mánadagur 4. apríl 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
34
Sosialurin
Hagtølini hjá Akstovuni vísa
at sølan av nýggjum persón
bilum stendur í stað í mun til
fyrsta ársfjórðing í fjør.
Nú fyrsti ársfjórðingurin
er farin av 2011, vísa hagtølini,
at sølan av nýggjum persón
bilum stendur í stað í mun til
fyrsta ársfjórðing í fjør. Í ár
vórðu seldir 167 persónbilar
í mun til 169 í fjør. Sølan
av vørubilum er ikki stór,
men hon er tó vaksin við
35 prosentum úr 17 upp í 23
bilar.
Sambært
hagtølunum
er Toyota er mest selda bil
merki higartil í ár við 48
bilum, Citroën er nummar
tvey við 26 bilum og Ford er
nummar trý við 20 bilum.
Samlaði vøksturin av nýggj
um akførum er 5,6 prosent.
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Vinnu- & bilradio á
Toyota á odda
Toyota var mest selda bilmerki fyrsta ársfjórðing 2011
Volvo legenda 50 ár
Á heimsins størstu innan
dura framsýning av klassisk
um bilum hátíðarhildu Volvo,
at 50 ár eru liðin síðan Volvo
P1800 sá dagsins ljós í 1961.
Tað var á framsýningini
Techno Classica í Essen í
Týsklandi, sum var frá 30.
marts til og við 3. april, at
Volvo hátíðarhildu 50 ára
føðingardagin hjá P1800.
P1800 varð teknaður hjá
italska designaranum Frua i
Torino í samstarvi við svens
ka Pelle Pettersson, sum var
designari hjá Volvo tá og var
til staðar á framsýningini í
Essen.
Volvo P1800, ið varð gjørd
ur frá 1961 til 1973 og fram
leiddur í umleið 40.000 eind
um, er vorðin ein legenda í
altjóða bilasøguni.
Volvo P1800 kom
á marknaðin fyri
50 árum síðan