Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 28 Sosialurin Henry Mellemgaard Tað hevur ljóðað, at eigarar av partabrøvum, útvegað fyri 16. november 2001, møguliga kunnu fáa pening úr feløgum skattafrítt. Myndugleikarnir hava víst hesum aftur og sagt, at lógin er trygg og at fylgt verður við gongdini á skattaøkinum, og at Taks hevur reist nøkur mál móti borgarum um kapitalvinningsskatt. Í mai 2010 kom frágreið­ing frá Taks um úrslit av eftirlits­arbeiði í samband við kapit alvinningsskattalógina, men okkurt bendir á, at kanningin ikki hevur snúð seg um skatting av vinningi við sølu av gomlum partabrøvum. Tað eru fá, sum hava fingist við evnið, men her skal ein roynd verða gjørd at lýsa skatta­reglurnar viðvíkjandi gomlum partabrøvum. Við­merkjast skal, at evnið er rúgvismikið og umfatandi, og tí verða bert partar av lógini viðgjørdir. Greitt verður frá megin­reglunum um skatting av parta­ brøvum eftir gomlu lógini frá 1986 og nýggju lógini frá desember 2001, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri samfelagið. Skatting av partabrøvum Øll eru samd um, at vinnan skal hava góðar karmar at virka undir, og her gongur tað almenna ofta undan við m. a. at hava serreglur á skatta­­økinum við tí endamáli, at betra um møgu­leik­ arnar hjá feløg­unum at geva avlop til íløgur og konsoli­dering, sam­stundis sum hetta skal gera tað áhugavert hjá borgarunum at verða vinnurekandi. Reglur­nar um laga­liga skatting eru einans gald­­­andi, meðan peningurin er í umfari í sjálvari vinn­uni, men so skjótt virði verða flutt til parta­eigar­an (privatis­feruna), skal av­gjald/skattur rindast. Harvið fær sam­­felag­ið skatta­ kredittin aftur, sum veitt­ur er feløg­un­ um gjøgnum árini. Eingin uppgerð er fyri, hvussu nógvan pening, landskassin hevur útistandandi í partafeløgum á henda hátt, men givið er, at vit tosa um rættiliga stórar upphæddir. Hetta við lágum partafelagsskatti minnir um skipanina við eftirlønar­ tryggingum, har borgarin fær skatt­ ligan frádrátt fyri inngjøldini her og nú, men tá pengarnir verða goldnir út við eftirlønaraldur, skal skattur ella avgjald rindast til landskassan. Ójavnt er, hvussu londini skatta kapital­vinning, men flestu, sum vit vanliga saman­bera okkum við, hava sum mál, at samlaða skatt­ ingin av partabrævavinningi skal verða á hædd við skattingina av lønarinntøku, og hetta hevur eisini verið galdandi í Føroyum. Partafelagsskatturin hevur verið skiftandi og hevur seinnu árini ligið um 18% og vinnings­býtisskatturin 35%. Við hesum verður effektiva skatt­ ingin av útlutanum 46,7% ella ájavnt skattingini av løntakararum. Sí talvu Skattin av partabræva­ vinningi eftir gomul skattalógini Í gomlu lógini um skatting av virðis­brøv­ um, sum var galdandi árini 1986-2001, vóru tríggir hættir hjá høv­uðs­­­parta­ eigarum at fáa pening úr feløgum: • fáa sær løn • gjalda út vinningsbýti • selja partabrøv Um partaeigari fekk løn úr felagn­ um, so varð upphæddin skattað sum vanlig lønarinntøka, meðan vinnings­ býti varð skattað við ein­um avgjaldi upp á 35%. Vinn­ingur við sølu av parta­brøvum varð rokn­aður upp í vanligu skatt­skyld­ugu inntøku, men um parta­­eigari hevði átt partabrøvini í meira enn 10 ár, varð vinningurin skattafríur. Gamla lógin var einføld, tá talan var um vinningsbýtisskatt, og almenna fatanin er, at lógin livdi upp til mál­­­setn­­ingin, at løntakarar og parta­­bræva­­eigarar vóru nøku­lunda eins skattaðir. Hetta var partvíst eisini gald­andi fyri sølu av partabrøvum eldri enn 10 ár, hóast lógin segði, at vinningurin var skattafríur. Orsøkin til hetta er, at keyparin skuldi ogna sær partabrøvini úr egnum lumma ella við at taka lán, sum skuldi gjaldast aftur við pengum, ið vóru skattaðir ca. 50%, og tí kundi tað verða trupult at taka yvir væl konsoliderað felag. Her er dømi, sum kann lýsa hetta betur. P/F A hevur bókað aktiv fyri 20 mió. kr., innistandandi 24 mió. kr., partapeningur 1 mió. kr., uppspart avlop gjøgnum árini 41 mió. kr. og skuld 2 mió. kr. Um keyparin yvirtók parta­ brøvini, so átti hann sum útgangs­ punkt at keypt tey fyri áljóðandi eginogn, tvs. 42 mió. kr., men av tí at tað hvíldi skattur á partabrøvunum upp á 35%, hevði keyparin ynski um, at kostnaðurin lækkaði 14,35 mió. kr. (eingin skattur skuldi rind­ ast av partapeninginum, og tí verður skattaupphæddin 35% av 41 mió. kr.). Í síðsta enda var tað ein samráðingarspurningur, hvussu nógv rindast skuldi fyri parta­brøvini, men alt annað líka, hevði kostnaðurin ligið millum 42 mió. kr. og 27 mió. kr. Keyparin hevði eisini møguleika at av­greiða handilin við at stovna partafelag, sum skuldi eiga parta­ brøvini (holdingfelag), men av tí at partafeløg skuldu gjalda vinnings­ býtiskatt, vóru eingir skattligir fyrimunir í hesum, og tí var hetta við holdingfeløgum so at siga ókent fyribrigdi undir gomlu lógini. Í nevnda dømi varð keyparin noyddur at útvega millum 27 og 42 mió. kr. í fígging fyri at kunna yvirtaka felagið. Um keyparin ikki hevði tøkan pening til endamálið, so kundi hann taka upp lán. Árliga gjaldið á annuitetsláni upp á 30 mió. kr. við 6% í rentu og 20 ára afturgjaldstíð er 2,6 mió. kr. Keyp­arin skuldi sostatt heva sær løn, sum er oman­fyri 5 mió. kr. bara fyri at rinda lánið aftur. Av tí at tað í nevnda dømi kundi verða ov møtimikið hjá keypara at útvega fígging, varð seljarin ofta noyddur at niðurkapitalisera felagið við at taka sær vinningsbýti, so at egin­ognin svaraði til eina upphædd, sum keyparin megnaði at rinda. Sí dømi 1 Um keyparin ikki hevði ráð at yvirtaka P/F A fyri bókaðu eginogn á 42 mió. kr., men bert megn­aði at útvega 20 mió. kr. í fígging, varð seljar­in noydd­ur at niðurskriva parta­pen­ingin í felagn­­um við 22 mió. kr. og har­við rinda 7,7 mió. kr. í skatti til lands­kassan (avgjaldið er 35%). Keyparin kundi eisini yvirtaka sjálv vinnutólini, og seta tey í eitt nýtt partafelag, sum hann stovnaði til endamálið. Gamla partafelagið hevði so bert kontantan pening og møguliga eina skattarokning í sam­ band við avhendingina av rakstrar­ gøgnum v. m. Gamli parta­eigarin kundi so fara undir nýtt virksemi ella heva peningin út sum løn ella vinningsbýti. Í døminum niðanfyri er endaliga útlutanin 42 mió. kr. og avgjaldið 35% svarandi til 14,3 mió. kr., ið skal rindast til landskassan (skattur verður ikki goldið av parta­ peningi). Sí dømi 2 Á henda hátt tryggjaði landið sær, at kapital­inntøka og lønarinntøka vórðu nærum eins skattað, og skatta­ kreditturin (lánið), ið felagið hevði fingið frá landinum gjøgnum árini, varð rindaður aftur til samfelagið. Dømið omanfyri vísir, at áset­ ingin í gomlu lógini um, at vinningur við sølu av partabrøvum eldri enn 10 ár var skattafríur, skal takast við ávísum fyrivarni. Nýggja lógin um skatting av partabrøvum (kapita lvinningsskattalógin) Gamla lógin um skatting av virðis­ brøvum varð vorðin stirvin og ótíðarhóskandi. Millum annað var trupult at umskipa feløg, so hvørt sum vinnu­fortreytirnar broyttust eitt nú í samband við ættarliðskifti, og tí var farið undir at gera nýggja lóg á økinum, og í desember 2001 varð gamla lógin frá 1986 so av­loyst av kapitalvinningsskattalógini. Nýggja lógin fevnir um skatting av virðis­ brøvum, vinningsbýti og rentu og tykist á mangan hátt at vera einføld og greið og meira tíðar­hóskandi enn undanfarna. Í lógini eru serligar reglur fyri partabrøv, sum eru útvegað fyri 16. november 2001, og røddir hava verið frammi um, at møguliga eru veikleikar í reglunum, sum viðvíkja hesum partinum av lógini. Ført hevur m. a. verið fram, at okkurt bendir á, at eigarar av partabrøvum útvegað fyri 16. november 2001, kunnu kanalisera pening út feløgunum uttan at gjalda vinnings­býtisskatt. Her skal ein roynd verða gjørd at vísa, hvussu verandi skattareglur eru, tá parta­eig­ arar fáa pening frá feløgum við útlutan av vinningsbýti útgjald í samband við likvida­ tión av partafelag útgjald í samband við sølu av partabrøvum til holdingfelag útgjald í samband við niður­ skriv­ing av partapeningi Viðmerkjast skal, at evnið er um­ fatandi, og tí verða bert part­ar av málinum viðgjørdir her. Útlutan av vinningsbýti Partaeigarar kunnu heva pening úr feløgum við at gjalda út vinnings­ býti. Hetta er mest vanligi háttur at fáa sær pening úr feløgum, um vit síggja burtur frá lønum. Vinnings­býti verður skattað 35%. Sí dømi 3 Um partaeigari hevar 1 mió. kr. sum vinnings­býti, skulu kr. 350.000 rind­ast í skatti til lands­kassan, og so­statt fær partaeigarin kr. 650.000 netto. Partafelagsskatturin er 18% og saman við skattinum upp á 35%, er samlaða skattingin av vinnings­ býtinum 46,7%, sum er áleið tað sama, ið vanligur lønmóttakari rindar í persónsskatti. Um tað hinvegin er eitt parta­ felag, sum fær vinningsbýti frá øðrum felag, so skal eingin skattur rindast. Frítøkan kom í lógina í 2006. Hetta er helst orsøkin til, at hóast munandi upphæddir verða goldnar í vinningsbýti, so verður lutfalsliga lítil upphædd rindað til landskassan. Útgjald í samband við likvidatión av partafelag Partaeigarar kunnu eisini velja at likvidera felagið og síðani rinda peningin til eigararnar. Áður hava likvidatiónir verið skattaðar eins og vinningsbýti, men 20. desember 2002 kom ein regla í skattalógina, sum sigur, at “útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending” (§ 1 stk. 3). Hetta merkir, at um partabrøvini eru eldri enn 16. november 2001, so kunnu parteigarar likvidera feløgini og heva pening út skattafrítt. Vit kunnu aftur venda til tølini í dømi 2, har 42 mió. kr. standa á • • • • likvidiatiónskontuni, tá øll aktiv og passiv eru avgreidd. Hetta er upp­ hæddin, sum skal gjaldast parta­eig­ aranum, tá felagið verður tikið av. Sambært áður nevndu grein, er útgjaldið skattafrítt, og í hesum førinum er eigarin sloppin undan at rinda 14,3 mió. kr. til landskassan (35% av 41 mió. kr., tí partapeningurin er 1 mió. kr.). Tað kann vera, at eigarin er áhugaður at reka fyritøkuna ella partar av henni nøkur ár afturat og tí ynskir at varðveita okkurt av aktivunum. Tað kann t. d. gerast á tann hátt, at eigarin stovnar nýtt felag P/F B. Sí talvu Í døminum er ognin seld nýggja felagnum fyri virðið í handli og vandli, sum er 20 mió. kr. Um tað ikki eydnast at fáa fígging frá peningastovnum, so hevur partaeigarin eina áogn í felagnum upp á 20 mió. kr., sum hann kann heva skattafrítt, so hvørt sum felagið leggur pening til viks. Um alt gongur væl, so hevur likvidatiónin av P/F A givið partaeigaranum 20 mió. kr. her og nú, og hinar 20 mió. kr. koma so við og við - skattafrítt. Skattakreditturin, sum felagið hevur fingið frá landskassanum, verður sostatt ikki kravdur aftur, men verður ogn hjá partaeigarunum – í hesum føri 14 mió. kr. Útgjald í samband við sølu av partabrøvum til holdingfelag Partaeigarar hava eisini møguleika at selja partabrøvini til eitt nýtt felag, hvørs endamál er at eiga partabrøv í øðrum felag. Í døminum niðanfyri hevur nýggja felagið kr. 125.000 í partapeningi. Sí dømi 4 Eigarin selur partabrøvini í P/F A til holdingfelagið, sum hann eigur sjálvur, fyri bókað virði, tvs. 42 mió. kr. P/F H fíggjar keypið við lántøku og rindar rentur og av­dráttir við at heva vinningsbýti frá P/F A avgjaldsfrítt. Við at velja sam­­skatt­ing við P/F H fær P/F A skattligan frádrátt fyri rentuútreiðslurnar og harvið minni at gjalda í skatt. Um P/F H fær lán frá fíggingar­ stovni, so hevur partaeigarin fingið allan sølupeningin upp á 42 mió. kr. her og nú skattafrítt. Um fíggingarstovnar ikki veita lán, so hevur partaeigarin millum­ rokning við P/F H upp á 42 mió. kr. Eigarin kann gera tað sama, sum víst Viðmerkingar til kapitalvinningsskattalógina P/F B Materiell ogn 20.000.000 Innistandandi 125.000 20.125.000 Eginogn 125.000 Skuld 20.000.000 20.125.000 Inntøka 100,0 P/F skattur (18%) 18,0 Netto í felagnum eftir skatt 82,0 Vinningsbýtisskattur 35% 28,7 Útgjald til partaeigarar, netto 53,3 Kjak