mikudagur 23. mars 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað hevur higartil verið
rættiliga bíligt at leiga traðir
frá Tórshavnar kommunu.
Higartil hevur tað kosta
umleið 10 oyru fermeturin
í meðal at leiga traðir og
um 25 oyru fermeturin fyri
urtagarðsstykkir.
Tær umleið 100 traðirnar
liggja millum 2.000 og 20.000
fermetrar, men felags fyri
tær er, at prísurin er eins
fyri allar. Árliga leigugjaldið
er 1.000 krónur um árið.
Tær umleið 100 traðirnar
hava eitt samlað øki á beint
omanfyri eina millión fer
metrar, og við einum fer
metraprísi á 50 oyru verða
leiguinntøkurnar beint om
an fyri hálva millión. Inn
tøkurnar frá traðarleigu eru
í dag umleið 100.000 krónur.
Urtagarðsstykkini eru 43 í
tali og eru til víddar millum
666 og 1.059 fermetrar. Eisini
her
hevur
leiguprísurin
verið eins, 200 krónur fyri
stykkið.
Samlaða urtagarðsøkið er
36.000 fermetrar og rað gevur
18.000 krónur í inntøkum
móti verandi inntøku á 8.600
krónur
Nýggja
leiguásetingin
fer at geva kommununi eina
inntøku á 520.911 krónur móti
106.600 í dag.
Broytingin
merkir,
at
leigugjaldið skal gjaldast
eftir, hvussu stórar traðirnar
eru. Meðalprísurin fyri leigu
gjaldið hevur verið 10 oyru
fermeturin, men nú verður
mælt til, at prísurin verður
ásettur til 25 oyru fermeturin
frá 1. august 2012, og síðani
upp á 50 oyru fermeturin frá
2015.
Minka bíðilistan
Hetta fer at merkja eina
meirinntøku til kommununa
á umleiðhálva millión. Hetta
stavar frá hækkaðum leigu
gjaldi og hækkaðum til
sýnsgjaldi. Ásett verður eitt
sýnsgjald
fyri
urtagarðs
stykki á 300 krónur, 700
krónur fyri traðir upp til
10.000 fermetrar og 1.000
fyri traðir oman fyri 10.000
fermetrar.
Kommunan hevur ein
sýnsmann, sum hevur árligt
eftirlit ella sýn við traðum
og
urtagarðsstykkjum.
Í
umsitingini verður sagt, at
sýnsmaðurin kannar eftir,
at innhegningin er í lagi, og
at traðin í heila tikið verður
røkt.
Umsitingin væntar, at
ein avleiðing av hækkaða
prísinum verður, at fleiri
av leigarunum við stórum
traðum fara at ynskja at fáa
minni øki. Miðað verður eftir,
at fáa traðir á umleið 4.000
fermetrar, og tá ber til hjá
leigarum við traðum á 8.000
fermetrar at býta trøðna
sundur í helvt.
Hetta merkir so aftur,
at fólk, sum í dag standa
á bíðilista at fáa eina trø,
sleppa framat. Á tann hátt
ber samstundis til at minka
um bíðilistan.
Umsitingin hevur arbeitt
við málinum í eina tíð, og
væntandi verður málið sam
tykt á býráðsfundinum hós
kvøldið.
Svimjihøllin
í Gunda
dali nýggjar
startskamlar
STARTSKAMLAR Á býráðs
fundinum hjá Tórshavnar
kommunu hóskvøldið kemur
eitt mál til viðgerðar um at
keypa nýggjar start-skamlar
til Svimjihøllina í Gundadali.
–
Í
Svimjihøllini
í
Gundadali er tørvur á
nýggjum nútíðarhósk
andi start-skamlum. Í
hesum sambandi eru
tilboð komin frá LM
og
Nomatek.
Tilboð
ið frá LM fevnir um
skamlarnar við allari
tekniskari útgerð. Til
boðið frá Nomatek fevnir
um arbeiði í sambandi
við uppsetingina, m.a.
stálarbeiði. Harumframt
verður lagt upp fyri
óvæntaðum kostnaði við
10%, og her verður serliga
hugsað um møguligt
múraraarbeiði,
verður
sagt í viðmerkingunum
til uppskotið.
Kostnaðurin verður
tilsamans
603.750,00
krónur. Á fíggjarætlanini
2011
eru
avsettar
350.000,00
krónur
á
framfluttum íløgum.
Tilboð frá LM 388.650
+ mvg 25% 97.163
Tilboð frá Nomatek
50.441
+ mvg 25% 12.610
548.864
Óvæntað 10% 54.886
Íløga tils. kr. 603.750
Trivnaðarstjórin
og
mentamálaleiðarin
mæla til at fíggja arbeiðið
við kr. 350.000,00 av
tí peningi, sum er av
settur á íløgum, og kr.
253.750,00
av
íløgum,
sum eru avsettar til fe
lagshølini hjá Havnar
Svimjifelag. Tilsamans
kr. 603.750,00.
Mentamálanevndin
hevur samtykt at taka
undir við tilmælinum og
beina málið í býráðið um
fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur
somuleiðis samtykt at
mæla býráðnum til at
taka undir við menta
málanevndini og játta
350.000 krónur av íløgu
ætlanini fyri 2011 og
163.000 krónur av íløgum,
sum eru avsettar til
felagshølini hjá Havnar
Svimjifelag – tilsamans
513.000 krónur.
Tórshavnar kommuna eigur nógva jørð eitt nú í Havnardali, og nú skal leigan setast hálva millión upp
Mynd: Álvur Haraldsen
Dýrari at leiga
traðir í Havn
TRAÐARLEIGA Á býráðsfundinum hóskvøldið fer
býráðið at viðgera eitt uppskot um at hækka leigugjaldið
av traðum og urtagarðsstykkjum munandi.