mikudagur 30. mars 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
38
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Rein
Haljand,
sum
hevur
kannað føroysku landsliðs
svimjararnar síðstu trý árini,
var aftur í Føroyum herfyri, og
niðurstøða hansara var tá, at
svimjararnir ikki høvdu flutt
seg so langt, sum væntað, men
at teir eru lýdnir og ágrýtnir, so
framvegis er nógv at arbeiða
við, ið kann gera mun.
Arbeiðsmátin hjá estiska
professaranum er, at hann
filmar og greinar svimjitekn
ikkin, og hann hevur drúgvar
royndir, ið ganga heilt aftur til
1972. Serliga hevur hann áhuga
fyri Páli Joensen, og sum esti
vil hann fegin hjálpa Norður
londum fram á leið í altjóða
svimjing.
Nú hann aftur kannaði
føroysku svimjararnar, kundi
hann staðfesta, at í onkrum
førum vóru feilir framvegis ikki
rættaðir, sum tey fingu at vita
um bæði í fjør og fyrraárið, men
í onkrum øðrum førum høvdu
svimjararnir tikið við ráðunum.
Sum heild vísti tað seg tó, at
føroysku
svimjararnir
ikki
fylgdu ráðunum í sama mun
sum svimjarar aðrastaðni.
Kortini tekur tað einki frá
føroysku svimjarunum annars,
tí tað er undrunarvert, at fleiri
hava fingið so góð úrslit, sum
tey hava – enntá uttan at hava
fylgt vegleiðingini frá Rein
Haljand, sum annars letur væl
at svimjarunum, sum hann
heldur hava góð evni.
hilmarjan@sosialurin.fo
Svimjarar
smá framstig
Svimjing Royndir og greiningar
hjá estiska professaranum, Rein
Haljand, geva fleiri av føroyskum
toppsvimjarunum nakað at hugsa
um, tí teir ikki gera nóg stór framstig
í betringini av svimjiteknikkinum
NÚ ER AT LURTA
Okkara besti svimjari, Pál Joensen, fær her góð ráð
frá estiska professaranum, Rein Haljand, sum kannar
og greinar føroysku landsliðssvimjararnar
Mynd: Svimjisambandið
MTB-kappingin
leygardagin
1
Høgni Rúnason Øster . . . . . . . . . . . 2.00:23
2
Kári Simonsen . . . . . . . . . . . . . . . 2.00:34
3
Matti Brøndsted . . . . . . . . . . . . . . 2.03:55
4
Eli Christiansen . . . . . . . . . . . . . . 2.21:20
5
Heini Harryson . . . . . . . . . . . . . . . 2.25:35
6
Mikkel Hougaard . . . . . . . . . . . . . . . . DNF
Hilmar Jan Hansen
Longu undan kappingini leygar
dagin var greitt, at fleiri av teimum
bestu súkklarunum ikki fóru at
vera við, tí teir vóru á venjingarlegu
uttanlands, har teir fyrireika seg til
Oyggjaleikirnar á Isle of Wight í
summar. Tískil vóru ikki so nógvir
súkklarar við hesa ferð, sum tað
plagar at vera.
Hinvegin kundi roknast við, at
teir seks, ið stillaðu upp til startin
í Hoydølum, kundu gerast rættiliga
javnir, og so var eisini. Tó var eitt
glopp millum tríggjar teir fremstu
og restina, men ymiskt var, sum
gav kappingini spenning ávegis –
og ikki minst, tá teir báðir fremstu
komu á mál.
Ásetti teinurin var umleið 34
kilometrar, sum merkir átta umfør í
sera vakra umráðnum í Hoydølum,
ið millum annað fevnir um skógar
vøksturin í viðarlundini. Teinurin
var á gøtunum yvir móti Boðanesi og
inni í viðarlundini, og bæði startur
og mál vóru við fimleikahøllina hjá
studentaskúlanum.
Hóast 34 kilometrar ikki ljóðar av
so nógvum, so er talan avgjørt ikki
um ein slættan tein, men hinvegin
mótbrekkur, undanbrekkur, trapp
ur og eina rúgvu av svingum.
Hørð kapping
Tað sást skjótt, at kappingin um at
vinna, fór at standa millum Høgna
Rúnason Øster og Kára Simonsen, tí
teir fylgdust tað mesta av teininum
í teir tveir tímarnar, tað tók teimum
báðum at gjøgnumføra tey átta
umførini. Teir skiftust um at vera
tann fremri, men ongantíð var
meira enn hálvur minuttur ímillum
teir.
Ikki kundu teir heldur taka sær
av løttum, tí maðurin á triðja plássi,
Matti Brøndsted, var ongantíð so
mikið langt aftan fyri teir, at teir
kundu kenna seg heilt tryggar. Sum
so ofta er við súkkling, kann jú ein
punktering ella avlopin keta vera
nóg mikið til at broyta alt.
Tá Høgni og Kári nærkaðust mál
inum, vísti tað seg, at Høgni hevði
meira at geva í endaspurtinum og
var 11 sekund framman fyri Kára,
sum so aftur var hálvanfjórða min
utt framman fyri Matti. Kappingin
um fjórða plássið stóð millum Eli J.
Christiansen og Heina Harryson,
sum vóru eitt fitt petti aftan fyri
tríggjar teir fremstu, men har hevði
Eli munin og var góðar fýra minutt
ir framman fyri Harry.
Hilmar Jan Hansen
Móttøkan var í B36-húsinum, har
dekkað var upp við pinnamati,
køkum, hvítvíni, kaffi og øðrum, og
sambært B36-heimasíðuna hevði
felagið ikki færri enn einar 500
føðingardagsgestir
seinnapartin
mánadagin.
Fleiri tóku orðið og røðararnir
vóru Sámal Ímundarsson, for
maður i B36, Heðin Mortensen,
borgarstjóri, Christian Andreasen,
FSF-forseti, Petur Elias Petersen,
ÍSF-forseti, Dánjal Pauli Danielsen,
HB-formaður,
og
Hans
Birgir
Hansen, B36-ari.
Sum skilst, er ætlanin hjá B36
at hava eina stóra 75 ára veitslu í
heyst, og óivað verður runda árið
markerað á ymsan hátt teir kom
andi mánaðirnar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Høgni vann
í Hoydølum
Fjallasúkkling Í harðari kapping
við Kára Simonsen eydnaðist Høgna
Rúnason Øster at vinna MTB-kappingina,
sum var í Hoydølum leygardagin
Avbjóðandi
Teinurin í kappingini leygardagin
var á gøtunum yvir móti Boðanesi
og inni í viðarlundini, og hann
fevndi um mótbrekkur, undan
brekkur, eina rúgvu av svingum
– og trappur, sum her sæst
aftan fyri Eli J. Christiansen
Mynd: Tórshavnar Súkklufelag
B36 hevði 500 gestir
Fótbóltur Mong nýttu høvið til at heilsa uppá, tá B36
seinnapartin mánadagin hevði móttøku, nú felagið fylti 75 ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Sámal Ímundarsson, formaður i B36
Mynd: Álvur Haraldsen