mánadagur 4. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Sum skilst, møtti B71 við skerdari
manning í Runavík leygardagin,
men hóast tað kanska gjørdi sítt
til, at tað í løtum var sera lítið um
sandoyingarnar, skal einki takast
frá NSÍ, ið hevði sigurin væl og
virðiliga uppibornan. Liðini møttust
eisini við Løkin síðsta landskapp
ingardystin í fjør, tá NSÍ vann 9-1,
men so sannførandi var avrikið hjá
heimaliðnum ikki hesa ferð.
NSÍ byrjaði betri og hevði mest
sum alla tíðina greiða yvirvág, men
onkra hendinga ferð hótti B71 eitt
lítið sindur. Tað tóktist tó ov óskipað
til at gerast veruliga vandamikið, og
sum fyrra hálvleiki leið, lá avgjørt
í luftini, at NSÍ mundi fara at fáa
okkurt mál.
Stutt fyri hálvleik bragdaði,
tá føðingardagsbarnið, Einar T.
Hansen, ið frammanundan hevði
havt onkra góða skotroynd, legði
fimm minuttir fyri stegðin væl
innfyri úr vinstru síðu, og fyri
málinum kundi Klæmint A. Olsen
skalla bóltin í málið til 1-0.
Bara tveir minuttir seinni var
aftur mál. Hesa ferð eftir eitt frí
spark nakað úti í høgru síðu, beint
uttan fyri B71-brotsteigin. Einar
skjeyt bóltin hegnisliga í málið, sum
Símun Rógvi Hansen annars vardi
manniliga mestsum allan dystin, og
so var 2-0.
Eisini í seinna hálvleiki stóð
NSÍ fyri so at siga øllum, men fleiri
mál komu ikki. Tað hevði kanska
heldur ikki so nógv at siga, tí fyri
runavíkingar var mest um at gera
at vinna fyrsta dystin í steypa
kappingini síðani 2006.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Ikki kann sigast annað, enn
at 07 Vestur fekk eina frálíka
byrjan upp á kappingarárið, tá
FC Suðuroy vitjaði leygardagin.
FC Suðuroy var í bestu deildini
í fjør, men spælir í ár í 1. deild,
haðani 07 Vestur nú er komið
upp. Tað sást í øllum førum á
øllum brøgdum, at vágamenn
hava eitt lið, sum er betri enn
liðið hjá suðuroyingunum, ið
munnu ætla sær uppaftur sum
skjótast.
07 Vestur spældi væl ta
fyrstu løtuna, men so líðandi
kom FC Suðuroy meira við,
men kortini var smáligt við
kjansum. Ikki so langt fyri
hálvleik kom tó hol á hjá
vágamonnum, tá Tór-Ingar
Akselsen royndi seg við góðum
skoti, ið málverjin hjá FC
Suðuroy bara fekk blokerað,
og so var Holgar Djurhuus
á blettinum og gjørdi tað til
1-0, sum eisini var hálvleiks
støðan.
Ikki nógvar minuttir inn
í seinna hálvleik skoraði 07
Vestur aftur. Enn eina ferð var
Tór-Ingar uppií, tá vágamenn
inir fingu fríspark og hann
fintaði skot, fyri síðani at lata
Badara Diedhiou sleppa framat
at skjóta. Bólturin fór fram við
øllum og í málið, og so var 2-0.
Eitt korter seinni fekk 07
Vestur triðja málið, tá innskifti
Tamba Yarjah fekk eina góða
sending frá fyrsta málskjútt
anum, Holgari Djurhuus, og
skallaði bóltin í málið. Hervið
var sigurin greiður og 07 Vestur
víðari í steypakappingini.
Síðstu løtuna royndi FC
Suðuroy at geva mótstøðu,
men suðuroyingarnir komu
ikki nærri enn at fáa eitt mál
kolldømt og at verða steðgaðir
av málmanninum hjá 07 Vestur,
Hans Jørgensen, sum í tí eina
førinum mátti vísa síni bestu
kynstur fyri at bjarga.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Eingin sum helst ivi var um, hvat
var betra liðið, tá FC Hoyvík vitj
aði B68 á Toftum leygardagin, og
úrslitið talaði eisini fyri seg, tá
avtornaði. B68 vann 5-0, og um
toftamenn høvdu lagt meira fyri,
kundu teir saktans havt vunnið
enn meira. Men tey fimm málini
vóru meira enn ríkiligt hjá B68 at
koma víðari.
Longu í fyrsta veruliga B68-
álopinum var mál. Seks minuttir
farnir, tá Jónleif Højgaard fór í
skjótálop og síðani sendi innfyri
til Ibrahima Camara, sum var púra
leysur og skoraði til 1-0. Og bara seks
minuttir seinni lá bólturin aftur í
málinum hjá FC Hoyvík eftir somu
uppskrift, tí hesa ferð fór Camara
til stroks og legði innfyri til Dánjal
Paula Højgaard, og so var 2-0.
Minni enn hálvur tími var farin,
tá B68 fekk sítt triðja mál, og so
var tann dysturin meira ella minni
avgjørdur. Eitt sindur av aftur og
fram var eftir eitt hornaspark, og
so endaði bólturin hjá André Olsen,
sum við einum kontrolleraðum
skoti økti um munin.
Seinni hálvleikur var næstan
hálvrunnin, tá B68 aftur fekk
mál. Hesa ferð eftir brotsspark, ið
Dánjal Pauli Højgaard setti í málið
í aðru atløgu, tí hann mátti skjóta
umaftur, hóast hann skoraði við
fyrra skotinum. Og 12 minuttir
fyri tíð fekk B68 fimta og seinasta
málið, tá Camara sendi innfyri, har
Ndende Adama Guéye kundi skalla
bóltin inn til 5-0.
Sum sagt, kundu málini hjá
toftamonnum kanska verið fleiri, og
eisini kundi FC Hoyvík havt fingið
okkurt, men hvørja ferð gestirnir
komu í nánd av B68-málinum, stóð
Tórður Thomsen fyri teimum, og so
spurdist ikki meira burturúr.
hilmarjan@sosialurin.fo
Einar fylti nógv
Løgmanssteypið NSÍ sat á tí
mesta, tá B71 vitjaði við Løkin
leygardagin, og dagsins maður var
føðingardagsbarnið, Einar T. Hansen
GÓÐ GÁVA
Einar T. Hansen, sum fylti 23
leygardagin, legði upp til annað
málið og skoraði hitt, tá NSÍ
á heimavølli vann 2-0 á B71
Mynd: Birita Hansen
Vágamenn
væl við
Løgmanssteypið FC Suðuroy,
sum var bara eitt stig frá at bjarga
sær í Vodafonedeildini í fjør,
maktaði einki ímóti 07 Vestur,
sum er uppflytari í bestu deildini
B68 flongdi hoyvíkingar
Løgmanssteypið Við trimum málum í fyrra hálvleiki
og tveimum í seinna, læt B68 ongan iva vera um úrslitið
í dystinum ímóti 1. deildarliðnum, FC Hoyvík