mánadagur 21. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var ein sera hátíðarlig løta í Norð
urlandahúsinum fríggjakvøldið, tá
Helena Dam á Neystabø, landsstýris
kvinna í mentamálum, handaði Sunn
leifi Rasmussen og Jonhardi Mikk
elsen ávikavist Mentanarvirðisløn
Landsins og Heiðursgávu Landsins.
Her vórðu valdir tveir menn, sum
hava gjørt sera nógv fyri at ríka um
okkara mentanarlív – og báðir hava
teir brotið upp úr nýggjum á hvør
sínum øki.
Sunnleif Rasmussen hevur skapt
tónlist á sera høgum støði, og verk
hansara eru kend víða um í heimi
num. Hann er bæði modernaður og
traditionellur við sínum tónleiki.
Øll kenna vit hansara tónleik – eis
ini tey, sum als ikki hava áhuga fyri
klassiskum tónleiki, tí hann er so eyð
kendur, ella sum landsstýriskvinnan
segði, hann er stórfingin og ógvislig
ur, framsøkin og kravmikil. Hann er
kompromileysur, eksperimenterandi
og fullkomiliga sín egin.
Hin mentamaðurin, sum var heiðr
aður, var Jonhard Mikkelsen í Vest
manna. Vit sum gingu í Hoydølum
fyri út við tríati árum síðani lærdu
at kenna henda unga vestmenning
in, sum undirvísti í føroyskum. Hann
var øðrvísi enn hinir lærararnir, sum
hann gekk upp í uppgávuna við lív og
sál og veipandi ørmum.
Men tað er kortini fyri bókaút
gávu, at hann varð heiðraður fríggj
akvøldið. Hann hevur á forlagnum
Sprotanum givið út fleiri enn 100
bøkur við rættiliga ymsum innihaldi.
Ella fyri enn einaferð at endurgeva
landsstýriskvinnuna: heilt frá smá
um yrkingasøvnum til stórar skald
søgur til bøkur um føroyska málið,
uppaling, skaldsøgugreining og snar
skeið í stavseting, ja tú kanst siga: frá
orðálvi til ull.
Vit eiga at fegnast um, at vit hava
slíkar eldsálir, sum hesar báðar menn.
Tí tað er slíkur eldhugi, sum nørir um
mentan okkara, í hesum føri tónleik
aliga og málsliga. Hóast tiltakið við
mentanarvirðisløn og heiðursgávu
landsins er sera gott, so sakna vit tó
viljan hjá landinum til at dugna meira
á mentanarliga økinum.
Tað varð nevnt um Jonhard
Mikkelsen, at tá hann ikki slapp
at geva eina bók út hjá Skúlabóka
grunninum, so fór hann í Sparikass
an og tók eitt lán í staðin – og so kom
bókin út, sum kanska var beinleiðis
elvingin til Sprotan?
Takið bara orðabókaarbeiðið hjá
Sprotanum. Her er gjørt eitt megn
ar arbeiði, eitt arbeiði, sum valla er
grundað á handilsskap, tí hvussu
skalt tú kunna gerast ríkur av gera
orðabøkur í Føroyum? Tað er fantast
iskt, at eitt privat forlag skal megn
ar at gera orðabøkur, sum eisini eru
teldutøkar á internetinum, sum lata
dyr upp til fleiri heimsins mál. Slíkt
mentanaravrik hevur nógv størri
virði, enn vit geva okkum gætur.
Gævi tey ráðandi kunnu skilja og
læra av hesum.
Sunnleif og Jonhard hava
ríkað okkara mentanarlív
– Hvat er autisma í mun til
Aspergers syndrom? Hesin
spurningur verður reistur,
tá Autismufelagið skipar
fyri fundi í Miðlahúsinum
í annaðkvøld, týskvøldið
klokkan 19 - 21:30, tí tá
skipar Autismufelagið fyri
fundi í Miðlahúsinum, har
Lennart Pedersen, chef
psykologur frá Center for
Autisme í Danmark fer at
halda fyrilestu um, hvat au
tisma er í mun til Aspergers
Syndrom.
Hvussu eru diagnosurnar
autisma og Aspergers syndr
om nýttar í dag? Er nakar
munur á børnum, sum bera
brekið infantil autisma og
børnum, sum bera brekið
Aspergers
syndrom?
Er
munur á teirra menning og
framtíðarútlitum?
Í hesum døgum verður
arbeitt við at endurskoða
verandi flokking av diagn
osunum, sum stórur partur
av heiminum í dag nýtir:
»ICD-10« sum er ment
innan WHO heilsustovnin
hjá ST, og sum verður nýtt
millum annað í Føroyum og
Danmark. »DSM-IV« sum er
flokkingin av diagnosum
innan sálarligar sjúkur í
Amerika, og sum millum
annað eisini verður nýtt í
Svøríki.
Hvat hendir við stað
festing av diagnosum inn
an autismuøkið, hvørjar
broytingar fara fram. Og
hvat merkir hetta fyri børn
og vaksin, sum framman
undan hava staðfest eina
diaøgnosu?
Fundurin við Lennart
Pedersen verður sum sagt
í Miðlahúsinum í annað
kvøld, týskvøldið klokkan
19-21:30.
Fundur um autismu
og Aspergers syndrom
vird mentanaravrik
– Nú má svansið við fólksins
peningi halda uppat!
Tað sigur floksleiðslan
hjá Javnaðarflokkinum, sum
átalar »tað oyðsl við fólksins
peningi, ið nevnd og stjórin í
Tryggingarfelagnum Føroyar
nú um dagarnar fremur«, sum
sagt verður í yvirlýsingini frá
Javnaðarflokkinum.
Tað er sjálvandi gott, at
ein politiskur flokkur tekur
slíkt mál upp. Men latið tað
nú ikki bara blíva til snakk!
Mergsúgving av fólksins
peningini er av tí ónda. Tað
er tað altíð, tá fólk, sum sita
við valdi, kráma pening til
sín sjálvs.
Men tað hevði sjálvandi
sømt seg, sum politikarar
gingu sum fyrimyndir á øllum
økjum – eisini tá tað snýr seg
um pensjónsviðurskiftini...
Átala mergsúgvarar
Latið
tingfor
mann stýra
Jóanes N. Dalsgaard
kjak á síðu 29
Spæla
hassard
við pen
sjónini
Elin J. Rasmussen
kjak á síðu 10
Seinastu tíðina hava bæði
Dimmalætting og Sosialurin
funnist at ymsum viðurskift
um viðvíkjandi Tryggingar
felagnum Føroyar. Serliga eru
tað viðurskiftini kring um
boðsráðið, nevnd og stjórn,
sum minna alt ov nógv um
skeiva bygnaðin í Eik Banka.
Meðan
Dimmalætting
skrivar síðu upp og síðu nið
ur, og Sosialurin í fleiri odd
agreinum hevur funnist at
hesum viðurskiftum, so hev
ur evnið als ikki áhuga í tíð
indadeildini hjá Kringvarp
inum, hvørki í sjónvarpi ella
útvarpi.
Nú er Kringvarpið ein
public service støð, sum vit
øll eru tvungin at gjalda fyri.
Men Kringvarpið er eisini ein
kommersiell støð - ein støð,
hvørs lívsgrundarlag er tengt
at, hvussu nógv vinnulívið vil
gjalda fyri lýsingarnar.
Ein tann besti kundin hjá
Kringvarpinum er Trygging
arfelagið Føroyar. Tryggingar
felagið er sponsorur hjá Degi
& Viku, sum er flaggskipið hjá
sjónvarpinum. Kann tað vera
so galið, at Kringvarpið ikki
vil viðgera hetta evni av ótta
fyri at missa lýsingarpengar
frá Tryggingarfelagnum Før
oyar?
Nei, vit spyrja bara, tí
tað kann vera óheppið, um
lýsingarsøla ávirkar tíðind
aflutningin.
Men
soleiðis
vilja politikararnir hava tað,
og hetta eru treytirnar hjá
Kringvarpinum.
So Trygvi og Flossi hava
kanska stóran týdning fyri
Tryggingarfelagið...
Man Flossi ávirka Kringvarpið?
Við Trygva og Flossa hevur Tryggingarfelagið Føroyar
sponsoerað Deg og Viku hjá Kringvarpinum í langa tíð