Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Nú skulu allar Føroyar leggjast saman í níggju stór­ ar kommunur Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johanne­sen, løgmaður og for­mað­ ur Sam­bands­flok­sins á lands­fun­di hjá Sam­ bands­flokki­num í Skopun leygar­dag­in. Og kommunur skulu leggjast saman við lóg, legði hann afturat. H a n n segði, at alt tað fyri­ r e i k ­a n d i ar­beiði at broy­ta kom­ m ­- unu­bygn­aðin er liðugt og at nú er klárt at leggja upp­skot­ ini fyri Løgtingið. Og tey verða løgd fyri Løg­ting­ið í seinasta lagi á Ólav­søku. Hetta ber í sær, at frá 1. januar 2013 verður alt land­ið lagt saman í níggju kom­mu­ n­ur Samstundis verður eldra­ øk­ið verður latið teimum nýgg­ju stórkommununum at umsita. Nóg mikið tosað Kaj Leo Holm Johannesen held­ur, at nú er nóg mik­ið tosað um at broyta kom­mu­ nu­bygnaðin. - Málið er væl og virðiliga ílig­ið og nú er avgerðin tikin, stað­festir hann. Han staðfestir, at tað er ein flokkur, sum alla tíðina hev­ur barst ímóti hesum við hond og fót. Hann nevndi ongi nøvn, men tað kann ikki vera nak­ ar ivi um, at hann sipaði til Fó­lka­flokk­in, har nógvir ting­lim­ir hava mut­að ímóti at leggja kom­mu­nu­r saman. - Fyri at sleppa frá at taka støðu er tað lættast at siga, at málið ikki er nóg væl lýst, ella at tíðin ikki er búgvin til eina so stóra broyting. - Men sannleikin er nokk tann, at tíðin hevur ongantíð verði lagaligari til at gera slík­ar broytingar. Hann leggur afturat, at tað er rættiliga stórur meiri­ lu­ti í politisku skipanini at fáa kommunubygnaðin broytt­an og tí er stundin nú komin at gera álvara av ætlan­ini. Fólkið við Hann skilir væl, at tað hevur ver­ið ein ávís mótstøða móti nýggj­um kommunubygnaði. - Men aftan á at hava hoyrt kommunufeløgini, er mín niðurstøða, at næstan tveir triðingar av føroysku kom­mu­nu­num taka undir við hesum og bíða eftir, at land­s­poli­tik­ararnir taka støðu. H i n v e g i n staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen eisi­ni, at tað er alneyðugt at hava fólkið við og tí er æt­lan­in at skipa fyri borg­ara­fund­ um kring landið, har land­ stýris­fólk greiða um nýggja kommunu­bygnaðin. - Tá ið hetta er gjørt, fara vit at leggja uppskotini fyri Løg­ting­ið í seinasta lagi á ólav­søku. aki@sosialurin.fo - Tað er ein vanlukka, at komm­un­urnar ikki langt síða­ni eru lagdar saman. Tað var ein niðurstøða á landsfundinum hjá Sam­bands­flokkinum leygar­dag­in Frá­boðanin frá løg­ m­anni um at leggja kommunurnar sam­an, fekk sum heild góða und­ ir­tøku á lands­fundi­num hjá Sambands­flokki­num. - Høvdu kommunurnar verð­ið lagdar saman fyri 10 árum síðani, vóru vit langt síðani komin yvir alt tað kensluborna, sum ligg­ur í eini samanlegging. - Nú hava vit tosað so leingi um samanlegging, at nú eiga vit at boða frá, at ”tokið er koyrt” og at nú verð­ur lagt saman við lóg. Eisini Asbjørn Djur­ huus, formaður í Føroya Kommunufelag, sóknast eftir eini avgerð í komm­ un­um­áli­num. Ábjørn Djurhuus er ikki bara formaður í Kommunu­felagnum. Hann er eisini sam­ bands­maður og á lands­ fundi­num hjá flokkinum leygar­dagin, segði hann eisini sína hugsan um ætlan­ina at broyta kom­ mu­nu­bygnaðin. Hann heldur avgjørt, at tað er alneyðugt at ein av­gerð verður tikin nú, ant­in tað so verða fimm, sjey, níggju kommunur Hann sigur, at komm­ un­ur­nar fáa partvís ikki virk­að, tí tær sita og bíða eftir eini avgerð um kom­ mu­nu­bygnaðin. Summar kommunur eiga pening og vita ikki, um tær skulu skunda sær at brúka hann, áðrenn alt verð­ur lagt saman Hann veit eisini at siga, at summar kommunur aft­ra seg við at fara undir spilli­vatns­ætlan­ina, tí tær bíða eftir saman­leg­ging og so kann stór­kom­mun­ an rinda fyri hana ístaðin. Sune Jacobsen, borgar­ stjóri í Sørvági, er ikki heit­ur talsmaður fyri at legg­ja kommunur saman. Á landsfundinum hjá Sam­bands­flokkinum segði hann, at hann vil hava, at fólkaatkvøða verð­ur í kommununum. - Vit skulu ikki leggjast í somu song, uttan at spyrj­ast eftir, sigur hann. Hann vil eisini hava embætisfólk at kan­na eftir, hvussu tær saman­ legg­ing­ar, sum hava ver­ ið, hava roynst í verki, áðr­enn fleiri kommunur verða lagdar saman. - Hví fáa vit ikki at vita, hvussu royndirnar eru av teim­um samanleggingum, sum hava verið, áðrenn fleiri samanleggingar verða, spurdi hann. Hann gevur heldur ikki nógv fyri tað, sum altíð verður ført fram, at barna­ansingin er eitt gott dømi um, hvussu nógv rask­ari kommunurnar eru enn landið. Ført verður javnan fram, at barnaansingin er eitt dømi um, hvussu nógv betri kommunurnar klára at loysa eitt mál, enn lan­d­ið, tí síðani komm­un­ ur­nar yvirtóki ansingina, er hon blomstrað. - Hatta er ov bíligt, Kommunurnar hava ikki gjørt annað enn at bygt barna­garðar og tað var ofta fyri læntan pening. Tað dugdi han altso ikki at síggja tað stóra bragdið í, tí tí helt hann ikki, at tann grund­gev­ing­ in kann brúkast. Fólkið spyrjast 10 ár Málið er væl og virðiliga íligið Kommunurnar verða lagdar saman við lóg KOMMUNUBYGNAÐUR Nú er klárt at leggja alt landið saman í níggju kommunur, sigur løgmaður Í seinasta lagi á Ólavsøku verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at leggja alt landið saman í níggju stórar kommunur. Og tað verður gjørt við lóg, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður Avgerðin er tikin