Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 12 - 20. januar 2004 Nr. 12 - 20. januar 2004 3 Matskipan í skúlunum Vit fara at seta á stovn matskipan í skúlunum. Næmingarnir skulu hava eitt sunt, ókeypis máltíð hvønn dag. Hetta bøtir um innlæringarføri hjá børnunum, samstundis sum tey læra at eta góðan mat. Smidligari barsilsskipan Barsilsskipanin skal tryggjast. Skipanin skal gerast smidligari og tillagast tørvin hjá einstøku familjuni. Lættari at seta búgv Tað skal verða lættari hjá ungum familjum at seta búgv. Alternativ bústaðarbygging skal stimbrast við broytingum í rentustuðuls- og mvg-lógum. Børnini eru okkara felags framtíð og tí er avgerandi neyð- ugt at barnafamiljur fáa góð kor at liva undir. Vit hava fimm ítøkilig uppskot: Familjan Bíligari mjólk Vit fara at lækka prísin á einum mjólkapakka við tveimum krónum. Hetta ger tað lættari hjá familjum at seta mjólkina á borðið. Systkinaavsláttur Avsláttur, tá ið tvey ella fleiri børn eru í ansing. C M Y K 3 2