fríggjadagur 1. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá Tjóðveldi helt floksting
í Haraldssundi seinasta
vikuskifti, hevði flokkurin
bjóðað tveimum gestum at
halda røðu.
Annar var Rói Paturs
son, ið er kendur sum skald
og háskúlastjóri. Hin var
íslendski
fíggjarmálaráð
harrin, Steingrímur J. Sig
fusson.
Steingrímur greiddi frá,
at hóast Íslendingar við
stórum meiriluta gjørdu
av at loysa frá Danmark í
1944 og skipa landið sum
lýðveldi, fór Danmark ikki
av landakortinum í teirra
eygum fyri tann skuld.
– Danmark var har
kortini, legði hann aftrat.
Vinna á Danmark
Hann segði, at Danmark í
tíðini eftir loysingina var
ein týdningarmikil handils
partur hjá Íslandi, men sum
tíðin leið, gjørdust onnur
norðurlond
ein
alsamt
størri partur av handilsliga
samstarvinum.
Íslendski
fíggjarmála
ráðharrin
var
stundum
álvarsamur,
men
hann
skemtaði eisini. Hann var
ikki komin langt í síni røðu,
tá hann tók soleiðis til:
– Er tað nakað, sum ís
lendingar vilja, so er tað at
vinna á Danmark í hond
bólti, segði hann og bros
aði.
Steingrímur J. Sigfusson
segði, at tá ræður um
frændalond, helt hann, at
Føroyar eru á fyrsta plássi
millum íslendingar. Síðan
koma hini norðurlondini,
men hann legði samstundis
stóran dent á, at Póland
hevði verið tað landið, sum
virkuliga hevði víst seg frá
síni góðu síðu, nú Ísland
kom í stóra búskaparliga
kreppu.
Hann segði, at Ísland
hevði fingið stórt valutalán
úr Pólandi, sum hann rópti
tað – uttan nakrar treytir.
– Tað er í krepputíðum,
at tú sært, hvørjir rættu
vinir tínir eru, legði hann
aftrat.
Saman í útnorði
Steingrímur J. Sigfusson
helt annars, at tey sambond
í útnorði, sum Ísland hevur,
í dag hava størri týdning
enn nakrantíð áður, og í
hesum sambandi kom hann
eisini inn á arktisku økini,
sum londini varða av.
–
Tað
hevur
stóran
týdning, at Føroyar, Ísland
og Grønland samstarva, tí
eingin ivi er um, at Norð
uratlantshavið í framtíðini
kemur at hava ein ógvuliga
týðandi leiklut – ikki minst,
tá ræður um tilfeingi.
Íslendski
fíggjarmála
ráðharrin, ið vísti seg at
skilja rímiliga væl føroyskt,
helt fyri, at tá tað ræður um
frælsi og tjóðskap, hevði
hann einki at leggja aftrat
tí, sum Rói Patursson longu
hevði sagt.
Hann tóktist hugtikin av
framløguni hjá Róa.
Úr fátækradømi
Íslendski fíggjarmálaráð
harrin tosaði eisini um ta
búskaparligu endurreisn,
sum Ísland – og kanska
eisini Føroyar – noyddust
og noyðast ígjøgnum, nú
londini rendu seg í svára
kreppu.
Hann samanbar tó ikki
støðuna hjá Íslandi við
búskaparligu kreppuna í
Føroyum, men vísti á, at
hjá flestu londum í Evropa
gekk væl at koma burtur úr
fátækradøminum, sum var
í gomlum døgum.
– Vit gjørdust millum
heimsins ríkastu lond, men
tá ein tjóð er komin til ríki
dømi, krevur tað styrki at
umsita hetta.
Hugburðurin sveik
Steingrímur J. Sigfusson
setti eisini spurningin, hví
tað gekk so galið hjá Ís
landi.
– Hetta hava vit tosað
nógv um í Íslandi. Hvør var
tað, sum sveik? Eg haldi,
at tað í fyrsta lagi var poli
tikkurin sjálvur sum veik.
Hugburðurin gjørdist skeiv
ur, og neonkapitalisman
gjørdist ómoralsk - og
kanska gjørdust sjálvar
umstøðurnar okkara størsti
fíggindi.
Fíggjarmálaráðharrin
Í krepputíðum
sært tú hvørjir
vinir tínir eru
– Hjá flestu londum í Evropa gekk væl at koma burtur úr fátækradøminum. Vit gjørdust
millum heimsins ríkastu, men tá ein tjóð er komin til ríkidømi, krevur tað styrki at umsita
hetta. Hjá okkum sveik politikkurin, hugburðurin gjørdist skeivur, og neonkapitalisman
gjørdist ómoralsk - og kanska gjørdust sjálvar umstøðurnar okkara størsti fíggindi, segði
Steingrímur J. Sigfusson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, á flokstingi hjá Tjóðveldi
Hetta snýr seg
um ábyrgd, og tað
eigur ongantíð at vera
trupult at gera tað,
sum tú heldur vera
rætt og neyðugt
Steingrímur J. Sigfusson
Bygdarhúsið í Haraldssundi var karmur
um flokstingið hjá Tjóðveldi hesaferð.
Hetta er fyrstu ferð, at floksting hevur
verið hildið í Haraldssundi, tó at
øll í bygdini, sum greiddu atkvøåu á
fólkaatkvøðuni hin hin 14. september í
1946, atkvøddu fyri at loysa
Føroyar frá Danmark
Mynd: Vilmund Jacobsen