mikudagur 30. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
Sosialurin
Randi Jacobsen
Okkurt mátti vera galið, tá
ið 13 skipsføraranæmingar
á Vinnuháskúlanum fyrst
dumpaðu fyri jól, sluppu til
endurroynd og dumpaðu
aftur 11. mars. Eingin stóð
royndina í skipstøkni.
Antin var okkurt galið við
uppgávuni, við næmingun
um ella við undirvísingini,
vóru øll samd um.
Týsdagin var ein fundur
á skúlanum millum lærarar
nar í skipstøkni, leiðsluna og
umboð fyri uppgávunevnd
ina.
Teir vóru samdir um,
at uppgávan kanska var í
longra lagi til at loysa innan
fyri ásettu tíðina, men upp
gávuna áttu skipsførararnir
at kunna klárað.
Uppgávan í lagi
Sosialurin hevur fingið ein
skipsførara til at hyggja at
uppgávuni.
Hann
hevur
roknað uppgávuna ígjøgnum
og sigur, at uppgávan var í
lagi, og eingin forðing skuldi
verið fyri, at næmingarnir
kundu loysa uppgávuna, um
teir høvdu neyðugu vitanina.
- Har kravdist ikki annað
enn tað, sum allir skipsførar
ar eiga at vita og duga, sigur
skipsførarin, sum ikki vil
verða nevndur.
Tað sama sigur Hans
Johannes á Brúgv.
- Har vóru bara vanligur
spurningar í skipstøkni, sig
ur hann.
Næmingarnir hava ført
fram, at tímatalið í skips
tøkni er ov lágt.
- Tað er rætt, at tímatalið
í skipstøkni varð lækkað
fyri nøkrum aárum síðan.
Tímatalið skuldi verið nóg
høgt, men vit kunnu kanska
hækka tað aftur, sigur Hans
Johannes á Brúgv.
Sum er læra skipsførarar
nir skipstøkni yvir tvey se
mestur. Ein møguleiki kundi
verið at strekt undirvísing
ina í hesi lærugreinini yvir
trý semestur, tí skipstøkni
er ein torfør lærugrein, sigur
stjórin.
Herd krøv
Tað kann eisini hava gjørt
sítt, at fram til 1. januar í ár
var ikki møtiskylda á skúla
num, og nú hava næmingar
nir eisini skyldu til at lata inn
eitt ávist tal av uppgávum.
- Vit vóna, at hetta eisini
fer
at
bøta
um úrslitini, sigur Hans
Johannes á Brúgv, sum tó
minnir á, at útbúgvingin er
krevjandi.
Skipsførararnir
mugu duga alt, tá ið teir eru
lidnir, tí tað er eitt ábyrgdar
fult starv at føra skip.
Styttri siglingstíð
Fyrr var kravið 24 mánaða
siglingstíð fyri at sleppa inn
á skúlan, men fyri nøkrum
árum
síðan
varð
kravið
broytt, tí so fáir næmingar
søktu inn á skúlan.
- Hetta var skeivt, tí næm
ingunum vantar royndir, sig
ur skipsførarin, sum Sosial
urin hevur ráðført seg við.
Nú er kravið 12 mánaða
siglingstíð, og tað telur við
sum siglings
tíð at hava tikið skeiðið á
sjóvinnuskúlanum í Klaks
vík.
Hava teir bara 12 mánaða
siglingstíð, tá ið teir byrja, fáa
teir ikki pappírini, fyrr enn
teir aftaná skúlan hava full
ført siglingstíðina.
Hans Johannes á Brúgv
heldur ikki, at lækkaða krav
ið um siglingstíð kann vera
orsøkin til vánaliga úrslitið.
Annars ber ikki til at slaka
í nøkrum kravi, tí útbúgv
ingin má vera líka góð sum á
sama slag skúlum í Danmark,
og skúlin verður eisini eftir
mettur eina ferð um árið av
danska stovninum Søfarts
styrelsen.
Skipsførarar fáa
meira undirvísing
Tá ið allar skipførararnir dumpaðu, bagdi uppgávuni í
skipstøkni einki, men hon var kanska heldur long, sigur
Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum
Randi Jacobsen
Hóast greiðar reglur eru um,
at tey, sum sita í varðhaldi
num, ikki mugu hava nakað
inn við sær, so eydnast javn
an at smugla ymist inn.
Varðhaldið
ger
javnan
kanningar av fangunum, um
teir hava drukkið ella tikið
rúsevni, men tað forar ikki
fyri, at rúsevni onkuntíð ko
ma inn.
Fartelefon
og
fototól
mugu heldur ikki takast inn
í varðhaldið, men tað hendir
kortini.
Ein maður, sum sat í varð
haldinum seinasta summar,
hevur lagt tríggjar upptøkur
úr varðhaldinum út á face
book.
Hann hevur myndir av
sær sjálvum roykjandi hassj,
hann hevur filmað aðar
fangar og filmar viðurskift
ini í varðhaldinum, sum tá
var í Bókbindaragøtu í Havn.
Nú
er
varðhaldið
í
Mjørkadali.
Bent Jákup Hansen, leið
ari í varðhaldinum, heldur
ikki, at nakað kann gerast
fyri at fáa videoupptøkurnar
av aftur facebook. Starvs
fólkini mugu bara royna at
forða, at tað hendir aftur,
sigur hann.
Filmsupptøkur úr geglinum
Á facebook liggja nú tríggjar videoupptøkur, sum ein fangi
gjørdi, meðan hann sat í varðhaldinum í Havn. Tað er einki at
gera við nú, sigur Bent Jákup Hansen, leiðari í varðhaldinum
Fangin stuttleikaði sær
óført, tá ið hann tók myndir
av sær sjálvum og hinum
fangunum í varðhaldinum
Hans Johannes
á Brúgv, stjóri á
Vinnuháskúlanum
vónar, at úrslitini nú
fra at vera betri hjá
skipsførarunum