fríggjadagur 25. mars 2011síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
25
VIKUSKIFTI
atvoldin til, at føroyskir næmingar
hava fatað føroyskt sum eina turrisliga
lærugrein, ið ikki var líka spennandi
sum danskt. Í kanningini hjá Vár í
Ólavsstovu kemur greitt til sjóndar, at
næmingarnir enn halda lærugreinina
vera gamaldags og siðbundna, og teir
vilja fegin hava, at lærugreinin verður
nútímansgjørd. Teir sakna modernitet
og víðskygni.
Vár í Ólavsstovu staðfestir, at hvat
nyttu viðvíkur, halda næmingarnir
ofta danskt vera eitt týdningarmiklari
mál enn føroyskt, tí fleiri teirra ætla
sær undir framhaldandi lestur í
Danmark. Hinvegin hevur føroyskt
eina nógv sterkari støðu sum lærugrein,
hvat teirra samleika viðvíkur, og
næmingarnir »siga frá heitum kenslum
og áhuga fyri lærugreinini,« sum Vár
í Ólavsstovu málber seg. Hetta er ein
mótsøgn. Næmingarnir kenna seg
heima í føroyskum, men lærugreinin
er ikki nóg forvitnislig og tíðarhósk-
andi.
Tær heitu kenslurnar fyri før
oyskum, heldur Vár í Ólavsstovu, eru
týðiligt tekn um, at føroyskt er ikki
bara ein lærugrein í máli, men ein
samleikalærugrein, sum er persónliga,
ættarliga, sosialt og tjóðarliga grundað.
Næmingarnir hava í sambandi við
hennara kanningar sagt frá positivum
kenslum mótvegis føroyskum, ið ikki
samsvara við tað, teir í roynd og veru
uppliva í lærugreinini í gerandis
degnum. Hetta kann tulkast sum eitt
slag av skyldu, ið næmingarnir kenna
mótvegis føroyskum, heldur hon.
Kjølfest í føroyskum
Í ritgerðini vísir Vár í Ólavsstovu eisini
á, at næmingarnir sakna samrøður og
meira tvívegis samskifti í undirvísingini
í føroyskum. Undirvísingin er nógv
merkt av, at samskiftið er einvegis,
at næmingar verða yvirhoyrdir, og
lærararnir skriva upp á talvuna. Hetta
hevur við sær, at næmingarnir hava ilt
við at gjøgnumskoða, hvat endamálið
við undirvísingini í grundini er. Kortini
eru teir trúgvir ímóti føroyskum. Vár í
Ólavsstovu skrivar:
»Skyldan og óttin fyri, at føroyska
málið doyr út, eru rættiliga vanligar
kenslur millum studentaskúlanæmingar.
Tey eru ítøkiliga bangin fyri, at føroyskt
skal hvørva, og tað er rættiliga vanligt,
at tey eru ímóti, at fremmandaorð verða
tikin upp í føroyskt. Nógvir næmingar
siga tað vera eina týðandi uppgávu at
arbeiða ímóti ávirkan frá danismum og
amerikanismum, samstundis sum ein
minniluti upplivir, at føroyskt er ov
afturlatið fyri upptøku av fremmanda
orðum, og at ov nógv orka verður brúkt
at gera nýggj føroysk orð.«
Mótsetningarnir millum danska statin
og føroysku tjóðina hevur søguliga elvt
til, at føroysktlærugreinin hevur verið
eitt politiskt stríðsmál millum føroyskar
sjálvstýrispolitikarar øðrumegin og før
oyskar samríkispolitikarar og danskar
ráðharrar hinumegin. Enn tann dag
í dag verða føroyskt og danskt sett
hvørt upp ímóti øðrum, tá talan er um
tímabýti og fakligt innihald. Alt hetta
hevur gjørt føroyskt til ein hugsjónar
ligan stríðsspurning. Men nú er nakað
nýtt hent.
»Við tíðini er hent eitt paradigmu
skifti í hesum spurningi,« skrivar Vár
í Ólavsstovu, sum eisini spurdi næm
ingarnar um teirra politisku støðu.
»Samríkisvongurin vísir í spurnar
skemakanningunum, at føroyskt er
bæði tað persónliga og stovnsgjørda
móðurmálið, og teirra tjóðskapur er
traditiónsfestur og knýttur at Føroyum.
Hetta stendur í greiðum mótsetningi til
tann upprunaliga diskursin á hesum
økinum, har danskt og Danmark um
boðaðu hesi viðurskifti.«
Síðan skrivar hon: »Fyri sjálvstýris
vongin er tjóðskapur í stóran mun
hugsjónarliga grundaður, og hann
inniheldur statsmyndan sum eitt grund
liggjandi aðalmál. Tey lýsa ikki nevni
verda skyldu mótvegis føroysktlæru
greinini og føroyskum máli. Tey vísa á,
at fyri tey er nýtímansgerð av føroyskt
lærugreinini sera týdningarmikil, um
hon skal hava nakra framtíð fyri sær og
fyri, um hon skal hava nakra vælvild
millum næmingar.«
Eitt eru allir næmingar tó samdir
um, skrivar Vár í Ólavsstovu: »Felags
fyri allar næmingar er, at Føroyar og
føroysktlærugreinin vísa seg at vera
trygdarhavnin, sum tey altíð kunnu
venda aftur til, og sum gott er at falla
aftur á, um útheimur og tað fremm
anda eru ov beisk og trupul og tey fak
ligu krøvini ov høg og ov trupul at fáa
tamarhald á. Sum heild vísa føroyskt
lærugreinin og Føroyar seg sum ein
trygdarhavn, ið flestu næmingar knýta
at ætt og familju.«
Mynd: Álvur Haraldsen
Felags fyri allar næmingar er, at Føroyar og
føroysktlærugreinin vísa seg at vera trygdar
havnin, sum tey altíð kunnu venda aftur til
– Sum heild vísa føroysktlærugreinin og Føroyar seg sum ein trygdarhavn, ið flestu næmingar knýta at ætt og
familju, men næmingarnir vilja hava lærugreinina nútímansgjørda, sigur Vár í Ólavsstovu