mikudagur 30. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Nú er stórur vandi fyri,
at øll skipini hjá Strand
ferðsluni verða løgd um
nakrar fáar vikur.
Og hendir tað, er
tað eisini stórur vandi
fyri, at Strandferðslan
heldur ikki fer at sigla á
páskum.
Orsøkin er, at ósemja
er ímillum Fíggjarmála
ráðið
øðrumegin
og
Skipara- og Navigatør
felagið og Maskinmeist
arafelagið
hinumegin,
um nýggjan sáttmála
fyri yvirmenninar hjá
Strandferðsluni.
Sáttmálin fór úr gildi
tann 1. oktober og síðani
hava fleiri samráðingar
verið ímillum partarnar.
Men allar samráðing
ar eru endaðar úrslita
leysar og tí vórðu sem
ingsmenninir boðsendir
herfyri.
Men stórt arbeiðstrýst
hevur ført við sær, at
partarnir
hava
verið
samdir um at bíða við
semingsroyndunum.
Lodda dýpið
Sostatt
eru
semings
royndirnar ikki byrj
aðar enn, men Alfred
Petersen, sum er sem
ingsmaður saman við
Jógvan Amonsson, sigur,
at teir eru farnir at lodda
dýpið.
– Vit hava havt fyri
reikandi prát við part
arnar fyri at vita, hvat
ósemjan ítøkiliga snýr
seg um.
Fyrireikingarnar eru
ikki lidnar enn og sem
ingsmaðurin sigur, at
verður niðurstøðan, at
nakað er at byggja á,
verður tað eitt sindur út
í apríl, at sjálv semings
royndin byrjar.
Skírishósdagur
er
21. apríl, so gongur illa,
er vandi fyri, at Strand
ferðslan verður rakt av
arbeiðssteðgi á páskum,
skuldi tað hent, at sem
ingsroyndin endar úr
slitaleys.
Og tað er slett ikki
ósannlíkt at samráð
ingarnar enda úrslita
leysar, tí bæði Eyðstein
Djurhuus, formaður í
Skipara- og Navigatør
felagnum, og Páll Han
sen, formaður í Maskin
m e i s ta ra fe l ag nu m ,
søgdu
við
Sosialin
herfyri,
at
partarnir
standa rættiliga langt
frá hvørjum øðrum og
at vandi er fyri, at tað
endar við arbeiðssteðgi.
Strand
ferðslan
hótt av
verkfalli
á páskum
STÓR ÓSEMJA Yvirmenninir
hjá Strandferðsluni og
Fíggjarmálaráðið er langt frá
eini semju um ein nýggjan
sáttmála og tí er stórur vandi
fyri, at skipini verða løgd
Samráðast
nú um
at friða
Strand-
ferðsluna
Áki Bertholdsen
Tað hevur verið tosað um
tað í nógv ár!
Men nú skal tað vera, at
skipini hjá Strandferðsluni
skulu sleppa at sigla, hóast
tað verður lýst verkfall ella
verkbann.
Fíggjarmálaráðið hevur
nú tikið stig til samráðingar
við fakfeløgini fyri at finna
semju um eina skipan, so at
skipini hjá Strandferðsluni
ikki verða løgd, hvørja ferð
arbeiðssteðgur er.
Hetta hevur verið eitt
afturvendandi spurningur,
at kalla hvørja ferð arbeiðs
steðgur hevur verið minst
hesi seinastu 20 árini.
Men hóast politikarar
javnan og savnan hava lov
að at viðgera málið, er lítið
og onki hent á økinum.
Men fyrr í ár kallaði Fíggj
armálaráðið
fakfeløgini,
sum hava manning umborð
á Strandferðsluskpinum, til
fundar at viðgera málið.
Sostatt er hol sett á, men
enn er ikki meiri hent.
Men á hesum fyrsta
fundinum varð avtalað, at
næsta stigið skal verða, at
fakfeløgini, sum hava fólk,
ið eru knýtt at skipununum
hjá Strandferðsluni, hava
ein innanhýsis fund at
viðgerða støðuna.
Tað varð eisini avtal
að, at tað skal vera Starvs
mannafelagið, sum tekur
stig til tann fundin.
Ongar gitingar
Sostatt liggur bólturin hjá
Starvsmannafelagnum,
og forkvinnan í felagnum,
Selma Ellingsgaard, sigur, at
á hesum innanhýsis fund
inum ímillum fakfeløgini,
skulu tey allarfyrst um
røða spurningin, um tey
yvirhøvur eru sinnað at
gera eina semju um at friða
Strandferðsluskipini
fyri
verkfall.
Verður niðurstøðan, at
tey eru sinnað at finna eina
loysn, skulu tey eisini semj
ast um, hvussu tað kann
gerast og, hvør loysnin
kann verða.
Av tí, at ongin fundur
hevur verið enn, vil Selma
Ellingsgaard ikki í holt við
nakrar sum helst gitingar
um, hvat úrslitið av einum
slíkum fundi ímillum fak
feløgini verður.
Men tá ið tann fundurin
hevur verið, skulu fakfeløg
ini venda sær aftur til Fíggj
armálaráðið og so verður
farið víðari haðani frá.
aki@sosialurin.fo
Veitst tú eina søgu, so
send SMS á 28 50 04
Verður arbeiðstíðin
sett niður, skal lønin
eisini lækka
Semings
royndin
byrjar í
næstum
VERKFALL OG SIGLING Hol er nú sett á samráðingar
ímillum Fíggjarmálaráðið og fakfeløg um at lata skipini
hjá Strandferðsluni sigla, hóast arbeiðssteðgur er