Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 Sosialurin Tann 1. september í 2010 læt venj­ing­ar­miðstøðin faroe­ fit­ness upp í nýumvældum hølum við nýggjum mask­ inum í Djóna í Geilsgøtu 5 í Havn. Faroefitness er í somu høl­um, sum Fragd & Fimi var í fram til 2007. Tað eru systk­ ini Hákun og Jana Thomsen, sum eru eigarar av nútímans fit­ness sentrinum við Janu sum dagligum leiðara. Faroefitness hevur tær nýggjastu italsku Techno­ Gym maskinurnar. Har eru øll tey bestu venj­ing­ar­am­ boð­ini sum t.d. súkklur, skíðmaskinur, krossarar og stepp­ar­ar og rennimaskinur við stórum skíggjum, har til ber at síggja fleiri sjón­ varps­kanalir ella lurta eftir útvarps­støðum, meðan vant verð­ur. Talan er um sterk, góð, ljóð­leys og sera væl egnaði am­boð til allar hugsandi venj­i­ngar. Um ikki so langa tíð verður eisini høvi hjá okkara viðskiftafólkum at fara út á netið, eitt nú á Facebook, Portalin, lesa teldu­post - ella hvør áhugin nú einaferð kann vera, sigur Jana Thomsen. Jana sigur, at øll, sum hava hug at íðka hjá faroe­fit­ ness, fáa ein ókeypis roynd­ ar­tíma, og tá fólk síðan byrja at venja, eru feitttest og venjingarskrá við í prísinum fyrs­tu ferð. Faroefitness skipar fyri so­nevndum sirkulvenjingum í maskinum.Venjingin er væl dámd, tí hon er ein venj­ ing­ar­háttur, sum øll kunnu vera við í, bæði mannfólk og konufólk, ung sum eldri, vand og óvand. Sirkulvenjing í maskinum gevur sera góð úr­s­lit. Faroefitness hevur eisini sirkul-hold til børn í aldri­ num 9 – 16 ár sum viga eitt sind­ur ov nógv. Tey læra eisini nakað um sunnan kost og tað er vælumtøkt og hev­ur givið góð úrslit. Eitt annað sirkulhold eitur Sirkul Slank og tey holdini koyra í 10 vikur, har luttakararnir fáa individuella kostætlan, feitt-test og venjing 3 ferðir um vikuna, eins og tey læra at eta og liva sunnari. Umframt at Jana er út­ búgv­in økonoma, hevur hon verið á nógvum skeiðum um fitness, eins og hon hev­ur lisið ein hóp um fysiologi. Jana hevur úti við 25 ára royndir sum fitness instruk­ tør­ur. Undirtøkan fyri faroe­fit­ ness hevur verið góð, og um­ støður­nar eru so góðar sum ongan­tíð áður, sigur Jana Thom­sen, sum leggur dent á, at faroefitness er fyri øll – ung sum gomul, kvinnur og menn. Faroefitness hevur opið soleiðis: Mánadag - fríggja­ dag kl.06.30 – 21.00, leygardag kl. 09.00 – 18.00 og sunnudag kl.14.00 – 18.00. Kostnaðurin fyri at venja er tann sami sum fyri 23 árum síðan: 1 mdr. 500 kr, 3 mdr. 1200 kr, 6 mdr. 2250 kr, 12 mdr. 4000 kr, 10 túrakort (hold) 500 kr, og 10 túra kort 600 kr. Í faroefitness fæst alt á einum stað: Sirkul Puls - Sirk­ ul Styrki - Sirkul Barn - Sirk­ ul Slank - Sirkul Zumba – Styrki­venjing – Kondivenjing – Feitt test – Persónlig venj­ ing og kostráðgeving. Meira upplýsingar um faroefitness eru á heimasíðuni: www.faroefitness.fo Flott og framkomin venjingarmiðstøð Lýsingartilfar Jana Thomsen og Guðrun við Rættará í nýumvældu venjingarmiðstøðini hjá Faroefitness