mánadagur 4. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
14
Sosialurin
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í innlendismálum
Kjak
Norðlýsið ber ósakligan tíðindaflutning
Sagt verður, at tað er ikki
hvørt orð, man skal svara
til, ella hvørt gildi, man skal
fara til. Norðlýsið hevur nú
í fleiri oddagreinum lagt
persónliga eftir mær sum
landsstýriskvinnu.
Man
kemur til eitt markamót
har tað ikki ber til longur
at
lata
hesar
ósakligu,
ógrundaðu og subjektivu
atfinningarnar
standa
ósvaraðar.
Atfinningarnar
skyldast helst, at undirritaða
tók
lógaruppskotið
um
tunnil til Viðareiðis aftur
í Løgtinginum, og tað skal
landsstýriskvinnan fáa aft
urlønt. Tað minsta man
kann krevja av Norðlýsin
um er, at tað verður fylgt
við, hvat hendir á politiska
leikvøllinum, áðrenn man
skjýtur í eyst og vest og
kemur við ógrundaðum at
finningum, sum meiri líkj
ast persónligum álopum.
Millum annað skrivar Norð
lýsið um dagarnar, at tey í
fleiri umførum hava fýlst
á landsstýriskvinnuna fyri
hennara
manglandi
poli
tikk og avrik á orku-og um
hvørvisøkinum, Agenda 21,
á rættartrygdarøkinum, út
lendingaøkinum og komm
unuøkinum. Um Norðlýsið
hevði fylgt við tí, sum varð
komið burturúr á hesum
økjum, so høvdu tey m.a.
kunna skrivað um, at hetta
er komið av skafti:
Orku-og umhvørvisøkið:
•
Breiða semju um veður
lagspolitikk Føroya, har
Føroyar skulu skerja út
látið við 20% í 2020 í mun
til útlátið í 2005. Føroyar
eru nú við í eini tilgongd
til eina komandi løg
frøðiliga bindandi avtalu
á økinum.
•
Kunngerð um ozonoyð
andi evni er sett í gildi,
sum m.a. setur bann fyri
innflutning og nýtslu av
ozonoyðandi
evnum
í
køliskipanum v.m.
•
Kunngerð um upplýsingar
um brennievni er sett
í gildi, sum ásetur krav
um upplýsingar um inn
flutning og nýtslu av
brennievni,
sterkum
vakstrarhúsgassi og ozon
oyðandi evnum, so betur
hagtøl kunnu fáast til
vega
•
Byggilóggáva er løgd fyri
Løgtingið sum m.a. fer
at seta krøv til bjálving,
sum skal minka um olju
nýtsluna í allari bygging
í Føroyum. Umframt at
tryggja munabetri góðsku
fer hetta at minka um út
látið av vakstrarhúsgassi
(Leggjast kann afturat, at
hendan byggilógin hevur
verið ávegis í 20 ár)
•
Spillivatnskungerð er sett
í gildi til tess at minka
um dálkingarvandan av
kloakvatni/spillivatni
í
vøtnum, áum og firðum.
Kunngerðin tryggjar okk
um, at vit í 2015 fáa reinar
ári og løkir.
•
Bunnkringskunngerð
er sett í gildi, har krøv
verða sett í samband við
bunkring,
sum
harvið
minkar um vandan fyri
oljudálkingum.
•
Lógin um havumhvørvið
er løgd fyri Løgtingið,
har krøv verða sett til
fráboðanarskylduna í.s.v.
oljudálkingar á sjónum
og bøturnar fyri olju
dálkingar verða herdar
munandi.
•
Farið er undir arbeiðið
at útnevna Ramsarøkir
í Føroyum, sum tryggjar
øki, har sjófulgur heldur
til. Føroyar tóku undir
við Ramsarsáttmálanum
í 1975, men tíverri er onki
Ramsarøki útnevnt enn.
Havandi í huga, at vit eru
ein tjóð, sum hevur livað
av sjófulgi, er tað í evstu
løtu, at stig verða tikin til
tess at verja sjófuglin.
•
Agenda 21 skrivstovan
verður á hvørjum ári stuðl
að við 500 tús kr til tess, at
kommunurnar kunnu fáa
eina hallgóða ráðgeving á
umhvørvisøkinum.
•
Arbeitt verður í løtuni
við nýggjari náttúrufrið
ingarlóg, har umframt
æstetiskum
vakurleika
í náttúruni verður tikið
atlit at veruligari náttúru
vernd. Lógin er klár at
leggja fyri Tingið á Òlav
søku.
Rættartrygdarøkið:
•
Nýggj verjumálslóg er
sett í gildi, sum tryggjar
fólk við menningartarni
eina betri rættartrygd,
heldur enn ta gomlu
mannminkandi lógina.
•
Revsilógin
er
dagførd
við heili 52 broytingum.
Herímillum er revsiramm
an herd fyri kynsligan
ágang móti børnum, rús
evnissmugling,
grovan
harðskap v.m. Áðrenn
hesa dagføring var megin
parturin av revsilógini
elligamlar lógir frá 19304.
•
Revsilógin er yvirtikin
sum føroyskt sermál.
•
Nýtt revsirættarráð er
sett á stovn, sum skal ráð
geva og vegleiða á revsi
rættarligum spurningum.
•
Nýggj DNA lóg er sett í
gildi fyri Føroyar, sum
gevur løgregluni munandi
betri møguleikar at kanna
og uppklára brotsgerðir,
har brotsmaðurin hevur
latið
lívfrøðiligt
spor
eftir seg. Talan kann eitt
nú verða um siðamisbrot,
neyðtøkur v.m.
•
Broyting i rættargangs
lógini, ið heimildar løg
regluni at vera við í SSP
samstarvinum, sum er eitt
samstarv millum sosialar
myndugleikar,
skúlan
og løgregluna til tess
at fyribyrgja harðskap
millum ung.
•
Broyting í rættargangs
lógini um hvørji likams
inntriv eitt nú løgreglan
kann fremja í samband við
eitt nú rúsevnissmugling.
Hetta er rættartrygd bæði
hjá borgarunum og hjá
myndugleikunum.
•
Lóg um “Retshjælp til
indgivelse
og
førelse
af klagesager for inter
nationale klageorgnar i
henhold til menneske
rettighedskonventioner”
•
Kunngerð um atkomu
viðurskifti fyri fólk, ið
bera brek er sett í gildi
(Hendan kungerðin hevur
verið ávegis í 20 ár)
•
Lóg um brúkaravernd
i.s.v. keyp og sølu av
fastari ogn er løgd fyri
Løgtingið. Lógin tryggjar
rættindi hjá borgarum
í.s.v. sethúsakeyp.
•
Àlit er skrivað um harð
skap í parlagi, sum inn
lendismálaráðið
hevur
luttikið í.
Útlendingaøkið
•
Felagsyvirlýsing er und
irskrivað
við
danskar
myndugleikar um yvir
tøku av útlendingaøkin
um og marknaðareftir
litinum. Yvirtøkan verður
løgd fyri Løgtingið eftir
at greiða er komin á leik
lutin í mun til Schengen
samstarvið. Hetta verður
í løtuni greitt í Brussel.
Væntandi er yvirtøkan
klár at leggja fyri Løg
tingið í komandi tingsetu,
ið byrjar á Ólavsøku.
•
Lóg um broyting í lóg um
undirtøku
Danmarkar
við Schensáttmálanum.
Hendan lógin snýr seg um
eina dagførda Schengen
upplýsingarskipan,
har
viðkomandi
myndug
leikar kunnu leggja inn
frágreiðingar
um
per
sónar og lutir, sum eru
undir
illgruna.
Hetta
hevur týdning í mun til
marknaðareftirlitið, fyri
løgreglu og tolleftirlitið,
fyri fyrisiting av útlend
ingalógini og fyri bar
daganum móti terrorismu.
Hendan lógin er beinleiðis
tengt at yvirtøkuni av
útlendingamálum
•
Nýggj útlendingakunn
gerð er sett í gildi
•
Ùtlendingapolitikkur/
integratiónspolitikkur er
orðaður og farið verður
undir at implementerað
tey 5 átøkini, sm álitið
leggur upp til.
Soleiðis
kundi
eg
hildið
áfram, men eg havi avmarkað
meg til tey øki, sum Norðlýsið
finnist at, at onki er hent.
Tað hevur gingið striltið við
kommunumálinum,
men
loksins sær tað út til, at ein
loysn er í eygsjón og lógin
um kommunusamanlegging
verður send til hoyringar
fyrsta dagin. Hetta málið
skal loysast eins og loysn er
funnin á Leirvíkarvegnum
og nú vónandi eisini við
Skálafjarðartunnlinum.
Jógvan Sundstein
Tilfeingisgjald
og landsbanka
stjórin
Sat og lurtaði eftir út
varpstíðindunum
nú
í
kvøld og hoyrdi millum
annað landsbankastjóran
koma við ráðum og til
mælum til politikarar um
búskaparligu støðuna.
Ráðini vóru hesi: “Eitt
tilfeingisgjald á fiskivinn
una er gagnligasta átak,
sum føroyskir politikarar
kunnu fremja, fyri at fáa
vøkstur í føroyska búskapin
og halda vælferðini á sama
stigi sum í dag”.
Samstundis havi eg á
portalinum lisið eina út
søgn frá einum av Føroya
raskastu monnum innan
fiskivinnuna, Mortani Jo
hannesen.(hjá
Andriasi).
Hann tosar út frá síni livs
erfaring, og ikki haldi eg,
at hann gleðir seg seg til at
uppliva, at tilfeingisgjald
skal leggjast á hansara dag
liga vinnuliga virksemi.
Nú eri eg ein av teimum
sum ynskja, at vøkstur
kemur í føroyska búskapin,
og eisini ynski eg vælferðina
hildna við líka. Hin vegin
veit eg eisini, at vinnuligt
virksemi er grundarlagið
undir skapanini av øllum
vælstandi, herundir eis
ini vøkstrinum av væl
standinum. Vælstandurin
er so aftur grundarlagið
undir vælferðini.
Definitiónin av vinnu
ligum virksemi er breið,
men ein fundamentalur
partur av hesum er fram
leiðsluvinnan og virðis
øking av vørum. Eg eri
kanska, sum tíðin er liðin
komin eitt sindur burtur frá
vanliga dagliga strevinum
og teim avgerðum, sum
áður skuldu takast, men
eg royni kortini at fylgja
við, og havi framvegis eitt
sindur við vinnulív at gera.
Tí gleðir tað meg at hoyra,
at eitt slíkt gandatiltak
sum tilfeingisgjald, skal
kunna bjarga føroyska bú
skapinum, so bæði vøkstur,
landskassahall og vælferðin
øll, njóta gott av hesum.
Tí fari eg at biðja Sigurd
Poulsen, landsbankastjóra,
at útgreina, hvussuleiðis
hetta gjaldið, sum er ein
kostnaður fyri vinnuna,
ger, at hon fær betri um
støður,
og
harvið
økir
virðiskapanina í landinum.
Eg skal viðganga, at eg
havi mín iva um tiltakið,
tí meirkostnaður minkar
vanliga um kappingarføri.
Men um eg fái eina fullgóða
frágreiðing kann tað verða,
at eg eisini taki undir við
skipanini.