda heilar býir burtur, og tá sjógvurin fjaraði aftur,
sprongdist eitt kjarnuorkuverk í Fukushima. Tað, sum byrjaði við
einum lívshættisligum jarðskjálvta í undirgrundini, endaði sum ein
umfatandi hóttan úr luftini, tí regnið sigst nú vera geislavirkið
Jørðin skalv
undir Japan
náttúruvanlukka
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Heimssøga varð skrivað fríggjadagin
fyri viku síðan, tá jørðin fór at skelva í
Eldkringinum í Kyrrahavinum. Kl. 05.46
føroyska tíð var ein jarðskjálvti 373 kilo
metrar út fyri japonsku strondini, sum
í fyrstani varð máldur til 8,9 á Richter-
stiganum, men sum jarðfrøðingar
síðan hava staðfest hevði styrkina 9,0.
So harðir skjálvtar eru sera sjáldsamir.
Tann harðasti skjálvtin nakrantíð var
í Kili í 1960. Hann varð máldur til 9,5
á Richter-stiganum. Tann í Japan fyri
viku síðan var líka harður sum tríggir
skjálvtar í 1700, 1868 og 1952. Allir
vórðu teir máldir til 9,0 á Richter-stig
anum og teljast millum fimm teir harð
astu skjálvtarnar nakrantíð.
Alt sópað burtur
Avleiðingarnar av einum jarðskjálvta
eru ofta, at hús og bygningar verða
løgd í oyði av ristingunum, og at fólk
doyggja ella fáa mein, tí tey enda und
ir húsatoftunum. Hetta hendi eisini
mangastaðni í Japan fríggjadagin. Men
eins og í Indonesia og har um leiðir í
2004 reistist av skjálvtanum ein ovur
stór flóðalda, sum straks setti kós ímóti
mongu býunum á japonsku eystur
strondini og eisini gjørdi um seg heilt
yviri á amerikonsku vesturstrondini.
Myndirnar av flóðalduni í Japan vóru
uppaftur meira skakandi enn myndirnar
í Indonesia í 2004. Sum ein ovurstór
døkk tunga át hon sær veg inn í landið
og tók fólk, djór, hús, bilar og skip við
sær. Eldur var í mangastaðni, og bilar
og hús flutu í vatninum sum leikur.
So skuldi ein hildið, at fleiri ólukkur
ikki kundu raka landið, men ristingarnar
av skjálvtanum vóru so ógvusligar, at
tær skaddu mangan bygning illa, eisini
framkomna kjarnorkuverkið í Fuku
shima. Kjarnorkuverkini í Japan eru
brynjað til at standa ímóti jarðskjálvtum,
men hesaferð var skjálvtin so harður,
at ringasti marrudreymurin gekk út.
Fyrst var ein hørð spronging á verk
inum, ið sást á sjónvarpsmyndum um
allan heim. Síðan hava verið fleiri
sprongingar, og 50 mans hava havt úr
at gera at bjarga tí, ið bjargast kann á
verkinum. Í økinum kring verkið fingu
140.000 fólk í vikuni boð um at halda
seg innandura orsakað av geislavirkna
vandanum. Fleiri lond hava eisini sent
flogfør eftir fólki, so tey kunnu sleppa
úr landinum.
Alt, sum kundi ganga galið, gekk
sostatt galið í sambandi við jarð
skjálvtan, og tað kanska mest skelkandi
av øllum var, at eitt kjarnorkuverk
kundi fara so illa í einum landi, ið
er tøkniliga so væl fyri sum Japan.
Vanlukkan í Fukushima fer ivaleyst
at hava við sær, at mótmælini ímóti
kjarnorku kring heimin taka dik á seg,
og longu nú hava mótmælisgongur
verið. Hetjurnar í løtuni eru tó teir
50 menninir, sum hava stríðst við at
spræna sjógv á upphitaðu reaktorarnar
í Fukushima. Teir hava longu verið fyri
so nógvum geislavirknum strálingum,
at teir kanska mugu bøta við lívinum,
hevur kjarnorkuserfrøðingurin, David
Brenner, sagt við CNN. Og menninir
vita hetta sjálvir. Teir offra seg fyri land
og fólk.
Trífalda vanlukkan við jarðskjálvta,
flóðaldu og kjarnorkuhóttan er í mangar
mátar ófatilig, tí hvussu hart kann eitt
land verða rakt, kunnu vit spyrja.
Vanlukkan hevur tó langt frá kostað
so mong mannalív sum flóðaldan í
Indonesia í 2004. Tá doyðu 280.000
fólk. Higartil eru 5.000 fólk funnin
deyð í Japan, men óttast verður fyri,
at talið fer upp um 13.000. Hundrað
túsundtals fólk hava tó mist hús og
heim, fólk standa í longum røðum fyri
at fáa vatn og mat, og mong leita fram
vegis eftir næstringum, sum ikki eru
komnir afturíaftur. Ein eldri kona segði
við CNN í vikuni, at hon var fegin um
at vera sloppin við lívinum, men helt
seg vera ov gamla til at vera heimleys.
Hon var so køld, segði hon.
Sum ein stór vera
Á hendan hátt hevur ógvusligi jarð
skjálvtin í Kyrrahavinum sett Japan í
undantaksstøðu, og framtíðin er óviss.
Skjálvtin var so harður, at hann kann
ikki samanberast við teir jarðskjálvtar,
sum hava verið í eitt nú Íslandi seinnu
árini. Men hevur tú havt tíni bein
standandi á gólvi, ið brádliga fer at
skelva og skrenja av jarðskjálvta,
gloymir tú ongantíð kensluna. Upplivdi
tveir jarðskjálvtar í Íslandi 17. og 21.
juni í 2000, sum vórðu máldir til 6,2 og
6,1 á Richter-stiganum. Sum eitt skot
fór allur íbúðarblokkurin á Akranesi at
skelva og halda ein ønskriligan gang, ið
minti um skip, sum við fullari ferð siglir
á land. Loft, veggir og gólv fóru skeiv
hvørt av øðrum, og ein brádlig kensla
av ráðaloysi vaktist í heilanum. Men
niðurstøðan var greið beinanvegin:
Jarðskjálvti!
Tær báðar ferðirnar í Íslandi
skrædnaði jørðin fleiri staðni á Reykja
nesi, og á Selfossi fóru summi hús illa.
Mansskaði var tíbetur ongin. Í íbúðar
blokkinum á Akranesi sluppu vit okk
um útum, meðan jørðin framvegis
skalv. Uttanfyri var sjónin óverulig.
Asfaltið á parkeringsplássinum livdi
sum bylgjur í sjónum, og parkeraðu
bilarnir dandaðu, so fjaðrarnir vórðu
spentir á tamb. Tú fekst kensluna av,
at ein ovurstór vera skreið inni undir
asfaltinum. Hetta var tann 17. juni í
2000. Tann 21. juni høvdu vit lært, at
vit skuldu seta okkum undir eitt borð
ella stilla okkum í onkran durakarm,
meðan jarðskjálvti var, tí har er altíð
tryggast at vera. Í einum durakarmi
stóðu vit so, til seinni skjálvtin var av.
Tá friður var aftur, skulvu bara beinini.
Av skelkinum.
Í tílíkum løtum verða trupulleikar
í gerandisdegnum ógvuliga smáir, og
tú upplivir, kanska eins og sjómenn
í ódnarveðri, at mangt er størri og
máttmiklari enn menniskjan. Jørðin
livir og flytur seg. Í Eldkringinum í
Kyrrahavinum er støðugt lív í undir
grundini, og avleiðingarnar eru
mangan vanlukkuligar. Ísland liggur
mitt á rygginum, har amerikanska og
evropeiska meginlandið fara sundur.
Landið skrædnar alla tíðina eitt sindur.
Viðhvørt eru stórir jarðskjálvtar, men
sum oftast eru teir smáir. Eldgos gera
so eisini um seg, eitt nú í Grímsvøtnum,
Heklu og í Eyjafjallajøkli. Nær næsta
náttúruvanlukkan fer at gera um seg,
veit ongin við vissu, men at fleiri verða,
er líka vist sum, at fuglar hvønn dag
fara á flog. Tí soleiðis er jørðin.
Sum ein ovurstór døkk tunga át hon sær
veg inn í landið og tók fólk, djór, hús, bilar
og skip við sær. Eldur var í mangastaðni, og bilar
og hús flutu í vatninum sum leikur