Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 Sosialurin Sylvia Sivertsen Sjúkrarøktarfrøðingur Uppskotið um pensións­ný­ skip­an, sum hevur verið ávegis í longri tíð, kemur nú til fyrstu viðgerð í løgtingi­ num týs­dag­in. Talan er um eitt lóg­ar­upp­skot, sum skamm­leyst nemir við per­ són­liga ognarrættin. Í uppskotinum stendur, at pensiónsuppsparingin er persónlig og fer fram í pen­ sións­kassa eftir egnum vali. Eisini stendur, at pensión­in hevur onki við lands­kassan at gera. Tó er lagt afturat í nýggja uppskotinum, at tey, ið eru undir 55 ár og hava pen­ siónsuppsparing í útlend­ sk­um pensiónskassa, pr. 1. januar 2012 skulu gjalda til góð­­kendan pensións­veitara í Føroyum.  Hendan broyt­ ingin er beinleiðis í mótsøgn við, at pensiónin er persón­lig og kann gjaldast í pensións­ kassa eftir egnum vali. Kravið væntast at skula víðkast til eisini at fevna um tey, ið eru 55 ár og eldri, men hetta havi eg ikki fingið staðfest. Vilja varðveita PKA Henda broyting kemir rætti­ liga óvart á føroysku limir­ nar í PKA, sum júst hava sína uppsparing í donskum pen­ sións­kassa. Limirnir í PKA eru serstakliga væl nøgdir við sín pensións­kassa, sum veitir frálíka góða pensión og trygging til limirnar. PKA er eitt fyrisitingar­ felag, sum fevnir um átta pensiónskassar, ið allir eru umboðaðir í Føroyum. Limatalið telur í alt 247.595 limir og hevur eina eginogn á 142,8 milliardir krónur. Tí er ilt at ímynda sær, at nakar føroyskur pensiónsveitari kann máta seg við pensións­ kassarnar í PKA. Hósdagin 17. og miku­dagin 23. mars, gjørdu Bioana­lytik­ arafelagið, Ergoterapeut­ felagið, Fysioterapeutfelag Før­oya, Kost- og føðslufelag Før­oya og Ljósmøðrafelag Før­ oya vart við seg í miðl­un­­um, og vildu tey øll varð­veita sína donsku eftirlønarskipan. FFS svíkir limirnar Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt­ ar­frøðingar, sum tó hevur stórst umboðan í PKA í Før­ oy­um, var ikki við í hes­um mótmæli, og hetta ørkyml­ar limirnar í FFS. Tað undrar meg stórliga, at FFS ikki hevur vent sær til limir­nar, fyri at vita, um limirnir ynsktu at vera við í mót­ mæli­­num saman við hinum fak­feløg­unum – sum vit sjálv­ sagt vilja. Sostatt er FFS púra ósjón­ligt, og limir­nir eru í iva um felagið hevur aðra áskoðan, sum ikki umboð­ar limirnar. Á aðalfundinum hjá FFS, sum var 12. mars 2011, vórðu limirnir í stuttum kunnaðir um ætlaðu broytingarnar. Hetta var fyrstu ferð at limirnir í FFS hoyrdu, at løgtingið hevur ætlanir um at krevja okkum úr PKA. Tað var ikki á nakran hátt lagt upp til orðaskifti um hesa kunning, og eg loyvi mær at ivast í, um limirnir í roynd og veru skiltu, hvat varð sagt. Tí er tað gleðiligt at síggja, at forkvinnan, Vár í Gong, ger vart við seg á heima­síð­ uni hjá FFS og á Vága­portali­ num 24. mars, har hon mælir løgtinginum at taka fyrr um­ talaðu broyting úr upp­skoti­ num. Tó vildi eg ynskt, at FFS var sterkari í síni úttalu, og kravdi broyt­ingina strikaða inntil gjøllar fyrireikingar hesum við­víkjandi eru gjørdar saman við fakfelag­ num. Tað er ikki nøkt­andi bert at gera vart við seg á heima­síðum og portalum. Óvissa valdar hjá føroysku limunum í PKA. Vit vita alt ov lítið um ætlaninar, sum løg­tingið ætlar at fremja við uppskotinum um pen­ sións­nýskipanina. Vit hava ikki sæð ferilin av nøkrum upp­­skoti viðvíkjandi pen­ sións­sáttmála við nakran føroyskan veitara. Lógarsmíð uttan fyrilit Ætlar løgtingið at flyta uppspardu pensjónina í PKA til Føroyar, uttan at hava avgjørt hvussu og hvar hon skal skipast? Verður tað tann einstaki brúkarin, sum kemur at standa við sviðusoð undir hesi umskipan? Og kann Føroya land garantera somu treytir og tænastur, sum vit í løtuni hava í PKA eftir skiftið? Vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at upp­ skotið til pensións­nýskip­ anina verður samtykt, áðrenn ein sátt­máli við før­ oysk­­an pensións­veitara er gjørdur og góð­kendur av føroysku limunum. Eftir stendur spurning­ urin um, hvørt løgtingið hevur heimild at avgera, hvar einstaki borgarin tryggjar sær sína pensjón. Hendan spurn­ing má ein løg­­frøð­­­ingur svara uppá. Løn­ar­­korini hjá føroyskum sjúkra­­­røktar­­frøð­­ingum eru alt ov vána­lig, saman­borið við onnur norðan­­lond. Har­ afturat verður sátt­málin hjá FFS hvønn dag brotin, vegna neyðugar sparingar innan heilusverkið. Skal løgtingið nú eisini avgera hvar partar av okkara soltnu løn skulu sparast upp? Nei takk! Her eru alt ov nógvir leysir endar og eingin føroysk skipan er klár at taka ímóti. Harafturat er komið fram, at tað verður nógv dýrari at umsita pensjónina í Føroyum. Latið okkum síggja eitt roknistykki, áðrenn okkara dýrt uppsparda pensjón verður rørd. Fingrarnar vekk frá mínari pensjón FFS er ósjónligt - og sum limur í felagnum ivist eg í, um felagið umboðar limirnar. Á seinasta aðalfundi varð í stuttum kunnað um ætlaðu broytingarnar, men tað var ikki á nakran hátt lagt upp til orðaskifti. Tískil hava limirnir ikki fingið sagt sína hugsan um skammiliga uppskotið, sum  nú er lagt fyri tingið Finn Hansen Jorf Lasfar Marokko Eg læs nú ein dagin á neti­n­um, at ætlanin er at friða lund­­an, tí at tað í fjør bert vóru veidd­ir 339 lundar í Føroyum. Sum tey flestu nokk vita, so er tað vantandi føði hjá lundanum sum er trupul­leikin. At nakrir fáir lundar verða veiddir um árið hevur einki við minkandi lundastovnin at gera. Makrelurin sum kemur inn í føroyaskan sjógv í mai mánaði, etur alt sum fyri er, harvið eisini nebbasildina sum lundin vanliga livur av. Tað sigur seg sjálvt, at tað skal nógv nebbasild og annar smáfiskur til at føða fleiri hundrað túsund tons av makreli sum svimja runt um oyggjarnar frá mai til septembur. Hesi seinnu árini hevur alt havið vestanfyri kókað av nebbasild frá mars til síðst í juni mánað. Toskurin hevur verið fullur av nebbasild, og svart­ fuglurin er nóg illa sloppin á flog, so mettur hevur hann verið av nebbasild. Men tá so juli mánaði er komin, og lundin skal byrja at føða pisurnar, tá er nebbasildin vekk og nærum eingin pisa kemur undan. Hettar kann man uttan iva takka makrelinum fyri. Nú ið Jacob Vestergaard hevur givið nótaskipunum loyvi at fiska 150.000 tons av makreli um árið, so fær hann tvær flugur við eitt smekk. Inntøkan til landskassan fer at økjast rættuliga nógv av øllum makrelunum sum kemur upp á land, og lundin fær vónandi aftur sín part av nebbasildini, av tí at royndin eftir makreli fer at økjast munandi í framtíðini. Tey plássini runt um í Føroyum, sum hava við lundafleyggj at gera, eru langt síðani farin í gongd við at avmarka lundaveiðuna. Lundin hevur td. verið friðaður bæði í Nólsoy og Tindhólmi í fleiri ár. Í Mykinesi var bert loyvt at fleyga lundar 4 tímar um dagin í 3 vikur í fjør. Hartil mátti bara fleygast 20 lundar upp á gyllina. Hettar ger at veiðan eftir lunda verður ógvuliga avmarkað. Úti í Lamba í Mykinesi, sum er størsta lundaplássið í Føroyum búgva ca. 100.000 pør. Har var rættuliga nógvur lundi at síggja onkrar dagar í fjør. Serliga tann eina dagin fyrst í august mánaði. Har var lundi á sjónum, á landi og í luftini so langt eyga rakk. Lundin er til, men trupulleikin er, at hann rýmir til havs at leita eftir føði, og kemur bert onkuntíð til lands aftur at venda í nakrar dagar, og er so vekk aftur í fleiri dagar. Eg ivist ikki í, at lundin aftur fer at síggjast við nebbasild í nevinum, tá ið nótaskipini hava fiskað makrel í eina tíð. Um lundin verður frið­ aður við lóg, ja so kunnu tað ganga nógv ár til tann lógin verður broytt aftur, og tað vildi verið harmuligt, um eingin slapp at fáa sær eitt kók av lunda aftur tey komandi nógvu árini. Lundaveiða og makrelur