Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Sev er komið í neyð av hækk­ andi oljuprísum! Hóast bara ein fjórðingur er farin av árinum, er tað longu nú greitt, at heldur hes­in oljuprísurin sær, tað, ið eftir er av árinum, fara heil­ ar 25 milliónir at mangla í á olju­játta­nini hjá Sev. Og Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, ásannar, at tað er onki, sum bendir á, at oljuprísurin fer at lækka aftur við tað fyrs­ta. Tað merkir, at antin fer hall­ið hjá Sev í ár at verða 25 milliónir hægri, enn tað ann­ars er mett, at tað fer at verða. Felagsskapurin hevur ann­ars lagt eina fíggjarætlan í ár har tey hava væntað eitt hall upp á 32 milliónir. - So skal alt hallið, sum hækk­andi oljuprísurin førir við sær, leggjast oman á, fer Sev at hava eitt hall upp á 57 millión­ir í ár. Stjórin ásannar, at støðan er ómetaliga tórfør, men at leið­s­la og nevnd arbeiða nú við ymsum ætlanum fyri at bøta um úrslitið. Ymsar loysnir Arbeitt verður við ymsum loys­num. Ein loysn er at lata hallið vek­sa hasar 25 milliónirnar. Ein onnur loysn er at skil­ bøta raksturin og at skarva av umsitingini og teimum tæn­as­tum, sum Sev annars veitir. Tað kann merkja, at ábøt­ ur, røkt og útbyggingar verða drýggjaðar og tað kann fáa av­leið­ing­a­r fyri el veitingina við fleiri streymslitum. Ein triði møguleiki er at hæk­ka prísin og tað er eisini ein sannlíkur møguleiki, stað­fest­ir Hákun Djurhuus. Hann sigur, at hvørja ferð prís­ur­in á streymi hækkar 10 oyru fyri hvørt kilowatt, gev­ur tað Sev 27 milliónir í kass­an. Men ein príshækking kann ikki verða sett í gildið fyrr­enn árið er hálvrunnið og tískil verður talan um eina príshækking upp heili á 20 oyru fyri hvørt kilowatt, um­framt mvg, ella 25 oyru til­samans. Talan kann eisini verða ein samanrenning av hesum trim­um loysnunum. - Tað veldst alt um, hvat eigararnir, sum eru komm­ un­ur­nar, siga, men tað veldst eisini um, hvat fígging­ar­ stovn­ar­nar siga, ásannar Hák­un Djurhuus. Hækkar prísurin 25 oyru fyri hvørt kilowatt, fer tað at geva hvørjum húsarhaldi eina eykarokning upp á 1000 krón­ur um árið. Hendan príshækkingin kem­ur so oman á hækkingini upp á 18,75 oyru fyri hvørt kilo­watt, sum prísurin hækk­ aði á nýggjárinum. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Strandferðslan er komin í knípu. Eina rættiliga stóra knípu. Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, varð sam­ stund­is staðfest, at við teim­ um oljuprísum, sum tá vóru, fór tað at verða ein kampur hjá Strandferðsluna at halda játtan­ina, tí hon var so tepur. Men síðani er ojuprísurin rætti­liga nógv hækkaður. Tað merkir, at heldur hesin oljuprísurin sær, fer Strand­ferðslan at hava eitt hall upp á einar 10 milliónir krón­ur, uttan so at tiltøk verða sett í verk. Og Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, ásannar, at skal Strandferðslan spara 10 milliónir, verður neyðugt við so álvarsligum stigum, at hann vil næstan kalla tað bygn­að­arligar broytingar á Strandferðsluni, bæði hvat ferða­seðla­prísum og ferða­ æt­lan viðvíkur. - Hetta fer at føra til eina heilt munandi skerjing í túra­ tali­num, staðfestir hann. Hann sigur, at hann hevur boð­að landsstýrismanninum í vinnumálum frá støðuni, tí Strandferðslan vil ikki seta so ógvuslig tiltøk í verk uttan at boða politiska myndug­ leik­unum frá. Fáa hægri játtan Johan Dahl, lands­stýri­s­mað­ ur í vinnumálum, segði við Rás2 í gjár, at tað er neyvan po­lit­iskur meiriluti fyri at skerja túratal ella at hækka prís­ir­nar á ferðaseðlum. Tí fer hann at hann biðja um politiska undirtøku fyri at útvega Strandferðsluni eina eykajáttan, so at tað ber til at varðveita túratal og ferða­seðlaprísir. Hann staðfestir, at gongd­ in í oljuprísinum er ein stórur trupul­leiki og tað ber ikki til at broyta ferðaætlanina alla tíð­ina eftir gongdini í olju­ prísi­num. Tí er ætlanin at stovna eina serliga oljukontu, har ein ávís upphædd verður sett á. Verður nýtslan min­ni, fellur tað aftur til lands­kass­ an og røkkur hon ikki til, verð­ur játtanin hækka. aki@sosialurin.fo Ferðaætlanin má skerjast munandi SKRÆDL Fær Strandferðslan ikki eina fíggjarliga innspræning, verður rættiligt skrædl við nógv dýrari ferðaseðlum og nógv færri túrum Óbroytt Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt á jól­um, legði politiski myndug­leikin upp til, at ferðaseðlaprísirnir hjá Strandferðsluni skul­du ikki hækka í ár og túratalið skuldi ikki læk­ka. Annars varð sam­ tykt at álegg­ja eitt ser­ligt um­hvørv­is­av­ gjald á alla olju, eisini olju­na, sum skipini hjá Strandferðsluni brúk­ar. Men í evstu løtu varð samtykt at frítaka Strand­ferðsluna fyri hetta serliga olju­av­ gjald­ið. Tað fekk politiska myndug­leikan at niður­ festa í sjálva fíggjar­lóg­ ina at hetta viðførir, at “ Harvið verða ferða­seðla­ kost­na­ðir og túratal óbroytt komandi ár”, sum stað stendur í fíggjar­lógini. Hetta er ein po­li­ tisk staðfesting av, at bæði túratal og ferða­seðlaprísir sku­lu varðveitast í ár, til onn­ur boð koma frá politiska myndug­leika­num. Í kann Strand­ ferðs­l­an ikki av sín­ um eintingum sker­ja túratalið ella hæk­ka prísin, uttan í sam­ráð við politiska myndug­ leik­an. Sev skal hava fatur á 25 milliónum krónum DÝRARI STREYMUR Sev kann longu nú verða noytt til at hækka prísin á streymi og talan verða um eina trivaliga hækking Tað verða munandi skerjingar í túratalinum Støðan hjá Sev er álvarslig, tí verða ongi stig tikin, verður hallið hjá orkufelagnum heilar 57 milliónir í ár SEV í trupulleikum Verður onki gjørt, verður hallið hjá Sev 57 milliónir í ár