Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað verður nógv væntað av 23 ára gamla Lukasz Cieslewicz, sum spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri B36 í gjár. Pólski fram­ herjin gjørdi greitt í viðtalu við fótbóltsblaðið hjá Miðla­ húsinum í síðstu viku, at hann ætlar sær ikki at vera leingi í Føroyum. Ambitiónirnar eru hægri enn so. John Petersen er sannførdur um, at hann verður ein fongur, hóast hann ikki var serliga eyð­ sýndur í gjár. – Hann prógvaði, at hann kann bjóða mótstøðu­monn­ unum av, men tað seinasta manglaði hjá honum í dag. Hann fer at vísa, at hann er ein stór­spælari eftir føroyskum máti­stokki, sigur John Petersen. Lukasz Cieslewicz fekk sína fótbóltsuppaling í Vági. Sum 16 ára gamal fór hann til Brøndby, og seinastu trý árini hevur hann spælt við Hvidovre í næstbestu donsku deildini. uni@sosialurin.fo Venjararnir hjá B36 framdu onga útskifting í royndini at fáa útjavnandi málið í gjár. Ein­asti framrættaði spælarin millum útskiftararnar var 22 ára gamli Sigurð Carlsson, sum hevur spælt tríggjar ferðir í bestu deildini. Hinir vóru Rúnar í Lon Jacobsen, John Hansen og Ámund Nolsø, sum ikki eru drúgv­ir í bestu deildini. Tá hevði Heðin Askham, venj­ari hjá EB/Streymi, mun­andi fleiri møguleikar. Hann hevði Brian Olsen, Leif Niclasen og Bárð Olsen, sum hava roynt seg á landsliðnum fyrr, umframt unga Arnar Dam, at velja ímillum. kollsigldi lagsmenn fingu ongantíð ferð á sítt spæl. Stríshugaðu miðvallarnir, Klæmint Matras og Heini í Skorini, vunnu fleiri nærdystir, og EB/ Streymur fekk sjáldan gagn av bólt­førleikanum hjá Hans Paula Samuelsen. Við yvirlutan B36 var meira á bóltinum fyri steðgin. Spælið var hinvegin lítið skipa, og tað tóktist torført at fáa tamarhald á bóltinum, sum ferð­ast skjótt á váta graslíkinum. Sunda­ lagsmenn vóru stinnir og góvu mót­støðumonnunum lítið pláss. Einasta hóttanin var, tá Heini í Skorini fór til stroks, sneiddi fram við mótstøðuleikara og smekkaði til, væl uttan fyri brotsteigarmarkið. René Torgarð stýrdi bóltinum til hornaspark. John Petersen er greiður. – Vit eru omaná í fyrra hálvleiki, men seta ongantíð málverjan hjá teim­um undir veruligt trýst. Vit eru nær við eftir steðgin, men teir hava eisini møguleikar at økja um leiðsluna, sigur hann. B36 setti EB/Streym undir eitt sjálvsagt trýst seinastu løtuna. Gestirnir vildu verja sína leiðslu, meðan heima­liðið visti fullvæl, at eydn­aðist tað ikki at fáa mál nú, so høvdu teir ongan leiklut í fjórðings­ finalunum. Seinasta royndin var at flyta verjuspælaran Jonas Flindt Rasmussen fram í álopið, men tað bøtti lítið um støðuna. Innskifti Bárður Olsen økti um leiðsluna í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Miðvallarin, sum spældi við B36 í fjør, fekk bóltin á brots­ teigarmarkinum eftir skjótálop og smekkaði til. Meinhardt Joensen hevði ongan møgu­leika at verja fyri. uni@sosialurin.fo Tí fór Anghel av vøllinum Øll fingu ein skelk, tá Sorin Anghel brádliga fall í óvit, tá sjey minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini í gjár. Hann varð fluttur av vøllinum alt fyri eitt. Hann fekk ein albogan undir vangan í einum nærdysti og misti viti. Anghel varð fluttur á sjúkrahús, men hann er komin fyri seg. Bárður Olsen, sum økti um leiðsluna, loysti hann av. Heini í Skorini og Sorin Anghel dystast Mynd: Álvur Haraldsen Cieslewicz verður ein fongur Fótbóltur Lukasz Cieslewicz royndi at bjóða av, men var ikki so eyðsýndur í gjár. Hann verður ein fongur, er John Petersen sannførdur um Púra óroyndur bonkur Mynd: Álvur Haraldsen