mánadagur 4. apríl 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Hann hevur verið fiskimað
ur, síðan hann var stórur
smádrongur og heldur lítið
um, at myndugleikarnir nú
av álvara ætla sær at leggja
tilfeingisgjald á hjá teimum,
sum fiska.
- Fyrsta treytin fyri, at
fólkið skal fáa nakað burtur
úr ”fólksins ogn” er, at onkur
ger íløgur í skip og bátar og
ikki minst, at onkur tímur at
fara til fiskiskap ella útróður.
Mortani
Johannesen
kemur til hugs bygdirnar,
har fiskakjallari var, og menn
í góðu tíðini av árinum róðu
út í opnum báti.
- Tað var hugnaligt at
síggja menn kasta fiskin upp
um bryggjukantin, og síðan
koyra hann niðan á vektina
í trillubøru.
Útróðrarmaðurin
spyr,
hvat hesir menn mundu sagt,
um politiski myndugleikin
legði
tilfeingisgjald
á
tann fisk, sum teir førdu
til lands - fiskin, sum gav
bygdarfólkinum
nakrar
arbeiðstímar í fiskakjallara
num, har hesin fiskur varð
flaktur og saltaður.
Drepur áhugan
- Nú skulu myndugleikarnir
virkuliga ansa eftir, at tey
ikki taka seinasta neistan og
áhugan frá fiski-og útróðr
armonnum. So, stuttligt er
hetta heldur ikki. Tey, sum
halda, at tey fáa ov lítið burt
ur úr ”fólksins ogn”, kunnu
sjálvi keypa sær skip ella bát.
Mortan Johannesen vísir
á, at seinastu tíðina hava
bæði skip og bátar verið til
sølu, og tað er eingin sum
forðar monnum og kvinnum
at gera íløgur, um áhugi er.
- Tað er so lætt at ganga á
bonaðum gólvum á ymiskum
skrivstovum í Havn og grenja
og leggja avgjøld á onnur,
sum royna at fáa tingini at
hanga saman, sigur Mortan
Johannesen,
sum
stúrir
fyri, at myndugleikarnir nú
eru við til at køva seinasta
neistan hjá fiski-og útróðr
armonnum.
vilmund@sosialurin.fo
Myndugleikarnir
skulu ansa sær
- Tað er so lætt at ganga á bonaðum gólvum í Havn
og leggja avgjøld á onnur, sum royna at fáa tingini at
hanga saman, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður
Lágir fiskaprísir seinastu dagarnar
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin seldi Fiska
marknaður
Føroya
76,5
tons av fiski fyri tilsamans
839.000 krónur.
Umleið 33 tons vóru av
toski, mest av toski 3, sum fór
fyri miðalprísin 14,51 krónur
fyri kilo. Næst mest var av
toski 4, sum fekk miðalprísin
10,70.
Næst størstu nøgdirnar
vóru hýsa, umleið 26 tons
tilsamans. Mest var av hýsu
2, sum fekk miðalprísin
9,03 krónur fyri kilo, sum
má sigast at vera vánaligur
hýsuprísur.
Hýsa 3 fór fyri einans 7,98
krónur í miðal fyri kilo.
Eini 9 tons vóru av longu,
og her var besti miðalprísur
in 11,46.
Minni av upsa
Herfyri
vórðu
hampiliga
stórar nøgdir av upsa seldar
á
Fiskamarknaði
Føroya,
men hvørki hósdagin ella
fríggjadagin var talan um
nakrar nevniverdar nøgdir.
At upsi í størri nøgdum
verður seldur á marknaði
num, hevur ikki verið so
vanligt.
Orsøkin til, at fiskurin
hevur verið partur av útboð
num í eina tíð, er helst, at
fiskurin hevur verið seldur
óvirkaður av landinum, og tá
er neyðugt, at fiskurin fyrst
er farin um góðkenda upp
boðssøluskipan.
Miðalprísurin
fyri
øll
fiskasløgini samanlagt var
fríggjadagin 10,97 krónur
fyri kilo, sum man vera ein
hin lægsti miðalprísurin í
longri tíð.
vilmund@sosialurin.fo
Bæði hósdagin og fríggjadagin vóru prísirnir
á toski og hýsu á Fiskamarknaði Føroya væl
lægri, enn teir annars hava verið í longri tíð
... onkur
má gera
íløgur í skip
og bátar
og onkur
má tíma at
fiska...
MORTAN JOHANNESEN
Vilmund Jacobsen
Tað var klokkan 17.14
fríggjadagin, at løgreglan
fekk fráboðan um, at
ein bilur hevði rent inn
í bergið við ovaru síðu á
vegum nærindis Breiðá,
skamt úr Fuglafiðri.
Vakthavandi
á
løg
reglustøðini í Havn segði
fríggjakvøldið, at tann,
sum fráboðaði ferðslu
óhappið,
var
rættiliga
skelkaður av sjónini og
hevði ikki so góðan hug
at hyggja, hvussu til stóð
í bilinum.
- Tað vísti seg eisini,
at hetta var eitt rættiliga
álvarsligt ferðsluóhapp.
Vit sendu fýra sjúkrabilar
á staðið, og tað vísti seg,
at tríggir ungir menn -
allir undir 20 ár - vóru í
bilinum.
Vakthavandi segði, at
teir allir vórðu fluttir á
Landssjúkrahúsið.
- Hin eini hevði bert
smávegis snuddir, annar
hevði onkra skeinu, men
hin triði hevði eftir øllum
at døma fingið álvarsligan
skaða í høvdið.
Vakthavandi
helt
fríggjakvøldið, at trupult
var at siga, hvussu støðan
hjá tí álvarsliga skadda
var, men tá tey høvdu ver
ið í samband við Lands
sjúkrahúsið, tóktist ungi
maðurin stabilur.
Tá Sosialurin fríggja
kvøldið spurdi, um hesin
var uttanfyri lívsvanda,
segði vakthavandi, at tað
kundu tey einki siga um.
Toskur 3 fór fríggjadagin fyri miðalprísin 14,51 – og
toskur 4 fekk miðalprísin 10,70 krónur fyri kilo
Fekk skaða
í ferðsluni
Tríggir dreingir undir 20 ára
aldur vóru í bilinum, sum
seinnapartin fríggjadagin rendi
í bergið nærindis Breiðá við
Fuglafjørð. Hin eini drongurin
er álvarsliga skaddur
Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendi við Breiðá,
skamt við Fuglafjørð, seinnapartin fríggjadagin