Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 6 Sosialurin Rætt­urin gav ar­beiðs­ gevara viðhald Uppsøgd kvinna, sum fekk viðhald í Javn­ støð­u­nevnd­ini, fekk ikki við­hald í Føroya Rætti. Føroya Rættur hevur giv­ið til kennar, at ar­ beiðs­gevari hevur lyft próv­byrðuna í mun til upp­søgn av kvinnu, sum var við barn. Málið snýr seg um, at ein kvinna, sum varð sett í starv hjá ein­um av limum Føroya Ar­ beiðs­gev­arafelags, var sam­an við seks øðr­um í november 2008 upp­ søgd, tí fyritøkan mátti tillaga virksemi til bú­ skap­ar­ligu støðuna í Før­oyum. Kvinnan var byrj­að í starvinum ein mán­ aða undan upp­søgn­ini og metti ikki, at fíggj­ ar­støð­an hjá fyritøkuni kundi vera broytt so nógv hesa stuttu tíðina. Kvinn­an metti, at hon var upp­søgd, tí hon var við barn, og kærdi málið til Javn­støð­u­nevnd­ina. Ein meiriluti í Javn­ støðu­n­evnd­ini metti, at hon hevði verið fyri týð­andi mismuni vegna við­gongu og gav henni við­hald sambært § 6 í javnstøðulógini. Eisini varð mælt til eina sam­ sýn­ing á 230.000 kr til kvinn­una frá fyri­ tøkuni. Fyritøkan var als ikki samd við Javn­støð­ u­nevnd­ina og vildi tí ikki rinda nevndu sam­ sýn­ing. Kvinnan legði tí mál­ið fyri Føroya Rætt. Dómur varð ikki sagd­ ur í málinum, av tí at kvinnan tók málið aftur, eftir at Føroya Rætt­ur skrivliga hevði givið til kennar, at ar­beiðs­geva­ rin fór at verða frífunnin í mál­i­num. Rætturin legði til grund fyri frífinningini, at ar­beiðsgevarin hevði lyft próv­byrð­una fyri, at avgerðin um upp­søgn­ina ikki var grund­að á við­ gong­una hjá kvinnuni. Rættur­in legði m.a. dent á, at ar­beiðs­gev­ ar­in hevði tikið avgerð um upp­søgnina, áðrenn hann varð kunnaður um, at kvinnan var við barn. At kvinnan hevði verið í starvi so stutt, broytti ikki hetta. Árni Joensen Tíðarritið Journal of Clinical On­cology skrivar, at danskar rannsóknir vísa, at kvinnur, sum taka digoxin orsakað av hjartatrupulleikum og ó­regl­ u­ligum hjartaslátti, eru í 40 pro­sent størri vanda fyri at fáa bróstkrabba enn kvinnur, sum ikki brúka heilivágin. Kanningarnar umfataðu kvinn­ur, sum tóku digozin í ár­u­num frá 1995 til 2008. Nið­ur­støðan er, at av 104.648 kvinn­um høvdu 2.144 fingið bróst­krabba. Harafturat vísti tað seg, at hjá kvinnum, sum góv­ust at taka heilivágin, mink­aði vandin fyri bróst­ krabba. Um orsøkina til at dig­o­x­in økir vandan fyri bróst­krabba siga teir donsku gransk­ar­ar­ nir, at heilivágurin virkar á líkn­andi hátt sum østrogen, og tað er gomul vitan, at tað hor­mo­nið økir vandan fyri krabb­ameini. Granskararnir gera tó vart við, at ágóðin av at brúka digoxin fyri hjart­a­trup­ull­ eikar kann vera størri enn tann økti vandin fyri krabb­ a­meini. Fyri tveimum árum síðani noydd­ist heilivágvirkið Ac­t­ avis Totowa, ið ger hjart­a­heil­ i­v­ág­in digitek, ið virkar eins og digoxin, at taka vøruna av markn­aðinum, tí tað vísti seg, at summar tablettir vóru tvær ferðir størri, enn tær áttu at vera. Av tí sama var vandi fyri, at fólk fingu nógv meiri heilivág, enn tey áttu at fáa. Heiligávur fyri hjarta kann elva til bróstkrabba Skerja tyrluflúgving til útoyggj Gav ar­ beið­s­gev­ ar­a við­ hald Skeivur Mourits Heilivágur Nýggjar rannsóknir benda á, at kvinn­ ur, sum brúka hjarta­heili­vág­in di­go­x­in, eru í størri vanda fyri at fáa brós­t­krabba enn aðrar kvinnur tyrluflúgving Ósemja um sáttmálan millum At­lants­flog og landsstýrið førir við sær, at út­ oyggj­a­flúgv­ingin verður skerd restina av árinum Eirikur Lindenskov 31. desember 2010 gekk fimm-ára sáttmálin við At­ lan­tic Air­ways um út­oyggj­ a­flúgv­ing út. Sam­stund­is gekk tíggju-ára sáttmálin mill­um Fisk­i­mál­a­ráðið og Atlantsflog um tyrl­u­til­ búgv­i­ng út. Sáttmálarnir hava báð­ir ver­ið mest sum ó­broytt­ir í ára­mál­i­num, sjálvt um við­ ur­skift­ini og fortreytirnar hava verið nógv broyttar hesi ár. Eitt nú átti Føroya lands­stýri aðra tyrluna, tá sátt­málin tók við, meðan At­lantsflog eigur nú tvær tyrl­ur, ið betur hóska til flúgv­ingina her hjá okkum. Kort­ini lýkur hvørgin teirra tey herdu krøv, ið mugu verða sett, og ein upp­ stiging av tyrlunum er ikki kostnaðarleys og tekur tíð. – Tað eydnaðist ikki at koma á mál at fáa ein nýggj­an sáttmála upp á pláss, sum fevnir um báð­ ar flúgvingarnar, í fíggj­ar­ lóg­ini fyri 2011, og tí hevur ver­ið roynt at hildið somu tyrl­u­tæn­astu uppi fyrsta árs­fjórð­ing og í hesum sama tíð­ar­skeið­ið at finna eina á­vegis framtíðar loysn og fígg­ing fyri henni, sigur Johan Dahl.   Men tað hevur ikki eydnast, og lands­stýr­is­ mað­ur­in stað­fest­ir nú, at rokn­a­st má við skerdari út­oyggj­a­flúgv­ing rest­ina av ár­i­num og meðan roynt verð­ur at finna fram til trygga framtíðar loysn.  - Strandferðslan fer nú at taka upp samráðingar við Útoyggjafelagið og onn­ur, sum hava áhuga í útoyggjaflúgvingini, so tvør­leikar og ampar av ein­ ari skerjing í verandi ferð­ a­ætlan og tænastu frá 1. mai at rokna verða minst møgu­ligir, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinn­u­ mál­um. Í grein í blaðnum næstsíðsta fríggj­a­dag høvdu vit grein, sum Mour­its M. Jo­en­sen hevði skriv­að. Men tað var skeivur Mourits á mynd­ini. Vit biðja teir og les­ar­ar­nar halda okkum til góðar. Tann rætti Mourits M. Joensen, sum skriv­að hevði, er hesin, sum sæst á mynd­ini. Tá Blithesome gekk burtur Tá Blithesome gekk burtur Á Torginum á Rás2 í annaðkvøld verður ein spennandi og sonn frásøgn um, tá »Blithesome« gekk burtur. Eisini fara vit at hoyra ein kendan klaksvíking syngja nakrar sangir – tá var hann bert fimm ára gamal. Torgið verður sent beinleiðis úr Klaksvík. Kári Kjelnæs leggur til rættis.