Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Sjúrður Skaale, løg­tings­mað­ ur, hev­ur sett Helenu Dam á Neyst­a­bø ein grein 52 fyri­ spurn­ing um lýs­ing­ar í Kring­ varp­i­num. Hann spyr, hvat hon hel­dur um, at Kring­varp Før­oy­a gerst støð­ugt meira á­gang­andi á lýs­ing­ar­markn­að­i­ num, so­leið­is sum eitt nú skriv, sum Kring­varp­ið sendi lýs­ing­ ar­stov­u­num 21. mars er tekin um. Hann spyr eisini, nær og hvussu lands­stýr­is­kvinn­an fer at seta greið­ari mørk fyri, hvussu Kring­varp Før­oy­a kann fara fram í kapp­ing­ini móti pri­v­at­um fyr­i­tøk­um ­á lýs­ing­ ar­markn­að­i­num? – Spurningurin um hvønn rætt Kring­varp Før­oya skal hava á priv­ata lýs­ing­ar­markn­ að­i­num ­hev­ur ofta ver­ið um­ rødd­ur. Tað er greitt at um KVF als ikki slapp at lýsa, so hevði hetta ikki bara verið ein smeitur fyri stovn­in, men eisini fyri bæði lýs­ing­ar­stov­ ur­nar, lurt­ar­ar og hyggjarar. Tí er eitt for­boð neyvan rætti veg­ur­in at fara. Hinvegin er greitt, at KVF ikki púra ótálmað kann kapp­ ast móti privatum fyritøkum á tí markn­aði, sum er sjálvt lívs­ grund­ar­lag­ið hjá hes­um fyr­i­ tøk­um­, sig­ur Sjúrð­ur Skaale. Hann sigur, at tað kortini tyk­ist sum um, at KVF gerst støð­ugt meira á­gang­andi á markn­að­i­num. Eitt dømi um tað er nið­an­fyr­i­stand­andi skriv, sum 21. mars varð sent lýs­ing­ar­stov­u­num. Skriv­ið sýn­ir, at KVF nú fer inn í kapp­ ing­ina um teir smáu lýs­ar­ar­ nar, sum hig­artil mest hava lýst í priv­atu miðlunum: »Tilboð upp á lýsingaframleiðslu Til allar lýs­ing­ar­stov­ur­nar. Kringvarpið ætlar at bjóða smáum lýsarum at fáa sjón­ varps- og út­varps­lýs­ing­ar fram­leidd­ar eft­ir ein á­settum leisti, og fyri ein fast­an prís. Hetta, fyri at gera at­gongd­ina til Kring­varp­ið lætt­ari fyri teir smáu lýsararnar. Vit vilja tí fegin biðja tykk­ um um prís upp­á fram­leiðsl­ u­na av á­vík­a­vist út­varps- og sjón­varps­lýs­ing­um, ið upp­fylla nið­an­fyri stand­andi treyt­ir: Sum útgangsstøði ætla vit at halda lýs­ing­ar­nar inn­an­fyri 12 – 15 sek­und, í mesta lagi 30 orð og til sjón­varps­lýs­ing­ar­nar í mesta lagi 3 vørur/mynd­ir, um­framt bak­grund og logo. Her eru tvey dømi hvat slík­ar lýs­ing­ar kundu havt av tekst­inn­i­haldi: ”Í samband við at ó­keyp­is er at koyra gjøgn­um Norð­o­y­ a­tunn­il­in leyg­ar­dag­in, hava all­ir handl­ar­nir í Klaks­vík op­ ið til kl. 22. Klaks­ví­k­ar Hand­ ils­fel­ag. Bý­urin við fjøl­broytta úr­val­i­num fyri bæði børn og vaksin.” ”Skósølan við Gøtugjógv. Hesa vikuna hava vit fingið nýggj­ar vetr­ar styvl­ar. Prís­ir úr 295,- kr. Eis­ini eru væl­ um­tóktu gagg­ur­nar frá Ad­i­d­as aft­ur at fáa. Skó­sølan við Gøtu­ gjógv – skógvar til alla fam­ilj­una.” Vinarliga lat okk­ um vita í sein­asta lagi mán­a­dag­in 28. mars [hetta er seinni broytt til 7. ap­r­íl, SS)], hvat tit eru sinn­ að at gera hetta fyri, og send tað til u m ­s i t ­i n g ­ a r­l e i ð ­a r­a n Sannu Hansen – sanna@kring­ varp.fo. Um tit hava onkr­an spurn­ ing ella ivamál, so er bara at ringja ella senda mær ein teldu­ post.« Vit hava hoyrt tað fyrr: »Sam­ gong­an er ikki ar­beiðs­før«. Hetta stað­festi Aks­el Jo­hanne­sen, fíggj­ ar­mál­a­ráð­harri og lands­stýr­is­mað­ ur í fíggj­a­r­mál­um ­í Degi og Viku í gjár­kvøld­ið. Og at søg­an end­ur­tek­ ur seg, tað vátt­aði Jørg­en Nicl­a­sen, for­mað­ur Fólk­a­floks­ins, sum loks­ ins í gjár­kvøld­ið stað­festi, at Fólka­ flokk­ur­in ikki tek­ur und­ir við lands­ stýr­is­semj­uni um fíggj­ar­karm. Um tað so eru landsstýrifólkini hjá Jørg­eni, sum ikki hava aktað harr­a­boð, ella um hetta er nýggja mann­a­gongd­in í Fólk­a­flokk­i­num, nú for­mað­ur floks­ins ikki long­ur er í lands­stýrinum, tað er eitt sind­ ur ó­greitt. Men sambært Aks­eli Jo­hann­esen, so varð semja á lands­ stýr­is­fundi mána­kvøld­ið um fíggj­ a­r­karmin. Jørgen Niclasen er sum kunn­ugt ikki longur lands­stýr­is­ mað­ur – men okkurt bendir á, at Ann­ika Olsen og Jacob Vestergaard ikki drógu somu línu sum Jørgen Nicl­a­sen mánakvøldið. Líkist ikki sørt einari parodi, sum ikki tyk­ist enda. Fram­veg­is er stríðs­mál­ið ser­skatt­a­skip­a­n­ir til á­ vís­ar bólk­ar av før­oysk­um monn­ um, sum Fólka­flokk­urin ikki vil sleppa, og so til­feing­is­gjald­ið. Vit hava sagt tað fleiri ferðir fyrr, at so leingi Fólk­a­flokk­ur­in er í sam­gongu, so verð­ur eing­in broyt­ing. Hvørki Sam­bands­flokk­ur­in er ella Javn­að­ ar­flokk­ur­in – og ei heldur Tjóð­veldi, tora at gera Fólka­flokk­i­num í­móti. Hetta hev­ur søg­an víst. Fólka­ flokk­ur­in hev­ur sit­ið í sam­gongu í 17 av teim­um sein­astu 20 árunum, og hann hev­ur ver­ið so sterk­ur, at eing­in floks­leið­ari hev­ur tor­að at gjørt hon­um ímóti: Hvørki Edmund Jo­en­sen, Høgni Hoydal ella Jóannes Eid­es­gaard hava megn­að ella torað at sett Fólk­a­flokk­inum stólin fyri hurð­ina. Tann sterki leiðarin, hjá Fólk­a­flokk­i­num var An­finn Kalls­ berg. Síð­ani Jørg­en Nicla­sen tók yv­ir, hev­ur hann styrkt seg við at fara úr frá sum lands­stýr­is­mað­ur. Vit sóu tað í fjør, at tað bar til hjá Fólk­a­flokk­i­num at halda seg utt­an fyri semj­una um fíggj­ar­karm­in, og søg­an end­ur­tek­ur seg í ár. Jørgen Nicl­a­sen tykist hava sama tak­ið á sam­gong­u­fel­øg­u­num, sum An­finn Kallsberg, men hann hev­ur í ávísan mist takið á sínum egna flokki, sum syndrast. Sjálvandi skulu vit vísa hógv í bú­skap­armálum. Men vit spara okk­ um ikki ein­ans úr fíggj­ar­krepp­uni, og tað al­menna eig­ur sjálv­andi sína á­byrgd at hava virk­semi í gongd í land­i­num, tí mugu pol­i­t­ik­ar­ar ikki stara seg blind­ar upp á eitt hvørv­ andi hall á fíggj­ar­lóg­ini í 2015. Aksel V. Johannesen kann nú prógva sítt virði, sum nýggj­ur floks­ leið­ari. Hann kann prógva, um eis­ ini hann ræðist Fólkaflokkin, tað verð­ur hansara politiska svein­a­ stykki. Ræðist Aksel V. Johanne­ sen eisini Fólkaflokkin? Á brennistøðini hjá IRF á Hag­aleiti í Leirvík hava tey stór­ar trup­ul­leik­ar av plast­ikk­pos­a­num hjá Posta. Trup­ul­leik­in er tann, at tá tey sort­era papp­ír, so er tað av týdn­ingi, at plast­ikk og papp­ír ikki verð­ur blandað sam­an. Pól Andrias Joensen, stjóri á brenn­i­støð­ini hjá IRF segði her­fyri við Kring­ varp­ið, at tey hava ikki møg­u­leika at tøma plast­ ikk­pakk­ar­nar frá Posta, sum vit fáa mán­a­kvøld og mik­u­kvøld við lýs­ing­um og ó­keyp­is lýs­ing­a­r­bløð­um.­ Hann segði, at eini 1.600 slík­ir pakk­ar fara bein­leið­is í skell utt­an at verða lætnir upp. Um vit gita, at støðan er nøk­u­lunda tann sama í Havn, so fer ein stór­ur part­ur av lýs­ing­u­num og ó­keyp­is lýs­ing­ar­bløð­u­num bein­leið­is í skrell utt­an at fólk yv­ir­høv­ur hava lat­ið pakk­an upp – kanska eini 3-4.000. So eru eis­ini tey, sum lata pakk­an um – men ikki lesa alt. Henda lítla kanningin hjá Kring­varp­inum vís­ir, at tað snýr seg ikki bara um at koma út í hvørt hús við re­ klam­um og teim­um bí­ligu ó­keyp­is reklam­u­bløð­u­num. Hetta er nak­að, sum lýs­ar­ar við re­spekt fyri sær sjálv­um og sum hugsa í málbólkum eiga at hava í huga – og nakað sum markn­að­ar­deild­ ir­nar á dag­bløð­um sum eitt nú okk­ara blað eiga at gera sær dælt av! Posta í skrell Øll akta Fólkaflokkin Útsølan hjá Kringvarpinum Kar­ak­ ter­morð­ið heldur fram Edmund Joensen kjak á síðu 11 Um æru­na av hot­spott­ um Levi Mørk kjak á síðu 33 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo