mánadagur 21. mars 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Aftur í ár vóru karmarnir rundan
um FM-finalurnar í flogbólti hjá
teimum yngru av teimum allarbestu
í Trongisvági. Teraflex-gólvið, ið
verður brúkt til steypafinalur og
FM-finalur hjá teimum vaksnu, var
lagt á í høllini, og royndir dómarar
úr dómarabólkinum vóru settir at
døma dystirnar, umframt at bestu
spælarar blivu kosnir á báðum lið
um í hvørjari finalu.
Eisini rundan um sjálva kapp
ingina var alt í lagi. Kantinan hevði
kalt borð, og ígjøgnum allan dagin
vóru nógv fólk og hugdu at dyst
unum. Tíðarætlanin helt rættiliga
væl, og eisini í ár høvdu tey fingið
politikarar og sponsorar at handa
steyp og heiðursmerki.
At tað er TB, ið skipar fyri stóra
FM-finaludegnum, kemur ikki av
ongum, tí hesa avgerð tók Flog
bóltssambandið fyri nøkrum árum
síðani, fyri at geva TB eitt herða
klapp fyri stóra barna- og ungdóms
arbeiðið í felagnum. At byrja við
vóru nakrar finalur har suðuri,
men nú verða tær allar spældar
har, tí tiltakið hvørja ferð er so væl
fyriskipað.
– Tey í TB-flogbólti duga so
væl at fyriskipa, at vit í Flogbólts
sambandinum nú fyri tað mesta
bert standa á síðulinjuni og hyggja,
sigur Magnus Tausen við Suður
oyarportalin, har hann eisini vísir á,
at finaludagurin er nakað, øll síggja
fram til, heldur enn at gremja seg
um nógva ferðing.
– Eitt stórt og gott skip, fantast
iskar umstøður í ítróttarhøllini at
taka ímóti spælarum og áskoðarum,
góður matur og ein framúr væl
skipað kapping er nakað av tí, sum
ger tiltakið til nakað serligt.
TB hevði bæði so og so ein góðan
dag í Trongisvági leygardagin, tí
tað eydnaðist at vinna føroya
meistaraheiti hjá dreingjum og
gentum 16 ár, umframt hjá mans
unglingum, har TB hevur lið saman
við Fleyr. Kappingina hjá kvinnu
unglingum vann Fleyr, meðan SÍ
vann hjá dreingjum 14 ár og Ternan
hjá gentum 14 ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Meistarligur meistaradagur
Flogbóltur Enn eina ferð varð stóri føroyameistaradagurin hjá yngru deildunum sera væl
fyriskipaður, og TB fær frá formanninum í Flogbóltssambandinum rós fyri sín innsats
Kvinnunglingar: Fleyr
Fleyr-Mjølnir/ÍF 3-0 (25-22, 25-21, 25-21).
Bestu spælarar: Anja S. Danielsen (Fleyr) og Sofía Purkhús (Mjølnir/ÍF)
Mansunglingar: TB/Fleyr a
TB/Fleyr a-TB/Fleyr b 3-0 (25-23, 25-15, 25-18).
Bestu spælarar: Arthur D. Poulsen (TB/Fleyr a) og Poul Ingason (TB/Fleyr b)
Gentur 16 ár: TB
TB-KÍF 3-0 (25-13, 25-15, 25-19).
Bestu spælarar: Rannvá Berg í Heiðunum (TB) og Eyðrið Egholm Hansen (KÍF)
Dreingir 16 ár: TB
TB-SÍ 3-0 (25-19, 25-21, 25-21).
Bestu spælarar: Patrik Johannesen (TB) og Niels Erik Anderson (SÍ)
Gentur 14 ár: Ternan
Ternan-ÍF a 3-2 (18-25, 25-17, 25-18, 6-25, 15-6).
Bestu spælarar: Bára B. Hansen (Ternan) og Marta Ákadóttir (ÍF a)
Dreingir 14 ár: SÍ
SÍ-Ternan 3-0 (25-19, 25-20, 25-19).
Bestu spælarar: Kasper Lorentsen (SÍ) og Jann Benjaminsen (Ternan)