Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 Sosialurin Eirikur Lindenskov – Nú má svansið við fólksins peningi halda uppat! So rívan tekur floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum til, nú hon harðliga átalar »tað oyðsl við fólksins pen­ ingi, ið nevnd og stjórn í Tryggingarfelagnum Før­oy­ ar (Ognarfelag Trygg­inga­r­ takaranna) nú um dagarnar fremur«. Tað, sum sipað verður til, er at nevndin í TF Holding hevur givið Gunnari í LIða fýra milliónir krónur í sam­ bandi við at hann segði seg frá sum stjóri felagsins, og at nevndin eisini hevur hækkað sína egnu samsýningar mun­ andi. Floksleiðslan vísir á, at Tryggingin var í nógv ára­ tíggju eitt felag, sum allir føroyingar vóru noyddir at gjalda pening til, tí felagið hevði einkarrætt til sítt virksemi. – Tí er tað Føroya fólk, ið hevur bygt ognir felagsins upp. Tað kann á ongan hátt góð­takast, at teir, ið nú standa á odda fyri hesum felag, gjalda ovurstórar pen­ingaupphæddir út til sín sjálvs. Upphæddirnar, ið verða útgoldnar, eru so ør­kyml­andi stórar, at tað á ongan hátt kann sigast, at tær standa mát við arbeiðs­orkuna, ið hesi størv krevja. Tvørturímóti tykist hetta verða tekin um sama gramleika, ið vit hava sæð innan fíggjarmarknaðin seinnu árini, og sum hevur við­ført fíggjarkreppur kring allan heim. Samsýningar av hesum slag hoyra onga­ staðni heima og eiga tí at halda uppat, sigur floks­ leiðsl­an, sum heitir á ting- og landsstýrismanning Javn­ aðar­floksins um at tak hesi viðurskifti upp á politiskum stigi. – Vit kunnu ikki bjóða okkara fólki, at samstundis sum arbeiðsloysið kemur í hæddina, og skert verður av almennu játtanunum til grundleggjandi vælferðar­ tæn­astur, so skulu vit gjalda ørvitisupphæddir til frá­ farandi og sitandi leiðslur, sum við slíkum atburði held­ur tykjast at røkja egin áhuga­mál enn áhugamálini hjá tí fólki, sum hava bygt hesar stovnar upp til felags gagn, stendur í áheitanini. Floksleiðslan krevur, at øll neyðug atlit verða tikin, um neyðugt eisini við lóggávu, til tess at tryggja henda stovn, ið nú er eigari av einum av tveimum peningastovnum í Føroyum, umframt at sita á einum av størstu pen­ ingakøssum landsins. – Vit kunnu ikki góðtaka, at nakað sum bara líkist Eik-ævintýrinum, kemur at endurtaka seg, sigur floks­ leiðsla Javnaðarfloksins, sum hevði fund í Losjuni í Havn leygardagin. eirikur@sosialurin.fo Átalar harðliga oyðsl hjá TF Holding TRYGGING Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum átalar nú harðliga Tryggingarfelagið Føroyar fyri oyðsl við fólksins peningi. Floksleiðslan vil hava flokkin - um neyðugt við lóg - at steðga, at tað ber til hjá nevnd og leiðslu at gjalda sær sjálvum milliónaupphæddir.