fríggjadagur 25. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Tað verður ein stór avbjóð
ing at fylla skógvarnar eftir
Ingeborg Vinther.
Tað ásannar Georg F. Han
sen.
Hann er eitt sindur eyð
mjúkur um tað stóra álitið,
sum
føroyska
Arbeiðara
fjøldin vísti honum í gjár.
Legendariska forkvinnan
í Føroya Arbeiðarafelag, Inge
borg Vinther, legði frá sær
sum forkvinna í felagnum
eftir heili 31 ár í sessinum.
Og á aðalfundinum í gjár
var 58 ára gamli miðvingurin,
Georg F. Hansen, valdur til
nýggjan formann í felagnum.
Hann varð einsamalt val
evni til formanssessin í Før
oya Arbeiðarafelag.
Fleiri
onnur
uppskot
vóru, men tey bóru seg øll
undan.
Ein av teimum var Jógvan
Páll Johansen í Haldórsvík,
men hann bar seg undan, tí
hann metir, at hann hevur
ov lítlar royndir í fakfelags
politikki.
Eitt annað uppskot, Kar
la Einarsson í Rituvík, bar
seg eisini undan, men hon
kundi ikki skjóta seg inn
undir at hon er óroynd í fak
felagsarbeiði, tí hon hevur
verið forkvinna í arbeiðara
felagnum, Hæddini, í nógv
ár, umframt at hon hevur
verið nevndarlimur í Føroya
Arbeiðarafelag í eitt langt
áramál.
Hinvegin sigur hon, at tey
í nevndini høvdu tosað um,
at Georg F. Hansen var tann
mest nátúrligi arvatakarin
eftir Ingeborg Vinther.
Tað halda tey, tí hann
hevur verið nevndarlimur í
felagnum í 23 ár og hesi sei
nastu 10 árini hevur hann
verið
næstformaður
og
sostatt høgra hond hjá Inge
borg Vinther.
Og tað endaði eisini við, at
Georg F. Hansen varð valdur
til formann uttan nakað
mótvalevni.
Til reiðar
Við hesum kann staðfestast,
at tey í Føroya Arbeiðarafelag
valdu ta tryggu loysnina við
at velja ein formann, ið hev
ur so drúgvar royndir í felag
num.
Og hóast nýggir formað
urin ásannar, at tað verður
ein avbjóðing av teimum
heilt stóru at taka við eftir
Ingeborg Vinther, er hann
eisini ivaleysur í, at hann fer
at klára uppgávuna.
Hann sigur, at hann er
væl kunnugur við Føroya
Arbeiðarafelag og hann er
somuleiðis væl kunnugur við
tey mál, felagið arbeiðir við.
Hann skal sostatt ikki
brúka tíð at seta seg inn í
fakfelagsarbeiði ella tey mál,
Føroya Arbeiðarafelag fæst
við.
Nýggir formaðurin í Før
oya Arbeiðarafelag ásannar
samstundis, at tað liggja
nógvar og stórar uppgávur
fyri framman.
Ein uppgáva, hann ætlar
at átaka sær, er at styrkja
sambandið ímillum lokal
feløgini og Føroya Arbeiðara
felag.
Har hevur kinkur verið í
summastaðni. Serliga kend
er ósemjan, sum tók seg upp,
tá ið fiskiflotin lá og talan
varð um at íslendsk skip
skuldu avreiða í Føroyum.
Føroya
Arbeiðarafelag
segði nei, men tað vildu feløg
ini í Fuglafirði ikki binda seg
til at fylgja.
Hesi viðurskiftini skulu
fáast í rættlag, hevur nýggi
formaðurin sett sær fyri og í
hesum sambandi ætlar hann
at vitja øll lokalfeløgini at
tosa um viðurskiftini.
Ein onnur uppgáva er
ávirka ætlanina at gera eina
nýggja pensjónsskipan, tí
Føroya Arbeiðafelag heldur
ikki, at ætlanin, sum nú er á
borðinum, kann góðtakast.
- Vit krevja, at ALS,
Barnsburðargjald og onn
ur gjøld, eisini skulu vera
eftirlønargevandi og somu
leiðis fyritíðarpensjón og
forsorgarhjálp.
- Annars verður verka
fjøldin nógv verri fyri á ellis
árum og tað kunnu vit ikki
góðtaka, sigur hanm.
aki@sosialurin.fo
Tað var ein spennandi løta,
tá ið tríggir nýggir nevndar
limir skuldi veljast í Føroya
Arbeiðarafelag í gjár.
Frammanundan
var
greitt, at minst ein nýggjur
nevndarlimur skuldi veljast,
fyri Ingeborg Vinther, sum
hevur boðað frá, at hon tek
ur ikki við afturvali.
Og eftirsum hon leggur
fakfelagsárarnar inn eftir
31 ár í formanssessinum í
Føroya Arbeiðarafelag, skul-
di eisini nýggjur formaður
veljast ímillum teir sjey
nevndarlimirnar.
Tríggir
nevndarlimir
stóðu fyri vali.
Umframt
Ingeborg
Vinther, vóru tað Karla
Einarsson úr Rituvík og
Jógvan Páll Johansen úr
Haldórsvík og tey vórðu
bæði afturvald.
Triði nevndarlimurin er
Suni Mortensen úr Hovi,
sum sostatt er nývaldur.
Vónbrotin
Annars
var
skilligt,
at
feløgini í Eysturoy høvdu
frammanundan tosað um
at velja Harry Benkaminsen
í nevndina.
Men tað helt ikki, tí tá
ið
avtornaði,
atkvøddu
bara helvtin av teimum 50
eysturoyingunum fyri hon
um.
Sostatt fekk hann bara
29 atkvøður og tað var alt
ov lítið til ein nevndaresss,
tí fyri at verða valdur, skuldi
hann næstan fingið tvær
ferðir so nógvar atkvøður.
Eftir valið duldi hann
ikki fyri, at hann var vón
brotin og helt, at tað var sera
vánaligt, at eysturoyingar
skuldu standa so illa saman.
Hinvegin fegnast suður
oyingar um at varðveita ein
nevndarlim í felagnum, nú
Ingeborg Vinther er farin frá.
Georg er til reiðar
NÝGGUR FORMAÐUR Nýggi formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag er
fullgreiður yvir, at hann fær stórar skógvar at fylla, men hann er til reiðar
Frøi og vónbrot í Føroya Arbeiðarafelag
Tað ligga nógvar
stórar uppgávur fyri
framman
Trygg loysn
Við at velja 58 ára
gamla Georg F. Hansen
til formann í Føroya
Arbeiðarafelag, hava tey
valt ta tryggu loysnina,
tí hann er garvaður
fakfelagsmaður og hevur
verið nevndarlimur í
Felagnum í heili 23 ár og
av hesum hevur hann
verið høgra hond hjá
Ingeborg Vinther í 10
ár sum næstformaður í
Føroya Arbeiðarafelag