Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Vit hava á hesum stað fleiri ferð­ir víst á tað óhepna við um­sit­ing­ini av fólksins ognum í Trygg­ing­ar­fel­ag­ num Før­oy­ar – og teirra løgna máta at halda makt­ina so tætt at stjórn og nevnd, at veruligu eigararnir als onga ávirkan hava. Nógva umrøðan hevur ført til, at tvær løg­tings­kvinnur hava reist málið á tingi, og í dag (eftir at blaðið er farið til prentingar), skuldi Johan Dahl svara tveimum munnligum fyri­spurn­ing­um, einum frá Katrini Dahl Jak­obsen og einum frá Bjørt Sam­u­el­sen. Tað er ógvuliga óheppið, at so nógv og so negativ umtala er um størsta aktørin á føroyska fíggj­ar­ markn­að­i­num – og hetta er eitt skúla­dømi upp­á, at her er ein skip­ an, sum als ikki er hósk­andi. Tá hes­ in stóri ak­tør­ur held­ur ikki vil flyta seg – og so seint sum í hesum mán­ að­i­num fell­ir eitt upp­skot um størri op­in­leika, eitt upp­skot, sum hevði gjørt, at veru­ligu eig­ar­ar­nir, sum eru trygg­ing­ar­tak­ar­ar­nir, høvdu fing­ið á­virk­an, ja so styrk­ir tað bara um nega­tivu umtaluna. Tá nevnd og stjórn eisini játta sær sjálv­um mill­i­ón­a­upp­hæddir í eyka sam­sýning, ja so verður støðan gro­tesk. Vit skulu minnast til, at tað sum hig­ar­til er kom­ið fram um peng­ar, sum nevndin hevur játtað sær sjálv­um og frá­farna stjór­a­num, er úr rokn­skap­inum fyri 2010. Men nógv er hent síðani tá. Fel­ag­ið hev­ ur fing­ið nýggj­an stjóra, og fel­ag­ið hev­ur keypt ein stór­an banka. Um tað at Trygg­ing­a­r­fel­ag­ið fyll­ir 70 út­ loys­ir stór­ar eyka­sam­sýn­ing­ar til nevnd­ar­lim­ir­nar, hvat so við banka­ keyp­i­num? Vit sóu líkn­andi sirk­us, tá Før­oya Banki varð priv­at­i­ser­að­ ur, tá skuldu nevnd og stjórn eis­ini hava risa stór­ar eyka sam­sýn­ing­ar, tí tey høvdu havt tað so stræv­ið í sam­bandi við priv­at­i­ser­ing­ina. Tað besta, sum Tryggingarfelagið Før­oyar nú kann gera, tað er at leggja kort­ini á borð­ið: Nevnd og stjórn eiga at for­telja Før­oya fólki alt um sam­sýn­ing­ar hjá stjórn og nevnd – og um tey hava játtað sær fleiri mill­i­ón­ir síð­ani árs­byrj­an. Tað mátti ikki verði neyðugt at bíðað, til pressan sær roknskapin um eitt ár. Fólk­ið hev­ur krav upp á full­an op­ in­leika, tí mis­tank­in um, at per­són­ ar­nir, sum ganga aft­ur alla­staðni í sam­tak­i­num, játta mill­i­ónir til sjálvs skað­ar Tryggingarfelagið Føroyar, og tað skað­ar Eik Banka, sum ikki hev­ur brúk fyri at endur­taka somu marg­hátt­ligu leiðslu, sum koyrdi bank­an á hey­s­in, og sum kostaði mong­um van­lig­um før­oyingi sín dýrt kenta spar­i­pen­ing – og í fleiri førum eisini læntar pengar. Men politisku skipanini so líkt, so kemur hon darlandi langt aftan á, at skaðin er hend­ur. Javn­að­ar­ flokk­ur­in við fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­a­ num á odda hev­ur nú sagt »a«. Fyri ikki at blíva gjørd­ur til gjøld­urs, so má hann eis­i­ni siga »b«! Sigið okkum, um Eik-keyp­ið eisini gevur leiðsluni eykaløn Kringvarpið hevur biðið okk­ um rætta upp­lýs­ing­ar­nar um hugs­aða sam­band­ið mill­um Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Før­oy­a­r og Dag & Viku, sum vórðu born­ ar fram her á síð­uni mána­dag­ in und­ir yv­ir­skrift­ini »Man Flossi á­virka Kringvarpið?« Kári Durhuus, tíðinda­leið­ ari og Høgni í Jákupsstovu, red­ak­ti­óns­leið­ari, siga, at pá­ stand­ur­in er faktuelt skeiv­ ur: »Dagur & Vika hevur ong­ an spons­or, tí talan er um ó­hefta tíð­ind­a­send­ing, ið er part­ur av saml­aða tíð­ind­a­ flutn­ing­i­num í Kring­varpi Før­oya, sum er ó­heft­ur av ser­ á­hug­a­mál­um«, siga teir. Og púra rætt hava teir. Av tí at tað ikki er loyvt at hava lýs­ing­ar í eini send­ing, so varð Veðrið tikið burt­ur úr Degi & Viku, tá Trygg­ing­ar­fel­ ag­ið bleiv spon­sor­ur hjá Veðr­ i­num, sum er ein sjálvstøðug send­ing. Teir vísa á, at hetta við at verða óheft av ser­á­huga­mál­ um er ein meg­in­regla í fjøl­ miðl­a­løg­frøði og siðvenju, sum m. a. gong­ur aft­ur í Kring­ varps­lóg­ini, Pub­lic Ser­vice- sátt­mál­anum ­og "Leið­regl­u­ num um góðan fjøl­miðl­a­sið" og at sam­bært "Leið­regl­u­ num um góðan fjøl­mið­la­sið", punkt 4.12, eig­ur Sosi­al­ur­in at rætta skeivu upp­lýs­ing­ar­nar skjót­ast gjør­ligt. – Og tað gera vit hervið treyt­a­leyst! Kári Durhuus og Høgni í Ják­upsstovu vísa sam­stund­ is á, at tað annars eru reda­k­ ti­o­nell­ar av­gerð­ir hjá báð­um red­ak­t­i­ónum á Tíð­ind­a­deild­ ini, sum eru avgerandi fyri, hvørt eitt mál verður tikið upp ella ikki. – Tað er ikki eitt sjálv­støð­ ugt "kri­te­r­i­e" at taka mál­ið upp, bara tí aðrir miðlar hava skriv­að um tað. So­statt er tað ein grov skuld­set­ing mót­vegis Tíð­ind­a­deildi­ni í Kringvarpi Føroya at leggja Tíð­ind­a­deild­ina undir ikki at við­gera Trygg­ing­ar­fel­ag­ ið Før­oy­ar, tí Trygg­ing­ar­fel­ ag­ið spons­or­er­ar veðrið og møguliga lýs­ir í Kring­varp­i­ num. Hvørki veðrið ella lýs­ in­g­a­virk­s­emið hava nakað við tíð­inda­flutn­ingin at gera. Hend­an skuldsetingin er brot á "Leið­reglurnar um góðan fjølmiðlasið", siga teir. Vit viðganga, at hetta var ein »illavorðin« in­si­n­u­er­ ing. Men hondina á hjartað, hetta var bara eitt prik – ikki end­i­liga til Kringvarpið, men meira til politisku skipanina, sum gev­ur Kringvarpinum so ván­a­lig­ar sømdir, at okkara al­menna pub­lic ser­vi­ce kring­ varp skal grundast á komm­ er­si­elt virk­semi. Tað er ikki hósk­andi, og skomm­in er hjá politikarum og ikki hjá dugnaligum kring­varps­fólk­ um: Eirikur Lindenskov blaðstjóri Flossi hevur onga ávirkan! Leggið øll kortini á borðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo So blíður er hann, fólka­ floks­for­mað­ur­in, tí hann vil geva okku­m heil­ar 100 mill­i­ ón­ir krón­ur í skat­t­a­lætta, tá gjald­ið til Heils­u­trygd verð­ ur flutt á fíggj­ar­lóg­i­na. Tað skal æt­l­andi ger­ast 1. jan­uar í 2012, at vit sleppa und­ an at gjalda til Heils­u­trygd, tí gjald­ið verð­ur flutt yv­ir skat­t­in. Tað er í hes­um sam­ bandi, at J ø r ­g ­e n N i c ­l ­a ­ sen æt­ lar at l a t a okk­ u m skatt­a­lætt­an, tí skatt­ur­ in skal ikki hækka, sig­ur hann, tó at hetta skal ger­ast í stigum. Hyggjuráðini hjá Jørgeni Nicl­a­sen til tess at megna hend­an skattalættan eru at spara innan fyrisiting, um­ sit­ing og eftirlit. – Alt hetta kostar jú 800 mill­iónir, sigur Jørgen, so hvat er tað at spara ein átt­ anda­part? Tí fólka­floks­for­mað­ur­ in held­ur, at vit hava alt ov nógv­ar almennar stovn­ar, tí skulu vit hava sam­anlegg­ ing­ar – ráð skulu leggjast sam­an, og stovn­ar skulu leggj­ast sam­an fyri at fáa eina rat­ionellari fyr­i­siting. – Og tað ber til, sigur Jørg­en, hóast hann ikki hev­ ur rok­n­að upp á tað og ikki vil siga, hvørjir stovnar, ið skulu leggj­ast saman. Og hetta sigur maðurin, sum gongur fyri dupulta løn í tinginum – hann fær bæði løg­tings­løn og lands­stýr­ is­løn. Góði Jørgen, hvussu kanst tú tosa um al­mennar spar­ingar, tá tú gong­ur á odda sum eitt al­ment oyðsl? 100 milliónir frá Jørgen Væl­ kom­in til Grønlands Kuupik Kleist Oyggjablað síða 16 Undi­r­ hald­andi ka­r­a­k­ter­ morð Edmund Joensen kjak á síðu 14