mikudagur 23. mars 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Viðbrekin
toska
stovnur
krevur
serlig átøk
FISKIVINNA
Grønlendski
toskafiskiskap
urin er bert
grundaður á
ein einstak
an árgang.
Snorri Brend
Tað er ein stórur spurningur,
hvussu
nógvur
toskur
verður eftir í grønlendskum
farvatni,
tá
toskurin
frá
2005-árganginum er fiskaður
upp.
Hesin spádómur hevur
skapt stúran hjá fólki innan
fiskivinnuna, tí eingin veit
hvat fer at henda, tá hesin
toskurin fer at hvørva.
- Støðan er nevniliga hon,
at eingin nýggjur árgangur í
somu stødd, er komin síðani,
verður sagt.
Tekin eru ikki um, at
nýggir árgangir av toski eru
ávegis. Hetta førir aftur við
sær, at toskafiskiskapurin á
nærleiðunum er grundaður
á eitt sera veikt grundarlag,
tí talan í roynd og veru bert
er um ein einstakan árgang.
- Ein framhaldandi fiski
skapur verður tí treytaður
av at fleiri stórir árgangir
koma, og sum kunnu avloysa
teir eldru, sohvørt sum teir
hvørva
úr
fiskiskapinum,
sigur Ane Hansen, umboðandi
fiskivinnuna í grønlendska
landsstýrinum.
Í løtuni verða gjørdar
kanningar
innanskers
í
nánd av Sisimiut, Nuuk og
Qaaqrtoq. Hesar skulu stað
festa, um ungfiskur finst
her og sum kann verða
grundarlagið
undir
fram
haldandi fiskiskapi komandi
árini.
Grønland tiðnar
Snorri Brend
Innlandsísurin tiðnar skjótari enn
allar forsøgnir hava sagt.
Alheims upphitingin við hækk
andi hita, hevur ført til at sumrini
byrja fyrri og ísurin tiðnar skjótt
kring alt Grønland.
Hesar upplýsingar hevur NASA
savnað saman frá veðurfylgisvein
um.
Hesir fylgisveinar máta smáar
nøgdir av mikrubylgjur, ið koma
frá ísi og vatni.
Ein onnur avleiðing av hesum
er, at grønledsku sumrini hava vart
í 60 dagar longur, enn miðaltalið
seinastu 30 árini.
Steðgar
Tað eru tó ikki allir granskarar ið
eru eins dapurtskygdir um inn
landsísin.
Hesir vísa á, at tey heitu sumrini
kortini ikki fáa ísin at ferðast
skjótari ímóti havinum.
– Nei, sigur professarin, Andrews
Shepherd frá University of Leeds.
– Grønlendski innlandsísurin er
tryggari enn vit áður hava hildið.
Hansara fólk komu fram til, at
størri nøgdir av távatni skapa ser
stakar kanalir undir ísinum, sum
síðani leiða vatnið burtur.
Hetta hevur aftur havt ta av
leiðing at glíðingin verður bremsað
á einum ávísum støði.
NASA hevur nú prógvað, at grønlendski
ískappin tiðnar skjótari enn mett.
Tiðningin var størst í 2010.
LEIKIR
Grønlendingar hava góðar
vónir um heiðursmerki, hóast
fimm ár eru til teir skulu skipa
fyri arktisku leikunum í 2016
ÍSUR
Ymiskar útsagnir um støðuna við grønlendska innlandsísinum. Flestu
serfrøðingar eru tó samdir um, at hann tiðnar skjótari enn gott er
Snorri Brend
Hóast fimm ár eru til leikirnar,
eru fyrireikingarnar langt síð
ani farnar í gongd.
Millum tey ið fara at geva
sítt íkast til leikirnar er fe
lagsskapurin Grønlands Skole
idræt.
– Vit ynskja at fáa fleiri
dugnaligar næmingar at gera
meiri við ítróttin tey komandi
árini, verður sagt úr felags
skapinum.
Vónin er, at grønlendingar
við hesum átaki fara at fáa upp
aftur fleiri heiðurstekin í 2016.
Dugnalig
Arctic Winter Games verður
størsta einstaka ítróttartiltakið
nakrantíð í Grønlandi.
– Vit ynskja at fara undir
eina verkætlan, sum skal miða
eftir at fáa fatur á dugnaligum
næmingum, sum vilja gera ein
eyka innsats, sigur leiðarin í
felagsskapinum, Kim Godtfred
sen.
Ætlanin er at fáa uppaftur
fleiri heiðursmerki til Grønland
hesar dagarnar undir AWG
2016.
Arktisku leikirnir verða skip
aðir annaðhvørt ár. Komandi
ár verða teir í Canada og í 2014 í
Alaska, og altso í Nuuk í 2016.
Undir teimum 21. leikunum í
Canada í 2010, endaði Grønland
á einum 6. plássi við 49 heiðurs
kerjum - 18 gull, 16 silvur og 15
bronsu.
Hetta var langt frá góða
úrslitinum hjá Alaska, sum fekk
íalt 251 heiðursmerki.
ÍTRÓTTUR Nuuk skal skipa fyri Arctic Winter Games 2016.
Vónin er, at fleiri heiðursmerki verða verandi í Grønlandi.
Vænta fleiri heiðurs
merki í 2016
Fakta: AWG
Arctic Winter Games er eitt ítróttar-
og mentunartiltak fyri ungdóm úr
arktiska økinum.
Leikirnir verða hildnir annaðhvørtár,
og verða hildnir 21. ferð í Grande
Prairie í Canada komandi ár.
Í 1970 luttóku 500 ítróttarfólk,
meðan omanfyri 2000 taka lut nú.
Í fjør luttóku ítróttarfólk úr 9 økjum,
teirra millum Grønland og Samaland.