Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 30 Sosialurin Fiskimálaráðið hevur al­ manna­kunngjørt eina frá­ greið­­ing um “Tilfeingisgjøld á fiski­­­vinnuna”, har hugtøk sum til­feingis­renta og til­ feing­is­­gjøld verða viðgjørd. Tað er at frø­ast um, at hetta mál, sum bleiv sett á politiska dags­­skrá við Várfrágreiðing 2000 hjá Búskaparráðnum, endi­liga er komið heilt inn í Fiski­mála­ráðið. Tíverri er frágreið­ingin so illa gjørd og heft við so stórum feilum, at hon ikki kann brúkast sum partur av grundarlagnum undir einum skilagóðum kjaki um til­­feingis­­rentu og til­ feingis­gjald í føroysk­­ari fiski­ vinnu. Eg fari her at viðgera tríggjar grund­­leggj­andi feilir burtur úr rúgvuni av feilum í frágreiðingini. Tilfeingisgjald skal skapa effektivitet Fyrst er tó neyðugt at stað­ festa, hvat hetta málið um til­feingisrentu og tilfeingis­ gjøld snýr seg um. Málið snýr seg grundleggjandi um mangl­­andi effektivitet í føroy­ ska fiski­flota­num sæð und­ir einum. Hetta skyldast skeiva stødd og samanseting av fiskiflota­num. Fyri føroy­ska samfelagsbúskapin hevði tað besta verið, um tann dugna­ ligasti reiðarin í Føroyum fekk atgongd til so nógv fiskatilfeingið, sum hann kláraði at fiska, tann næstbesti eisini, og so framvegis inntil júst so nógvir av teimum dugna­ligastu reiðarunum í landinum sluppu at fiska, at hesir kláraðu at fiska ta nøgd, sum ráðiligt er at fiska burtur úr fiskastovnunum hvørt ár. Hetta hevði gjørt, at samlaði kostnaðurin hjá fiskiflotanum til rentur og avdráttir upp á skip, olju, proviant, lønir osfr. av at fiska ráðiligu nøgdina hevði verið so lítil sum gjørligt. Orsakað av, at tað eru polit­isk og administrativ atlit sum stýra, hvør slepp­ur at fiska hvussu nógv av fiskatil­ feinginum, er hetta tíverri ikki støðan í dag. Verandi polit­ iskt-administrativa skipan er ikki brúkilig til at finna teir dugnaligastu reiðar­arnar fram um teir minni dugnaligu og heldur ikki til at áseta, hvussu nógvir reiðarar skulu sleppa framat fiskatilfeinginum. Um fiskiskapur varð skipaður á marknaðargrundarlag, so­ leiðis at reiðararnir kappaðust um atgongdina til tilfeingið á einum vælskipaðum marknaði (upp­boðssølu), so hevði tað nokk heldur ikki verið heilt ideelt, men vit høvdu verið nógv nærri tí ideellu støð­uni, enn vit eru undir ver­andi skip­ an. Við hesum í huga ber til at síggja nakrar av teim­um álvars­ ligastu feilu­­num í frágreið­ ingini hjá Fiskimálaráðnum. Skeiv definitión av tilfeingisrentu Fyrsti stóri feilur í frá­greið­ ingini er, at hon definerar til­­ feingis­rentu sum avreið­ing­­ar­ virðið frádrigið kostn­aðir (olja, amboð, lønir, rent­ur, av­dráttir osfr.) og “van­ligt” av­lop. Útfrá hesum kemur frá­greiðingin til eina niður­støðu um, at “arbeiðs­bólkurin er ikki vísur í, at tað innan allar fiska­bólkar finst ein tilfeingis­renta í dag.” Trupulleikin her er, at definitiónin í frágreiðingini av tilfeingisrentu er skeiv. Av tí sama gerast greiningarnar og niðurstøðurnar, sum byggja á hesa definitión, skeivar. Rætta definitiónin av tilfeingisrentu er avreiðingarvirðið frádrigið “vanligt” avlop og kostnaðir, sum ein optimalt rikin fiski­ floti (fiskifloti rikin undir fríum marknaðartreytum) hevur av at heinta hetta av­ reið­ingar­virðið heim. Tað ber ikki til at meta um, hvussu stór tilfeingisrentan er, við at hyggja at avkastinum í ver­andi fiskiflota, sum er ein politiskt samansettur fiskifloti heldur enn saman­ settur út frá treytunum á einum fríum marknaði. Men í frá­greiðingini verður júst roknað við teimum kostn­ aðum sum verandi vinna hevur av at heinta av­­reið­ ingar­virðið inn. Tí er niður­ støðan í frágreiðingini um, at tað er ivasamt, um nøkur til­ feingis­­renta er, skeiv. Rætta niður­støðan burtur úr stað­ festingini í frágreiðingini av, “at tað ikki í sjálvum rakstri­ num er realiserað nøkur til­ feingisrenta hesi seinastu 14 árini” er, at øll tilfeingisrentan, sum burdi farið í felagskassan hjá føroyingum fyri søluna av tilfeinginum í staðin endar sum óneyðugar útreiðslur til ein ov stóran og skeivt samansettan fiskiflota. Fyri at gera eina rætta met­ing av, hvussu stór til­ feingisrentan er, er neyðugt at meta um, hvussu stórar saml­aðu útreiðslurnar hjá fiskiflotanum høvdu verið, um fiskiflotin varð rikin optimalt undir marknaðartreytum, har frí kapping var um avmarkaðu nøgdina av fiskatilfeingi í sjónum. Slíkar metingar eru altíð óvissar, men tann einasta kanningin, sum eg veit um, metti, at tilfeingisrentan í fiskiskapi hjá partrolarum var 84 milliónir krónur í meðal um ári frá 2001 til 2003. Um metingin er á eini leið ella ikki, ber bara til at finna útav við at selja atgongdina til tilfeingið á einum fríum marknaði, og so síggja hvussu nógv tilfeingisrenta kemur í kassan sum fylgja av søluni. Tilfeingisgjald er ikki skattur Annar stóri feilur í frá­greið­ ingini er, at hon viðgerð tilfeingisrentu út frá einum sjónar­horni um skatta­inn­ tøkur til landskassan. Hetta viðførir tvær skeivar niður­ støður. Í fyrra lagi gevur hetta eina fatan av, at tilfeingisgjald er ein skattur ella avgjald, sum verður lagt á fiskiskap, sum ikki verður lagt á aðrar vinnur. Frágreiðingin sigur eisini beinleiðis, at “uppboðssøla er...ein skatting av vinnuni”. Men hetta er ikki rætt. Gjald fyri atgongd til tilfeingi, sum tú ikki eigur, er ikki avgjald/ skattur. Gjald fyri atgongd til fiskatilfeingi í sjónum er keyp av rávøru, eins og allar aðrar fyritøkur í landinum gjalda, tá tær vilja hava atgongd til tilfeingi, sum tær skulu brúka í síni framleiðslu. Í seinna lagi snýr hetta málið seg, sum sagt oman­ fyri, ikki primert um inn­tøkur til landskassan. Málið snýr seg um at fáa broytt saman­ setingina av fiski­flotan­um soleiðis, at bara teir reiðarar, sum klára at fáa sína fyri­ tøku at bera seg á vinnuligum grundarlag vera ver­andi í vinnuni, meðan teir, sum ikki klára tað, verða trýstir út av teimum dugnaligu reiðar­unum. Hetta skal gerast við at broyta “spæli­ reglur­nar” fyri fiskiskap frá at vera ein skipan, har tað eru politikkarar og embætis­ menn, sum avgera, hvør sleppur at fiska hvussu nógv, til at vera ein skipan, har tað eru aktørarnir í vinn­ uni sjálvir, sum gjøgnum ein opnan marknað fyri at­ gongd til tilfeingið avgera, hvør sleppur at fiska hvussu nógv. Kappingin á hesum marknaðinum vil á henda hátt føra til, at saml­­­aðu kostn­ aðirnir í fiski­flotanum av at fáa samlaða avreiðingar­virðið til høldar gerast so lágir sum gjørligt. Hetta merkir aftur, at so nógv av tilfeingisrentuni sum gjørligt vera realiserað sum inntøka hjá eigaranum av tilfeinginum, nevniliga “Føroya fólk”, heldur enn at tilfeingisrentan endar sum útreiðslur til yvirkapasitet í fiskiflotanum, sum er støðan undir verandi skipan. Í frágreiðingini hjá Fiski­ málaráðnum verður hinvegin ”valt at síggja burtur frá møgu­leikanum, at gjald fyri luttøku í fiskivinnuni skal vera atferðsregulerandi.” og at ”tað eru tí aðrir hættir at regulera fiskivinnuna, sum skulu royna at optimera tað samlaða fíggjarliga avkastið hjá fiskivinnuni.” Útfrá hes­ um kemur frágreiðingin til eina niðurstøða um, at ein fyri­munur við ”yvir­skots­skatt­ ing” er, at ”eitt skynsamst skattatrýst ávirkar ikki atferð­ ina, tí skattingin verður av yvir­ skoti.” Trupulleikin við hesi niðurstøðu er so­statt, at hon byggir á eina grein­ing, sum frá byrjan sær burtur frá tí, sum málið grundleggjandi snýr seg um, nevnliga at fáa broytt at­ferðina hjá aktør­u­num í fiski­­skapi soleiðis, at samlaðu kostn­aðir­nar í vinn­uni gerast lægri og reali­seraða tilfeingis­ rentan tilsvar­­andi størri. Av tí sama gerst niðurstøðan skeiv og villleiðandi. Skeiv viðger av upp­ boðssøluni sum amboð Triðji stóri feilurin í frá­ greið­ingini er í samband við viðgerðina av eini uppboðs­ søluskipan. Frágreiðingin nevnir fleiri “vansar” við eini uppboðssøluskipan, sum grundgeving fyri at høvund­ arnir halda, at “ein uppboðs­ søla ikki er besta loysnin”. Frágreiðingin nevnir til dømis, at “íløgur í skip kunnu verða meira óvissar, tí tað er ikki vist, at man vinnur uppboðið” og at “tá ein reiðari bjóðar upp á rættin at fiska, ger hann tað við tí vitan, hann hevur, áðrenn hann fer út at fiska”. Men soleiðis eru viðurskiftini í øllum vanligum vinnuligum virksemi. Til dømis brúka entreprenørar nógvar pengar og nógva tíð uppá at gera tilboð uppá bygging av ymsum, sum verður bjóðað út. Tað gera teir, uttan at hava trygd fyri, at teirra tilboð vinnur. Klædnahandlar keypa klæðir inn fyri at selja tey víðari, uttan at teir vita, um teir kunnu selja tey víðari við vinn­ ingi og summir reiðarar keypa skip og fiskiloyvir frá øðrum reiðarum, uttan at vita, um tað fer at løna seg ella ikki. Hesir “vansar” eru altso ikki vansar, og teir hava einki við eina uppboðssølu sum so at gera. Teir eru heldur vanligir vágar í sambandi við alt vinnuligt virksemi. Avbjóðingin við at vera vinnurekandi er í heila tikið, at man ofta verður noyddur at satsa upp á, at tær íløgur man ger áðrenn framleiðslan kann byrja, tað verið seg í arbeiðsorku, vørur, leigu av hølum ella fisk í sjónum, fara at løna seg. Summi vinnu­ rekandi eru meira dugnalig og heppin enn onnur. Summi vinnurekandi klára seg á marknaðarligum grundarlag og vinna pening, sjálvt um tey rinda marknaðarprís fyri allar rávørur, tey brúka í síni framleiðslu, meðan onnur noyðast at gevast. Soleiðis er við flest øllum vinnuligum virksemi í Føroyum. Tað er upp á tíðina, at tað sama verður galdandi fyri atgongdina til rávøruna í sjónum. Niðurstøða Samlaða niðurstøðan um frá­ greiðingina hjá Fiski­mála­­­ráð­ num er tí, at tá frá­­­g­reiðingin staðfestir, at “tað eru fleiri orsøkir til, at upp­­­boðs­­søla ikki er besta loysnin”, hóast uppboðssøla hevur teir fyrimunir fram um aðrar skipanir, at “mest effektivu reiðarí/fiskimenn kunnu fáa rættin at fiska” og at “um skipanin virkar opti­malt, kann hon tryggja lands­­kassa­ num alla tilfeingis­rentuna”, so tykist tað sum um, at høvund­ arnir ikki hava skilt, hvat málið um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld snýr seg um. Málið snýr seg júst um at skipa so fyri, at mest effektivu reiðararnir fáa rættin at fiska, soleiðis, at øll tilfeingisrentan endar í felagskassanum hjá eigarunum av tilfeinginum (Føroya fólk). Til tað endamálið er stovn­ an av eini væl fyri­skipaðari uppboðssølu besta amboðið. Hvussu ein væl skipað upp­boðs­ søla sær út, tað ber sjálvandi til at kjakast um. Besta grundarlagið undir einum slíkum kjaki er fram­vegis upp­ skotið í Várfrá­greið­ing 2000 hjá Búskaparráðnum. Kjak Jóannes Jacobsen Villleiðandi frágreiðing frá Fiskimálaráðnum Frágreiðingin frá Fiskimálaráðnum um “Tilfeingisgjøld á fiskivinnuna” er í besta føri villleiðandi og kann als ikki virka sum grundarlag undir einum skilagóðum kjaki um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald