Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 Sosialurin best, segði Arnfríð Hen­tze. Spurd, um hon hevði ver­ ið við upp á tað at fingið eina tatovering, so setti hon mark­ið har. - Nei, tað má heldur bíða til eina aðru ferð, helt hon. Elskar avbjóðingar Hvussu kom hon so upp í send­ing­ina Fólksins rødd? - Eg veit ikki. Jákup Magnus­sen sendi mær ein mail og spurdi um eg vil­di vera við. Eg segði kans­ka, men tað var so bara mein­ ing­in, at eg skuldi verða við í trimum sendingum, segði Arn­fríð Hentze. Hon tók so av. - Eg elski avbjóðingar, og eg helt hetta vera eina góða av­bjó­ðing at menna meg sjál­ va, segði Arnfríð Hentze. Sjónvarp var henni ikki heilt ókent heldur. - Eg havi áður verið við í Degi & Viku, og eisini í Frætt og fregnað, so tað var mær ikki ókent framman undan, segði Arnfríð Hentze. Hon hyggur sjálvandi eft­ ir sendingunum, og sigur, at tað er stuttligt at kunna flen­ na eftir sær sjálvari. - Serliga sendingin, har Pál hevði fingið lyfti frá løg­man­ ni um ein langhyl. Tá standi eg og peiki við einum fingri upp í loft og sigi, at so mugu okur bara vóna, at hann held­ur orð. Tað er stuttligt at síggja, hvussu engagerað eg eri, segði Arnfríð Hentze. Fær tilboð Hon sigur seg hoyra nógv posi­tivt frá familju, vinum og kenningum. - Og so fái eg eisini nógv tilboð frá mannfólki. Summ­ ir bjóða sær at venja hundin, aðrir bjóða sær at passa seyð­ in og uppaftur aðrir siga, hvus­su nógvar milliónir teir eiga. Allar hesar milliónirnar høvdu komið væl við í Suður­oyn­ni, segði Arnfríð Hentze. Hægsta tilboðið higartil er 14 milliónir krónur, men hon tekur ikki av. - Nei, eg eri ikki til sølu, slær Arnfríð Hentze fast. Hon sigur seg hava tað best millum seyðin í Sumba. - Men eg hevði einki havt ímóti at Suðuroyggin fekk eitt sindur av pengum og eitt sindur av virksemi, segði Arn­fríð Hentze. Men hevur hon fingið nógvar positivar reaktiónir, so hevur hon als einki nega­tivt hoyrt. - Eg hugsaði, tá eg hevði sagt, at allir dreingir eru mammu­dreingir, at sonur mín kanska fór at verða happ­aður, men har havi eg ein­ki hoyrt. So tað sær út til, at mannólkið góðtekur tað, tí eg havi einki hoyrt nakra­ stað­ni frá, segði Arnfríð Hent­ze. Hon angrar einki, sum hon hevur sagt í send­ing­ unum, men tað fer at merkj­ ast, tá tær enda. - Tað fer við nógvari tíð, og órógvar gerandisdagin, so tað fer at kennast undarligt, tá sendingarnar halda upp­ at, segði Arnfríð Hentze á Hvonn Live leygarkvøldið. Myndir: Álvur Haraldsen