Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Av og á er pennurin hjá Ed­ mundi Jo­en­sen ó­van­liga hvass­ur. Ser­liga hvass­ur var hann í vik­uni, tá hann svar­ aði aft­ur upp á eitt inn­slag í Degi og Viku týs­kvøld­ið. Men tað ser­merkta við hes­um aft­ ur­svar­i­num v­ar, at Ed­mund Jo­en­sen fór bein­leið­is eft­ir mann­i­num og ikki eft­ir mál­ i­num. Hann skírdi Páll Holm Jo­ hann­e­sen, sjón­varps­mann, at verða »ein pol­it­isk­an svein hjá Javn­að­ar­flokk­i­num« og spurdi, um tað er so liv­andi gal­ið, at hann borð­reið­ir við eini saft­igari kon­flikt mill­um Ed­mund Jo­en­sen og Kaj Leo Jo­hann­esen í bestu senditíð. Nær er ein journalistur ein »pol­itisk­ur svein­ur« hjá ein­um flokki? Hvat mei­n­ar løg­tings­mað­ur­in, fyrr­ver­ andi løg­mað­ur­in, fólk­a­tings­ mað­ur­in og fyrr­ver­andi løg­ tings­for­mað­ur­in við? Tað lyst­ir okk­um at vita. Er Páll Holm Jo­hann­e­sen lim­ur í Javn­að­ar­flokk­i­num? Kenn­ir hann onkr­an javn­að­ar­mann, ella hvat? Heilt erligt Edmund. Hatta var und­ir belt­ið. Og hvat so, um ein mið­il set­ir ljós­kast­ar­ an á all­ar tær kon­flikt­ir, sum Ed­mund Jo­en­sen so ofta vart­ ar upp við? Nú skrivar Høgni í Ják­ups­ stovu, red­ak­tións­leið­ari, í aft­ ur­svari, at Ed­mund Jo­en­sen »hev­ur styrkt seg við ei­num al­brynj­að­um spun­a­smiði«. Tað er á­hug­a­vert at vita, hvør hes­in spun­a­smið­ur við hes­ um ó­van­liga hvassa penni er. Tað plagdi at vera ein ávísur journ­a­listur, men hann er vist far­in aðrar leiðir. Tað er einki forgjørt í, at ein po­l­itik­ari styrk­ir seg við spuna­smiði ella spin­dokt­ara. Tað er í fín­asta ordan. Men hví ikki spæla við opnum kort­um og kunn­gera, hvør spun­a­smið­ur­in er? Tað ger man í øðr­um lond­um. Í øll­um førum var hatta svar­ið hjá Edmundi illa spunn­ið. At ferðin í ferðsluni drepur veit hvørt mans­barn. Kort­ini eru tað fleiri okk­ara, sum bein­leið­is van­ virða hetta fakt­um, og koyra við góð­ari sam­vitsku nógv skót­ari, enn loyvt er. Í vikuni kunngjørdi Ferðslu­ trygd eina norð­ur­lendska kann­ing sum vís­ir, at før­oy­ing­ar eru norð­ ur­lendsk­ir meist­ar­ar í at koyra ov skjótt. Heili 72 pro­sent koyra minst 10 km/t ov skjótt. Síðani ta fyrstu ferðslu­van­lukk­ una, sum kravdi manna­lív í 1928, eru út við 270 fólk deyð í ferðsl­uni, og nógv fleiri eru skadd og illa skadd. Tað bleiv heilt gal­ið í sjey­ti- og átta­ ti­ár­u­num, men her er tí­bet­ur nógv bøtt um seinnu ár­ini. Hetta er ikki minst tí, at bil­ar­nir eru vorðn­ir so nógv trygg­ari, men eis­ini hev­ur ver­ ið tal­an um eina hug­burðs­broyt­ing, sum hev­ur fing­ið tey ring­astu at upp­føra seg virð­i­lig­ari í ferðsl­uni. 0-hugsjónin, sum løgtingið eisini hev­ur sam­tykt, hev­ur tað vakra end­a­mál, at eing­in skal doyggja ella verða álv­ar­s­liga skadd­ur í ferðsl­uni. Hetta er eitt ide­ali, sum vit øll hava skyldu at liva upp til. Men hví koyra vit so ov skjótt, kunnu vit spyrja. Vit hava ikki long strekki at koyra í Før­oy­um. Tey eru fá, í koyra meira enn ein tíma úr stað í ann­að. Koyra vit so 80 km/t, so vita vit, at vit koma 80 km eftir ein­um tíma. Mið­al­ferð­in verð­ur tó al­tíð lægri. Men siga vit, at mið­al­ ferð­in er 60 km/t, so flyta vit okk­ um 60 km í ein tíma. Koyra vit 10 pro­sent skjótari, so koma vit alt­so bara seks km longru, ella seks min­ utt­ir fyrr á mál. Hetta eru so smáir marginalar, at tað undir ongum umstøðum hev­ ur nakr­an týdn­ing, bor­ið sam­an við tann vanda, vit seta okkum og onn­ ur í við at koyra skjótari. Vísindini siga, at koyr­ir tú om­a­n fyri 90 km/t held­ur enn nið­an­fyri, so øk­ist tal­ ið av deyðs­van­lukk­um við 21 pro­ sent­um. Koyr­ir tú 80 km/t, tá skaði hend­ir, so er møgu­leik­in fyri at verða skadd­ur 50 pro­sent. Koyr­ir tú 100 km/t, tá skað­in hend­ir, so er møg­u­leik­in ­fyri at verða skadd­ur 100 prosent. Fyri nøkurm árum síðani hevði Bill Just­in­us­sen, løg­tings­mað­ur upp­skot frammi um at hækka há­ marks­ferð­ina á lands­veg­u­num í Før­oy­um. Eitt slíkt upp­skot er í besta lagi táp­u­ligt. Tað kann ikki koma upp á tal at hækka há­marks­ ferð­ina á okk­ara krók­utu landa­ veg­um. Høvdu vit havt tví­spor­að­ar mot­or­veg­ir, so var tað nak­að ann­að. Men tað hava vit ikki og tað fáa vit valla. Tí eiga vit at hava størstu re­ spekt fyri ferð­ini. Tað eig­ur øll ferðslu­und­ir­vís­ing eis­ini at byggja á – og fá­ast bil­før­ar­ar ikki at skilja tað, so er und­ir­vís­ing­in ikki nóg dygg. Øll ferðslu­lóg­gáva eig­ur eis­ ini at virða hetta. Tá ferðin drep­ur, og eing­in skal doyggja, so má ferð­in sjálv­andi nið­ur. Vandin at doyggja økist 21% koyrir tú 90 km/t Í morgin klokkan 19 skipa Javni og psykiatriski depilin fyri fyr­ilestri í Miðlahúsinum í Vágs­botni við Anette Løwert, sál­ar­lækna, um seksualitet og menn­ingartarn. Anette hevur drúgvar roynd­ir innan arbeiðið við fólk­i við menningartarni. Eftir at hon í 1979 fekk læknaprógv hevur hon fyri tað mesta ar­ beitt við fólki við serligum tørvi. Hon byrjaði í 1984 á tá­ ver­andi Ånds­vag­e­forsorgen í Brejning har hon arbeiddi í eitt ár. Sama ár fekk hon út­búgv­ing og auto­r­i­sa­tión sum spesi­a­l­ist­ ur í klin­iskari sexologi, sum hon gjøgn­um árini hevur brúkt nógv til fólk innan hetta økið. Í 1990 vann Anette sær út­ búgv­in sum serlækni í psyk­ i­atri. Nú­verandi starvssetan henn­ara sum yvirlækni á Vejle Syge­hus er frá 1992 og hevur hon síð­ani tá arbeitt burturav við fólki við menningartarni við sál­ar­ligum trupulleikum. An­ette Løwert hevur, umframt ein hóp av bóklingum og upp­lýs­andi tilfari, skrivað tríggj­ar bøkur, sum eru sera viðkomandi fyri hendan mál­ ból­kin. Nýggj­asta bók hennara er “Hans Peter har også en sinds­lid­else”. Seinastu 4 árini hevur Ane­tte Løwert verið knýtt at Psyki­a­tri­ska depilinum á Lands­sjúkr­a­hús­i­num sum konsu­lent­ur serliga við atliti til fólk við menn­ing­ar­tarni. Hon hev­ur hesa tíðina hildið fleiri skeið og fyrilestrar inn­an psyk­ i­at­r­iska økið fyri starvsfólki og av­varð­andi herheima. Nú Anette aftur er í Før­ oy­um í arbeiðsørindum fyri­ skipa Javni og Psykiatriski dep­i­l­in fyri einum al­mennum fyri­lestri um seks­ual­titet og menn­ing­a­rtarn. Tað er væl­ kent, at seksualitetur og menn­ ing­ar­tarn kann vera ein trup­ul sam­an­seting. Bæði av­varð­andi, náms­frøð­ing­ar og stuðl­ar hjá ung­um og vaksnum fólki við menn­ing­ar­tarni upp­liva ofta tví­støður ella frustratiónir, sum hava grund­ar­lag í seks­u­ al­i­t­e­t­i­num ­hjá persóninum. Øll hava tørv á kærleika og nær­ kontakt. Hetta er ein partur av seks­u­alitetinum og kemur til sjóndar uppá ymiskan hátt alt eftir menningarstøði og lívsstøðu yvurhøvur. Menøn­ iskju við menn­ing­ar­tarni hava sjálvsagdan rætt til ein seks­u­ a­litet og til at fáa vegleiðing og hjálp til at útinna hann. Men veg­l­eið­ing­ar­uppgávan tykist tó lætt­ari søgd enn gjørd. Vit síggja tí fram til at fáa meira vitan innan hetta viðkvæma evni. Fyrilesturin er almennur og ókeypis. Sex og menningartarn Ferðin drepur og skal niður Karaktermorðið hjá Edmundi Tí var Dánjal ikki við Hvonn Live Jonhard Hammer kjak á síðu 26 Ljótt og ósakligt Edmund Høgni í Jáupsstovu kjak á síðu 27