mánadagur 21. mars 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Hetta er fimta árið á rað, at spælt
verður um Lions-steypið, sum B36
vann í 2007, NSÍ í 2008 og sum HB
vann í bæði 2009 og 2010. Av tí at
HB er við aftur hesa ferð, kann
felagið vinna steypið triðju ferð
á rað, meðan EB/Streymur er við
fyri triðju ferð, men enn eigur á at
vinna tað. Spælt verður um steypið
í 10 ár.
Dysturin, sum verður sunnu
dagin 27. mars klokkan 16, er fyrsti
almenni fótbóltsdysturin í kapp
ingarárinum 2011, og atgongu
merkjaprísurin er 80 krónur, sum
er vanligi taksturin til dystir í Voda
fonedeildini. Ikki er óvanligt, at fólk
lata størri upphædd, tí endamálið
við Stórsteypadystinum er at út
vega pening til eitt vælgerandi
endamál.
Fyrireikararnir siga, at í hálv
leikinum og eftir dystin er møgu
leiki at fáa ein kaffimunn í FSF-hús
inum, og annars verður sjálvandi
steypahandan eftir dystin, har
Niels Nattestad, økisformaður í
Lions Club í Føroyum, og Christian
Andreasen, forseti í Fótbóltssam
bandinum, handa steyp og heiðurs
merki, og eisini verður handaður
ágóðin frá dystinum til útvalda
endamálið.
Stuðla CTD-felagið
Tað er Lions Club í Føroyum, sum
saman við Fótbóltssambandinum
skipar fyri dystinum, og í ár er
avgerð tikin um, at allur ágóðin frá
Stórsteypadystinum hesa ferð skal
fara til CTD-felagið, sum var sett á
stovn í desember 2009.
Felagið røkir felags áhugamál
hjá berarum av sjúkuni og familjum
teirra, og tað verður gjørt við at
veita stuðul og seta í verk tiltøk
á økjum, sum almenna heilsu-
verkið ikki fevnir um. Eisini er
eitt av endamálunum hjá CTD-
felagnum at upplýsa um sjúkuna,
sum fyrstu ferð var staðfest í
Føroyum í 1995.
CTD, sum er stytting fyri
Carnitin Transportør Defekt, er
ein sjúka, sum kann arvast frá for
eldrum til børn, so tí er ógvuliga
umráðandi, at fólk koma at kenna
til allar tær fylgjur, hon hevur við
sær. Sjúkan er nógv meira útbreidd
í Føroyum enn aðrastaðni, so tí
stuðlar CTD-felagið eisini vísunda
ligari gransking av CTD.
uni@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Í finaluni møttust tey bæði liðini,
ið endaðu ovast í landskappingini í
fjør, HB og EB/Streymur, eftir at tey
høvdu vunnið hvør sín innleiðandi
dyst leygardagin, sum vóru ímóti
ávikavist KÍ og NSÍ.
Bara eitt mál kom fyri steðgin
í finaluni, og tað skoraði Pætur
Dam Jacobsen, so EB/Streymur
var á odda 1-0 í hálvleikinum. Síð
ani javnaði Fróði Benjaminsen
fyri HB við brotssparki, áðrenn
Bárður Olsen bleiv spældur leysur
og smekkaði bóltin í málið til 2-1, ið
gjørdist úrslitið av dystinum.
Aftaná kundu so spælararnir
hjá EB/Streymi lata seg heiðra
mitt á vøllinum í Klaksvík, har
formaðurin í KÍ, Tummas Lervig,
handaði liðformanninum hjá EB/
Streymi, steypið.
Í bronsudystinum stóð á jøvnum
1-1 eftir 90 minuttir, so har mátti
brotssparkskapping til, áðrenn ein
vinnari kundi kjósast. Einki mál
kom í fyrra hálvleiki, men stutt eftir
steðgin skoraði Kristoffur Jakobsen
til 1-0 fyri KÍ, og tá smáir 20 minuttir
vóru eftir, javnaði Christian Høgni
Jacobsen fyri NSÍ.
Sostatt máttu brotsspørk skjót
ast, og her máttu ikki færri enn
níggju skjúttar til, áðrenn avgerðin
var fallin, og tá endaði tað við, at
NSÍ vann 8-7.
Fleiri brotsspørk
Hetta við brotsspørkum var for
restin eisini lagnan hjá KÍ í inn
leiðandi dystinum ímóti HB, tí tá
stóð eisini á jøvnum eftir vanligu
tíðina. Kristoffur Jacobsen og
Hjalgrím Eltør løgdu KÍ á odda 2-0,
áðrenn fyrst Kári Nielsen minkaði
um munin fyri HB og síðani Fróði
Benjaminsen javnaði við brots
sparki.
Av tí at tveir av spælarunum hjá
KÍ brendu síni brotsspørk, meðan
allir hjá HB skoraðu, endaði hesin
dysturin tískil 6-3 til HB, sum tí
kom í finaluna. Annars gott avrik av
uppflytaranum, KÍ, at liðið megn
aði at halda tveimum av ovastu
liðunum í fjør í 90 minuttir og ikki
fall, fyrr enn brotsspørkini skuldu
skjótast.
Í hinum innleiðandi dystinum
spældu EB/Streymur og NSÍ, og her
vann EB/Streymur 2-1. Fyrst skoraði
Arnbjørn T. Hansen til 1-0 fyri EB/
Streym, áðrenn ein av nýggju spæl
arunum hjá NSÍ, Hugues R. Nanmi,
javnaði til 1-1. Sigursmálið hjá EB/
Streymi skjeyt Arnar Dam.
hilmarjan@sosialurin.fo
Stórsteypadysturin
stuðlar CTD-felagið
Fótbóltur Sunnudagin spæla føroyameistararnir í HB og steypavinnararnir í EB/
Streymi ársins Stórsteypadyst á ovara vølli í Gundadali. Allur ágóðin frá dystinum,
sum Lions Club og Fótbóltssambandið í felag skipa fyri, fer til CTD-felagið
EB/Streymur best í Klaksvík
Fótbóltur
Sundalagsmenn
vunnu í gjár fyrsta
steypið í ár, tá teir
endaðu ovastir
av teimum fýra
liðunum, sum
vóru við í árligu
útgávuni av
Klaksvíkskappingini
formaðurin í KÍ, Tummas Lervig,
handaði liðformanninum
hjá EB/Streymi, steypið
Mynd: Norðlýsið