fríggjadagur 1. apríl 2011síða 51
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
11
VIKUSKIFTI
Børn
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Foreldur skulu sjálvsagt hjúkla um
síni børn, leggur Peter Aalbæk Jensen
varisliga fyri. Hann hugsar seg um eina
løtu. Ressast við og brúkar orkuna.
Hvassoygdur á málinum.
Tað er eisini teirra uppgáva at brynja
síni børn at stíga út í heimin. Foreldur
skulu fyrireika børnini at handfara
mótburð og gera púra greitt, at lívið er
ikki ein dansur á rósum. Eingin verð
ur borin á lógvum. Fólk traðka á teg.
Spýta á teg. Finnast at tær. Tað hava
tannáringarnir ikki hóming av í dag.
Tú noyðist at bretta upp ermar, brestur
burtur úr honum, nærmast í sama
andarhaldi.
Tað hevur verið hvast orðaskifti
um barnauppaling í Danmark seinastu
mánaðirnar. Bólturin fór á rull, tá
bersøgni Thomas Blachman fíltist at
donskum foreldrum, sum renna undan
sínari ábyrgd. Skalluti tónleikarin segði
í almenna sjónvarpinum, at tannáringar
í dag hava onga fatan av, hvørjar av
bjóðingar bíða teimum. Orsøkin er,
sambært honum, curling-foreldruni,
sum sópa samfullar trupulleikar hjá
børnunum burtur. Foreldruni hava
frá barnsbeini kínt sínum børnum um
ryggin og sagt, at tey duga alt. Úrslitið
er eitt egoistiskt ættarlið, sum droymir
um persónliga eydnu og viðurkenning,
uttan at hava minstu hóming av, hvat
krevst fyri at røkka tindinum. Ættarlið
Y, sum er spjaldrið, børnini fáa hongt
um hálsin, eru børn og tannáringar í
einum ríkum materalistiskum sam
felag. Ekkaleysir lívsnjótarar og
tryggheitsnarkomanar, sum ongantíð
klippa nalvastrongin frá foreldrunum,
eru skoðsmálini. Virðisgrundarlagið
hjá ættarlið Y fær eldra ættarliðið at
himprast.
Fleiri hava tikið blaðið frá munn
inum. Pernille Vigsø Bagge er fram
søgukvinna í familjumálum hjá
Socialistisk Folkeparti. Hon tekur undir
við atfinningunum, at tað eru fleiri
foreldur, sum ikki røkja sína skyldu.
Vit skulu læra børnini at gera sær
ómak, um tey vilja verða dugnalig. Vit
skulu læra børnini, at tú skal venja sera
nógv, um tú vil verða best, sigur hon,
sambært religion.dk.
Peter Aalbæk Jensen tekur undir.
Feskastu dømini eru børnini, sum
ósmæðin bjóða seg fram í sjónvarps
sendingunum X-Factor og Talent.
Sannførd um, at tey eru í heimselituni
eftir einum vikuskifti. Tilgongdin hjá
seriøsum tónleikarum er 10 til 15 ár
fyri at røkka tindunum. Tað hava børn
ini ikki peiling av. Eftir at hava gjørt
sær fullkomiliga fyri skommum í al
mennum sjónvarpi, fata tey, at hatta
duga tey ikki. Tað eru foreldruni, sum
skulu siga sínum børnum tað. Ikki eg
ella Thomas Blachman, sigur hann.
Bersøgin dómari
54 ára gamli Peter Aalbæk Jensen
er pápi at trimum børnum og films
framleiðari. Hann og Lars Von Trier,
leikstjóri, stovnaðu filmsfelagið
Zentropa í 1992, og síðani hava teir
framleitt eina rúgvu av vælumtóktum
donskum spælifilmum. »Ålen«, sum
hann eisini verður róptur, hevur verið
almennur persónur í Danmark í nógv
ár. Hann fekk Bodil-virðisløn fyri sítt
stóra arbeiði til frama fyri donsku
filmsvinnuni í 2001.
Millum føroyingar er hann helst
best kendur fyri sín leiklut sum kenslu
leysi og bersøgni dómarin í Talent
2008. Leisturin at viðfara allar luttak
arnar eins, líkamikið um tað var ein
spastiskur dansari, ein lítil genta ella
ein vaksin maður, fekk fleiri at øtast
við. Hann var ikki mjúkur at strúka.
»Du ligner kraftedeme en død fisk i
hovedet, mens du spiller« og »når I står
der, da får jeg sgu lyst til at afsikre mit
haglgevær« vóru millum skoðsmálini,
nøkur vónrík og brosandi børn fingu
við sær á lívsleiðini frá Peter Aalbæk
Jensen.
Sum dómari fekk hann sjálvur at
sanna, at børnini tykjast ikki at vita,
at einki kemur av sær sjálvum.
Lívið er ein dystur, har tú fær fleiri
fúlar undir vangan. Tú tapir fleiri dystir
í lívsins dysti. Dugir tú ikki at handfara
tær støðurnar, hevur tú ongan møgu
leika at standa teg. Foreldur skulu
brynja og fyrireika síni børn til tann
mótburðin. Tað gert tú millum annað
við at gera teimum greitt, at hatta
dugir tú, og hatta dugir tú ikki. Børnini
skulu læra at reisa seg aftur. Hvør er
dugnaligur, uttan at hava grátið?, spyr
hann.
Lisbeth Zornig Andersen er for
kvinna í danska Barnaráðnum. Hon
hevur átt virknan leiklut í kjakinum um
uppaling. Hon heldur, at tað er torført
at skyna ímillum javnvágina við kær
leika og at siga tað bart út.
Sig sannleikan, men við kærleika, er
hennara greiði boðskapur til foreldur í
klummu á heimasíðuni boerneraadet.
dk.
Stórar broytingar hava verið í um
búna seinastu áratíggjuni. Konufólk eru
meira virkin á arbeiðsmarknaðinum í
dag, og stórur partur av barnauppalingini
fer fram á stovnum uttan fyri heimið.
Tað er eingin umbering, heldur Peter
Aalbæk Jensen.
Gamaní, men skalt tú vera foreldur,
so skal tað vera heilhugað. Kann tú ikki
tað, so lat vera, sigur hann.
Eyðmjúk
Pernille Vigsø Bagge, framsøgukvinna í
familjumálum hjá Socialstisk Folkepart,
hevur greiða støðu. Tað er alneyðugt at
varpa ljós eyðmjúku børnini og upp
gávuna hjá foreldrunum.
Foreldur tykjast hava gloymt sín
leiklut í lívunum hjá børnunum, sigur
hon.
Peter Aalbæk Jensen leggur áherðslu
á, at børn kenna ikki sítt pláss.
– Tá eg eri í føðingardag, er tað altíð
ein smádrongur ella ein smágenta, sum
skulu gera vart við seg. Rópa og skrála.
Eg sakni eitt vanligt smædni, sum ger,
at børn taka orðið, tá tey hava nakað
upp á hjartað, sigur hann.
Nei, okkara
børn duga
ikki alt
Virðisgrundarlagið hjá teimum yngru fær eldra ættarliðið
at himprast. Í Danmark hevur verið hvast orðaskifti um
barnauppaling seinastu mánaðirnar. Niðurstøðan er greið.
Foreldur seta ikki mørk og billa børnunum inn, at tey duga alt
– billið teimum ikki tað inn!