Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 Sosialurin Páll Poulsen, tænastumaður í skjótt 40 ár Flyt fokus Hesi vóru orðini, ið eg kom at hugsa um, tá eg hoyrdi í útvarpinum ta ringu við­ ferð­ina, sum tæn­astu­menn í Føroy­um fingu frá sínum ar­beiðsgevara: Føroya Lands­ stýrið. Í eina tíð hava politikarar og fjølmiðlar júkað upp í saman um eldrabyrðuna ella eldrabylgjuna,- onkur fer kanska so vítt at kalla tað eldratsunamiina. Eftir hesum tíðundum at døma, so eru tey, sum eru farin ella fara av arbeiðsmarknaðinum heilt skjótt, bert ein tung byrða fyri tey, ið eftir eru, sum so noyðast at arbeiða enn meira fyri, at tey eftirløntu kunnu hava eitt rímiligt lív. Hugburðurin, at geva ein­um ávísum sam­fe­lags­ bólki skyldina fyri alla elendigheitina í sam­felag­ num, er ikki heilt ókendur, men tá tosa vit vanliga um politiskar skipanir, sum vit annars ikki vilja samanberast við. Tað sær út sum um bólk­ urin av eftirløntum nú er ov lítil at nýta til at flyta fokus frá uppskotinum til fíggjarkarmin 2012, sum skuldi berast niðan í Løg­ ting­ið. Hvat er so smartari og lættari enn at fara eftir tænastumonnunum í land­inum og geva teim­ um skyldina av, at fíggj­ar­ karm­urin fer at spreingjast næstu nógvu árini, tí teir krevja eina ófatiliga høga upphædd í eftirløn, har­ aftrat er sannlíkindi fyri, at teir liva leingi eisini ein vaks­andi trupulleiki. Hatta var ein fiksur máti at flyta fokus upp á. At fíggjar- málaráðharrin sleppur at sleingja henda pástandin út í útvarpinum, uttan ein tann einasta kritiska spurning, er ófatiligt; tað má sigast at vera botnurin fyri vánaligan tíðindaflutning. Tað fyrikemur mær, sum hvørki fíggjarmálaráðharrin og enn minni tíðindafólki hava sett seg inn í hvat ein tænastumaður er, men bert síggja hansara øðiliga høgu eftirløn. Ein stutt kunning til tykkum: Tænastumaðurin skal hava verið í starvi í 37 ár eftir sítt fylta 25. ár og vera fyltur 67 ár fyri at hava upptjent sína eftirløn. Hava løgtings-og landsstýrisfólk, sum eisini fáa eitt slag av tæn­astumannaeftirløn somu treytir? Tænastumaðurin er ikki bert eitt starvsfólk, men hevur nakrar heilt ser­ ligar treytir í sínari setan, treytir, sum eru ásettar í tænastumannalógini, sum m.a. krevur, at hann skal vera loyalur móti myndug­ leikunum og harvið ikki hevur rætt at leggja arbeiði niður vegna sáttmálaósemjur. Ein onnur lóg ásetur, hvussu sami tænastumaður skal við­farast, tá hann verður loystur úr starvi. Legg merki til, at hann framvegis er tæn­ astumaður! Til 1972 sást á lønar­seðl­ inum hjá tænastu­manna­ settum lærara hvussu stóra upphædd, hann rindaði í eftirlønargjaldi, men so av­ gjørdu myndugleikarnir at koyra alt í “Stóra Pott” og harvið bant Landsstýrið seg eis­ini til at rinda eftirlønirnar úr sama “Stóra Potti”, tá ong­ ir pengar eru settir av til tænastumannaeftirlønir kem­ur henda avgerð sjálv­ andi aftur um brekku, og óseku tænastumenninir fáa skyldina og skulu skammast yvir at vera so kravmiklir. Mær tykir, at landsstýrið við hesari framferð roynir at fáa sær legitimitet til at skerja rættindini hjá tæn­ astumonnum uppaftur meira enn við nýggja eftir­ lønar­uppskotinum. Um so er, at Fíggjar­mála­ ráðharrin er ónøgdur við tað arbeiðið, ið tænastumenn útinna og hava útint, so er at siga tað við reinum orðum, og ikki koma við sovorðnum møsni um okkum sum ein bumba undir allari sam­fe­ lagsfígging. Til seinast kann eg ikki lata vera við at gera vart við, at lønin hjá nógvum tæn­ astumonnum kom og kemur úr danska statskassanum, hesir tænastumenn hava sostatt verið ein beinleiðis inntøka hjá landskassanum og eru tað framvegis, tí stórur partur av eftirløn teirra kem­ur úr Danmark og allir tænastumenn rinda skatt til føroyska landskassan. Ikki kann sigast tað sama um eftirlønirnar hjá løgtings- og landsstýrislimum,- havi annars frætt, at eftir­lønt­ ir politikarar fara at kosta samfelagnum fleiri hundrað­ tals milliónir um nøkur fá ár. Lat meg til allarseinast sláa fast, at ongin tænastumaður skal ganga og krúpa fram við húsavegginum og royna at gera seg ósjónligan orsaka hesum ófantaligu álopunum frá fíggjarmálaráðharranum og okkara fremsta tíðinda­ bera. Tvørtur ímóti skulu tænastumenn rætta ryggin, bera høvdið høgt og vera ernir av teirra virki. Johan Mortensen Føroya Banka Toskurin Tiltakið í farnu viku við toski frá Føroya Banka eydnaðist væl. Toskurin, sum Magnus Heinason fekk á bankanum, fekk nogva umrøðu og tey sum ótu á Áarstovu fingu eina stóra gastronomiska upp­living. Tað verður sagt at Føroyingar eta ikki fisk tá farið verður út at eta, men her var Áarstova so fullset trý kvøld í rað og fingu gest­ irnar at sanna hvussu ófatu­ liga vælsmakkandi hesin tosk­urin er. Føroya Banki er eitt ótrú­ ligt náttúrufyribrigdi, hann er 20 ferðir 20 fjórðingar og við sinum egna økosystemi og er toskurin har millum heimsins besti. Stórur og skjótt­vaksandi og sera protein­ríkur. Hjá Spaniolum og Bretum stend­ur “Faroe Bank” sum eitt heiti fyri góðsku og villa náttúru. Føroya Banki er ídag friðaður aftaná at vit hava gjørt okkara ítarsta fyri at oyða stovnin við fyrilita- leysari trolveiðu. Royndirnar sum Magnus Heinason gjørdi nu sýna at stovnurin er í vøkstri. Føroya Banki skal ongantið latast upp aftur fyri størri vinnuliga veiðu. Heldur skal ein sera regulerað veiða við einans húki fara fram tá mett verður at stovnurin aftur tolir eina roynd. Føroya Banki er kanska okkara størsta brand. Før­ oya Banki eigur at verða nýttur í marknaðarføringini av Føroyum. Nogv gastro­ nom­iskt kann eisini fáast burtur­úr, ein Føroya Banka Toskadagur um várið kann uttan iva fáa fólk ur øllum heim­inum hendavegin. Vit eiga at lýsa Føroya Banka sum ein tjóðargarð og fáa hann á World Heritage listan hjá sameindu tjóðun­ um. Sum sagt eydnaðist til­ takið sera væl og við góð­um samstarvi mill­um Vinnu­ mála­ráðið, Havstov­una, Áar­stovu, fjølmiðlarnar og øllum sum hava alsk til okk­ara nátturutilfeingi og gastro­nomi. Arbeitt verður nú víð­ari við Føroya Banka deg­num 2012 ! Øll uppskot eru vælkomin. Føroya Banki er ogn Føroya Fólks, latum okk­um gagnnýta hann Før­ oy­um at frama. Kokkarnir í Áarstovu borðreiddu við toski av Føroya Banka Mynd: Jens Kristian Vang Kjak