Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Vit hava góðar vónir um, at Løgtingið nú fer at sam­ tykkja, at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Før­oyum. Tað siga tey trý, Bjørt Samuel­sen úr Tjóðveldi, Magni Laksáfoss úr Sam­ bands­flokkinum og Kári á Rógvi úr Sjálvstýris­flokki­ num. Tey trý hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at tað skal verða loyvt at bryggja brenni­vín í Føroyum og somu­leiðis skal hámarkið fyri styrkina á ølið takast av, so at tað eisini verður loyvt at bryggja øl, sum er sterkari enn 5,8%, sum nú er hámark­ ið. Hetta er triðju ferð í trý ár, at uppskot, sum líkist hes­um, hevur verið lagt fyri Løg­ting­ ið. Tær báðu fyrru ferðina høvdu tey ongan møguleika at verða samtykt, tí stórur meiri­luti var ímóti teimum. Men hesuferð eru ábend­ ing­ar um, at tinglimir ikki eru so afturhildnir, sum teir hava verið. Løgtingslimir tiðnaðir Uppskotið var til viðgerðar í Løg­tinginum mikudagin og tá ið hon var liðug, sita allir tríg­g­ir uppskotsstillararnir eftir við eini kenslu av, at hug­burð­urin í Løgtinginum er broyttur. Bjørt Samuelsen sigur hon frammanundan hevði var­hugan av, at tinglimir eru ikki so harðfrystir longur og tí heldur hon at tað er vert at roy­na uppskotið av nýggjum. - Eg havi varhugan av, at hug­burðurin í Løgtinginum er broyttur so nógv hetta seinast árið, at eg hava eina veru­liga vón um, at tað verð­ ur samtykt hesuferð, sig­ur løgtingskvinnan fyri Tjóð­ veldi. Tá ið løgtingið viðgjørdu mál­ið, vóru tað nøkur, sum av­gjørdu vístu uppskotunum frá sær. Men her var talan um Miðflokksmenn, um­framt Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen úr Sam­bands­ flokkinum, Jógvan á Lakju­ ni úr Fólkaflokkinum og kanska onnur við, sum øll framma­n­undan vita, eru ímóti slíkum av hug­sjón­ar­ lig­um orsøkum. Annars vóru tað heilt nógv tinglimir, sum hava ta áskoðan, at er løgið, at vit ikki sjálvi skulu kunna fram­ leiða tað, sum vit annars hava fult loyvi til at brúka. Onkrir tinglimir kallaður tað enntá fyri hykl, at vit ikki sjálvi skulu sleppa at fram­ leiða eina vøru, sum vit hava loyvi at brúka. Hinvegin eru tinglimir ikki so heitir fyri at geva før­ oysk­um bryggjaríum loyvi at brygg­ja sterkari øl enn 5,8%, tí mett verður, at tað kann økja um nýtsluna at sterkari øl verður at fáa. Hinvegin halda tinglimir ikki, at tað fer at ávirka nýtslu­na, at vit kunnu brygg­ja brennivín upp til 60% í Føroyum, tí tað hava vit loyvi at brúka kortini. Og sum ein tinglimir so rám­an­di segði tað: Hví skal ein føroysk promilla vera skaði­lig­ari enn ein donsk? Onki krav Tá ið uppskotið hevur verið til viðgerðar áður, hava ting­ limir úr samgonguni bloker­ að málið við at krevja, at sam­gongan fellur tað. Men tá ið málið var fyri aftur mikudagin, vóru tær rødd­ir­nar ikki so harðmæltar og tað var ongin sum kravdi, at samgongan skuldi fella tað. Tvørtur ímóti vóru tað fleiri samgongulimir sum løgdu dent á, at hetta er ikki eitt floksmál ella eitt sam­ gongu­mál, har kravið er, at allir limirnir í einum flokki, ella eini samgongu, hava eina felags støðu. Tvørturímóti er hetta eitt et­iskt mál. Og í etiskum málum er tað siðvenja, at tað stend­ ur hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir síni sann­før­ ing, uttan at gera tað til eitt floksmál ella eitt sam­gongu­ mál. Og tað vóru eisini fleiri ting­limir, sum gjørdu greitt, at hendan rættin fóru teir at taka sær í hesum máli, sama hvat samgongan ella flokkar annars, siga. Áki Bertholdsen Allir tríggir tinglimirnir, sum hava lagt uppskot fyri Løg­ting­ið um, at tað skal verða loyvt at bryggja bren­ ni­vín í Føroyum, halda, at í veruleikanum er meiri­luti á Føroya Løgtingi fyri tí. Men tá íð málið hevur verið fyri áður, er tað ein minni­luti í samgonguni, sum hevur kravt, at sam­ gong­an hevur felt tað. Men Bjørt Samuelsen sig­ur, at tá ið málið var fyri seinast, merkti hon, at hug­ lag­ið í Løgtinginum var broytt. Hon legði sær eisini í gey­ma, at tá mælti meiri­ luti­n í vinnunevndini frá at sam­tykkja uppskoti. - Men tað vóru als ongar grund­gevingar yvirhøvur fyri tí. - At tey ikki vildu grundgeva ímóti upp­skoti­ num, tulki eg sum um at tey ikki eru ímóti tí, men vildu ikki samtykkja tað av sam­ gonguávum. Løgtingskvinnan heldur enntá, at í veruleikanum var meiri­luti fyri uppskotinum, men at samgongan kortini fel­di tað fyri at standa sam­ an. Kann ein orsøk til, at ting­limir ikki longur føla seg niður­bund­nar í hesum máli, vera, at tað nærkast vali og at teir tí ikki leggja í, hvat summ­ir samgongulimir hót­ta við. Bjørt Samuelsen heldur, at tað kann hava sína ávirk­ an, at floksandin viknar upp undir val. Men hon heldur, at ein or­søk kann eisini vera, at tinglimir ásannað, at einas­ ti máti at fáa eitt slíkt mál sam­tykt, er, at tinglimir fáa frítt at atkvøða, sum teir vilja og at teir ikki long­ur vilja lata seg kúgað av av ein­um minniluta í sam­ gongu­ni. Hóttanir ávirka ikki Kári á Rógvi staðfestir, at hótta­nir um samgonguslit mis­sa sína ávirkan, tess meiri vit nærkast vali. Eisini Magni Laksáfoss hev­ur varhugan av, at ting­ lim­ir vísa størri vælvilja nú, enn teir hava gjørt. Sjálvur væntar hann, at møgu­leiki er fyri at fáa upp­ skot­ið samtykt. Kári á Rógvi heldur, at hugburðurin til rús­drekka­ spurn­ingin er broyttur ómeta­liga nógv og at tað vera fleiri og fleiri tinglimir, sum hava ásannað, at tað er burt­ur­við, at føroyskt vatn skal sendast til íslands í tangum at verða bryggjað til brennivín, fyri síðani at verða sent aftur til Føroyar í fløskum. - Eg eri rættiliga vísur í, at Løgtingið nú fer at sam­ tykk­ja, at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Før­oy­um, sigur Kári á Rógvi. aki@sosialurin.fo Veitst tú eina søgu, so send SMS á 28 50 04 Meirilutin á tingi fyri føroyskum brennivíni Tað er burturvið, at føroyskt vatn skal sendast til Íslands í tangum at verða bryggjað til brennivín, fyri síðani at verða sent aftur til Føroya í fløskum Tinglimir eru ikki so harðfrystir longur. Tvørturímóti halda Bjørt Samuelsen, Kári á Rógvi og Magni Laksáfoss, at tinglimir eru tiðnaðir so mikið, at teir fara at samtykkja, at tað skal verða loyvt at bryggja brennivín í Føroyum FØROYSKT RÚSDREKKA Nú er rættiliga stórur møguleiki fyri, at Løgtingið fer at samtykkja, at tað skal verða loyvi at bryggja brennivín í Føroyum Fáa loyvi at bryggja brennivín í Føroyum Føroyskt brennivín