mánadagur 4. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hvørki ja ella nei. Bogi Andrea
sen vil hvørki vátta ella avsanna
leysasøgurnar um, at hann er á veg
í Fólkaflokkin.
At hann samstundis hartar sína
egna flokk, Tjóðveldi, í Sosialinum
fríggjadagin, má tulkast sum um, at
okkurt er galið millum Boga Andr
easen og Tjóðveldi.
Bogi
Andreasen
varð
fyrst
valdur á tjóðveldislistanum til bý
ráðsvalið í Havn í 2008, og hann
er varaborgarstjóri í samgonguni
millum Javnaðarflokkin og Tjóðveld
isflokkin.
Og skuldi tað hent, at Bogi
Andreassen skiftir flokk og fer í
bólk saman við Fólkaflok--kinum í
Tórshavnar Býráð, so fær
tað ongan týdning fyri
samgonuna, tí hon hevur
sum er níggju av 11 bý
ráðslimum aftan fyri seg.
Men helst høvdu nevndir
nar verið valdar av nýggjum,
og nýggjar varaborgarstjóri
valdur fyri Tjóðveldi.
Næstvald á tjóðveld
islistanum er Marin
Katrina Frýdal við
339 atkvøðum, síð
ani Jógvan Arge við
337 atkvøðum og
Jákup Símun Sim
onsen við 238 at
kvøðum.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Politiska støðan er í skriv
andi stund heldur ógreið.
Fólkaflokkurin vil hava ný
val, men tað vil løgamður
ikki. Í síðstu viku vildi løg
maður hava greitt at vita frá
Fólkaflokkinum, um hann er
í samgonguni ella ikki.
Svarið frá Fólkaflokkinum
var heldur ullint, men kann
valla skiljast øðrvísi, enn at
flokkurin ikki ynskir at vera
í samgonguni – tí hann vil
hava løgmann at skriva út
nýval.
Men tað vil løgmaður
ikki. Hann vil heldur mýkja
støðuna, og tá má so merkja,
at hann ætlar at reka Fólka
flokkin í rætt aftur.
Í fjør var eisini orrusta um
fíggjarkarmin. Fólkaflokkur
in tók ikki undir við honum,
og í kjalarvørrinum restu
andstøðuflokkarnir
mis
álitisuppskot á løgmann.
Høgni Hoydal, Jenis av
Rana og Kári P. Højgaard
søgdu tá, at politiska støðan
hevði verið merkt av full
komnum ruðuleika í longri
tíð.
Var ruðuleikin stórur tá,
so er hann ikki minni nú – tá
ein av samgonguflokkurin
biður um nýval.
Tí er hugsandi, at misálit
verður reist á løgmann og
harvið samgonguna, á ting
fundinum í morgin.
Avgerðina
eiga
Fólka
flokkurin og Tjóðveldi – um
ikki løgmaður hevur gjørt
undirhondsavtalu um okkurt
annað.
Í síðstu viku sóu vit ein kontant
an og avgjørdan løgmann. Ein
løgmann, sum ikki fann seg í, at
Fólkaflokkurin enn einaferð slapp
sær undan at taka undir við fíggjar
karminum fyri komandi ár. Ein løg
mann, sum setti Fólkaflokkinum
stólin fyri hurðina: Hann vildi hava
at vita, hvar Fólkaflokkurin var, í
samgongu ella í andstøðu.
Úrslitið av hesum var, at Fólka
flokkurin heitti á løgmann um at
loysa hendan trupulleikan við at
skriva út nýval. Flokkurin heldur,
at valstríð er komið í politikkin – at
valstríð er komið í fíggjarpolitikkin,
og tað kann bara enda galið.
At valstríð er í politikki og fíggj
arpolitikki, tað er væl saktans einki
nýtt í tí. Tað eru hægst góðir 10 mán
aðir til løgtingsval í seinasta lagi
skal vera – og soleiðis er tað altíð,
tá vit nærkast vali.
Vit hava fleiri ferðir skrivað, at
samgongan í mangar mátar tykist
vera ein parodi. Vit hava funnist at
løgmanni, tí at einki fær avleiðingar.
Tí var tað so forfrískandi at síggja
ein kontantan løgmann í síðstu
viku. Men fríggjakvøldið í Degi og
Viku sóu vit aftur tann gamla Kaj
Leo Johannesen, sum tekur tað
púra róligt. Hann hevur hugsað um
tingini - hann hevur tosað við ting
bólkin hjá Sambandsflokkinum,
sum hann er samdur við, og komin
til ta niðurstøðu, at hann fer ikki at
skriva út val. Hann gongur sostatt
ikki ynskinum hjá Fólkaflokkinum
á møti.
Løgmaður og tingbólkurin hjá
Sambandsflokkinum eru samdir
um, at samstarvið við Fólkaflokkin
hevur verið gott. Tí vil hann ikki í
óðum verkum skriva út nýval, hann
vil heldur mýkja støðuna.
Men Fólkaflokkurin stendur fast
upp á sítt, og hann vil hava nýval
– ella kanska ein nýggjan løgmann.
Okkurt spæl er fyri gallarínum.
Spurningurin er so bara, um løg
maður hevur tryggjað sær annað
samstarv í tinginum, so parlament
ariska grundarlagið er tryggjað
– ella um hann vil gera Fólkaflokk
in til syndabukk við at leggja fram
misálit á løgmann.
Men sambært øllum sólarmerkj
um, so eru tað løgmaður og Sam
bandsflokkurin, sum hava vunnið
upp á hetta samstarvið, meðan Fólk
aflokkurin og Javnaðarflokkurin
missa. Sambandsflokkurin etur av
Javnaðarflokkinum, sum nú hevur
fingið nýggjan formann, sum greitt
hevur sagt, at Javnaðarflokkurin er
ein samríkisflokkur, so hann trolar
týðuliga innanfyri hjá Sambands
flokkinum aftur.
Hvussu leikur fer, fáa vit at
síggja. Men um einki misálitisupp
skot verður reist móti løgmanni á
tingfundinum í morgin – ella nýtt
samstarv proklamerað, so kunnu
vit bara staðfesta, at parodiin
heldur fram.
Exit Fólkaflokkurin: Um
samgongan hjá Kaj Leo Jo
hannesen, løgmanni, koll
siglir, so verður tað áttandu
ferð, at ein samgonga koll
siglir.
Sjeynda ferðin var í
2008, tá Jóannes Eides
gaard koyrdi Tjóðveldi úr
samgonguni, og nýggj ABC
samgonga varð skipað.
Sætta ferðin var, tá An
finn Kallsberg koyrdi Tjóð
veldisflokkin úr samgong
uni í 2003 og skrivaði út
nýval.
Fimta ferðin var, tá Javn
aðarflokkurin tók seg úr
samgonguni hjá Edmund
Joensen í 1996, og Fólka
flokkurin fór upp í sam
gonguna ístaðin.
Fjórða ferðin var, tá
Marita Petersen, løgmaður,
koyrdi Fólkaflokkin úr sam
gonguni í 1993 og skipaði
nýggja samgongu við Tjóð
veldisflokkinum og Sjálv
stýrisflokkinum.
Triðja ferðin var, tá sam
gongan hjá Jógvan Sund
stein millum Fólkaflokkin,
Sambandsflokkin og Tjóð
veldisflokkin legði kongin í
1989, og val varð útskrivað.
Onnur ferðin var, tá
Sjálvstýrisflokkurin tók seg
úr samgonguni hjá Jógvan
Sundstein í 1989, og Fólka
flokkurin, Sambandsflokk
urin og Tjóðveldisflokkurin
skipaðu nýggja samgongu
Fyrsta ferðin var, tá sam
gongan hjá Atla Dam mill
um Javnaðarflokkin, Fólka
flokkin og Tjóðveldisflokkin
slitnaði í 1980.
Ein broyting var í sam
gonguni hjá Atla Dam í 1988.
Kristiligi Fólkaflokkurin fór
úr samgonuni. Men flokk
urin var farin í tvíningar,
og Adolf Hansen, sum var
farin úr flokkinum og hevði
stovna Framsóknarflokkin,
kom upp í samgonguna.
Hendan broyting var so
lítil, at vit hava ikki valt at
kalla tað samgonguslit.
Tað vil siga, at hóast
átta ella níggju samgongu
kreppur og slit, so er tað
bara tríggjar ferðir endað
við nývali: Í 1980, í 1990 og
í 2004.
Heldur parodiin fram?
Misálit á løgmann...
Tilfeing
isgjald og
landsbanka
stjórin
Jógvan Sundstein
kjak á síðu 14
Føroya
Banka
toskurin
Johan Mortensen
kjak á síðu 27
Áttanda sam
gonguslitið
Bogi á veg í Fólkaflokkin?
Man eitt misálit verða reist
móti løgmanni í morgin???