fríggjadagur 1. apríl 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fíggjarnevndin hevur skriv
að álit i málinum um at
broyta lógina um meirvirðis
gjald, soleiðis at ávíst virk
semi slapp frá mvg-gjaldi.
Meirilutin mælir til at
alt virksemi, sum ikki eru
vinnuligt, skal frítakast fyri
mvg, íroknað samkomur og
kirkju.
Men minnilutin vil ikki,
at samkomur og kirkjur
skulu frítakast fyri mvg við
hesi lógabroytingini. Skulu
kirkjur og samtøkur stuðl
ast, kann tað gerast í øðrum
sambandi, sigur minnilut
in. Minnilutin er Magni
Laksáfoss, Anita á Fríðriks
mørk og Torbjørn Jacobsen.
Bogi Andreasen, sum er
valdur í Tórshavnar býráð
fyri Tjóðveldi, er alt annað
enn fegin um ta støðu, sum
flokkur hansara hevur í máli
num.
- Hatta er púra burturvið,
óvisionert og ótaktiskt, sigur
Bogi Andreasen.
Hann minnir á, at tað er
eitt arbeiðsskapandi átak at
frítaka samkomur og kirkjur
fyri mvg.
- Og pengarnir, sum bygt
verður fyri, er tað mesta
gávur frá fólki, sigur Bogi
Andreasen.
Fleiri ætla at byggja
Hann veit, at fleiri sam
komur hava bíðað eftir hesi
lógarbroytingini
fyri
at
kunna byggja. Ein samkoma
er Lívdin, sum Bogi Andrea
sen kemur í. Samkomurnar
telja nakrar hundrað limir
og noyðast at hava fundir
sínar í skúlum og aðrastaðni,
har til ber at leiga, tí tað er of
tungt fíggjarliga at byggja,
nú tær eisini skulu gjalda
mvg.
- Tað er løgið, at Tjóðveldi
tekur hesa støðu, nú tað ræð
ur so nógv um at koma við
arbeiðsskapandi
tiltøkum,
sigur Bogi Andreasen.
Honum skilir ikki støðu
takanina hjá flokkinum í
hesum máli.
- Tjóðveldi førkar seg
meira og meira frá tí, sum eg
standi fyri, sigur hann.
Randi Jacobsen
Summarhúsøkið
við
Fornagarð við Gjógv er so
smátt farið at líkjast einum
býlingi.
Dag og dagliga eru fólk
har og smíða.
Ein teirra er Jóan Petur
Vang, sum býr á Oyrarbakka.
Eigararnir hava longu skipað
seg í eigarafelag, og Jóan
Petur Vang er formaður í
felagnum.
Hann sigur, at tey altíð
hava ferðast nógv runt í
Føroyum um summarið og
hava leigað hús. Nú hevur
familjan so valt at fáa sær
egið summarhús.
Øll stykkini farin
Áhugin fyri at byggja
summarhús
við
Gjógv
er stórur. Av teimum 19
grundstykkjunum
eru
18
seld. 19. stykkið er umbiðið.
Húsini mugu í mesta lagi
vera 60 fermetrar, men fyri
at fáa meira pláss hava fleiri
valt at gera loft og kvist,
sigur Jóan Petur Vang.
Summi hava valt at hava
hitapumpu, hini ætla at hava
vanligt oljufýr.
Húsini verða so væl gjørd,
at tey kunnu brúkast til at
vera í alt árið. Summi byggja
við útleigu fyri eyga.
Hann heldur, at tveir
triðingar av teimum, sum
skulu byggja summarhús
við
Gjógv,
hava
okkurt
tilknýti til bygdina. Nøkur
búgva í Sundalagnm, nøkur
í Klaksvík, men nógv tann
størsti parturin býr á Havn.
Jóan Petur Vang væntar,
at helvtin av húsinum verður
liðug í summar Tað hevur
ikki gingið so skjótt, sum
nógv høvdu ætlað, tí veðrið
hevur
verið
so
vánaligt
seinastu mánaðirnar.
Eitt
sermerkt
við
býlinginum
er
garðurin,
sum laðaður verður rundan
um húsini. Tað arbeiðið
ger entreprenørurin TKJ í
Hvalvík. Garðurin verður
laðaður av stórum og smærri
steinum, men ikki hagagrót.
Koyrandi verður ikki inn
á økið, og í staðin fyri verður
gjørt felags parkeringsøki
uttanfyri.
Tó
verður
ein
vegur
gjørdur inn til av- og áskipan.
Gøtur skulu gerast millum
húsini, og tær fara eigararnir
at gera sjálvir.
Summarhúsini skjóta upp
Skammar sín egna flokk
Bogi Andreasen, varaborgarstjóri heldur tað vera skammiligt, at Tjóðveldi
ikki vil frítaka kirkjur og samkomur fyri at gjalda mvg
Rættilig ferð er komin á summarhúsbyggingina við Gjógv. Trý hús eru
komin upp, og á ellivu stykkjum er grundin stoypt