sunnudagur 18. januar 2004síða 25
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
48
www.sansir
Sosialurin Valið '04
Nr. 12 - 20 januar 2004
Tað skal loysa seg
at arbeiða
Öll fara at fáa skattalætta. Tað liggur
fast í uppskotinum til skattaábót, sum
Sambandsflokkurin miðar eftir.
Nýggjar kanningar vísa, at okkara
skattatrýst er eitt tað harðasta í heimi-
num. Hóast skattalættar eru framdir
fyri fleiri hundrað milliónir seinastu
árini, er skattatrýstið okt trý prosent.
Sambandsflokkurin fer at virka fyri,
at tað skal loysa seg betur at arbeiða.
Skattaábótin hjá Sambandsflokkinum
skal fremjast stigvíst. Málið er sum frá
líður, at hægsta skattastigið verður 40
prosent í staðin fyri 60 prosent, sum nú
er. Botnfrádrátturin skal eftir fýra árum
fara úr 22.000 krónum upp í 30.000
krónur.
Trupulleikin við verandi skipan
er millum annað, at tú verður topp-
skattaður longu, tá ið tú vinnur 14.000
krónur um mánaðin. Tað markið skal
hækkast til 25.000 krónur eftir fýra
árum.
Skattareformurin hevur við sær, at
skattainntökurnar fara at minka 60
milliónir krónur árliga. Hinvegin fer
hann at stimbra upp undir virksemið
og harvið eggja til vinnuligan fram-
burð.
Sambandsflokkurin
- gott samstarv
as
= 5