Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 6 Sosialurin Sjúrður Skaale, ting­ mað­ur fyri Tjóð­veldi, vil nú hava lands­stýr­is­ man­n­in í fíggjarmálum at greiða frá, hví dies­el­ bil­ar eru so nógv dýr­ari í vektgjaldi enn ben­sin­ bil­ar eru. Hann spyr eisini um vekt­gjaldið ikki mest lík­ist einum ogn­ ar­skatti enn einum brúks­skatti. Hann staðfestir, at vek­t­gjald­ið er helst hugs­að sum eitt brúks­ gjald, men at tað virk­ar meiri sum ein ogn­ar­ skatt­ur, tí bil­eig­ar­ar fáa rokn­ing­ar fyri at eiga nak­að - og tað er uttan mun til, hvussu nógv teir brúka almennu veg­ir­nar. Tí spyr Sjúrður Skaale, um tað ikki hevði ver­ið rætt­ari at lagt vekt­gjald­ið oman á brenn­i­evnið. Tungir bilar brenna jú meira enn lætt­ir bilar, og verður vekt­ gjald­ið lagt á brenn­i­ evni, verður tað tann, sum slítur vegirnar mest, sum eisini rindar mest. Hinvegin sleppur tann, sum koyrir lítið, und­an at rinda hendan »ogn­ar­skattin«. Eirikur Lindenskov – SjóNet gevur nú okkara sjó­ fólki møg­u­leika fyri skjótum inter­neti um­borð, sigur Føroyar Tele, sum í gjár kom við nýggja tilboðnum. Føroya Tele hevur sett fýra send­i­støðir upp, sum senda brei­ð­band út á sjó­øki kring all­ar Før­oy­ar. So­statt fáa skip og bát­ar, sum sigla í før­oysk­um sjógvi, stórt sæð somu møg­u­leik­ar fyri nú­tím­ ans breið­bands­sam­skift­i, sum fólk á landi hava. Skip og bátar, sum vilja hava breiðband umborð, skulu hava eina uttandura an­tennu fyri at móttaka 3G sign­alið. Við hesum ber til at hava tráð­leyst int­er­net á skipi­num, og um neyðugt ber til at leggja kaðalar, soleiðis at int­er­netið er tøkt á øllum skip­i­num. – Vit vilja við hesum geva okk­ara sjó­fólk somu til­boð at sam­skifta og dag­føra seg, sum fólk á landi hava. Sjó­Net inn­i­ber stór­ar fyr­i­munir, sum geva betri sam­skift­i­s­møg­u­ leik­ar mill­um reið­arí og skip. Fjar­støð­an verð­ur ikki longri enn hjá ar­beiðs­pláss­um á landi, og manningin kann hava bein­leið­is sam­band við vin­ir og fam­ilju, nær tað skal vera, sig­ur Hans Jákup Langgaard, leið­ari á Vinn­u­ deild­ini hjá Føroya Tele. SjóNet verður markn­ að­ar­ført við slag­orð­i­num »fá alt við umborð«, ið kann skilj­ast breitt. Tað er skjótt at dag­føra seg við at hoyra og lesa tíðindi ella síggja Dag og viku. Tað er lætt at fylgja familju og vinum, t. d. á Face­book, og harvið kanst tú halda sosiala netverkið við­líka, eins væl og sat tú við teld­u­na heima við hús. SjóNet koyrir á 900 MHz, sum gevur møguleika fyri høg­um breið­bands­ferð­um heilt út á 60 til 70 fjórðingar. Til ber at tekna hald við yms­um ferð­um. Lítla haldið hev­ur eina ferð upp til 2 Mbit/s, van­ligt hald er upp til 5 Mbit/s og stórt er upp til 7 Mbit/s. Tað er Wikmar, ið set­ir upp SjóNet. SjóNet virkar frá 5. apríl. Før­oya Tele er við á Fish Fair ráðstevnuni, sum er í døg­u­ num frá 5. til 7. apríl, har eis­ ini SjóNet verður víst fram. Breiðband til havs Fiskivinnan í fokus hjá Tjóðveldi Rinda ognar­ skatt fyri bilin Meira skatt í Sørvági samskifti Føroya Tele bjóðar nú breiðband út á 60 fjórðingar – nevnt SjóNet. Ferðin er upp í sjey Mbit/s Eirikur Lindenskov Høgni Hoydal og Tórbjørn Jac­obsen leggja uppskotið fram. Fólk úr vinnuni verða opp­onentar. Suðurstryemoyar Tjóð­ veld­is­fel­ag sig­ur, at flest øll, sum við­gera fiskivinnuna eru samd um, at ein loysn má finnast á teimum trup­ ull­eik­um, sum eru í fiski­ vinnuni. – Verandi fiskiloyvi ganga út í 2018, og Tjóðveldi hev­ur hig­ar­til ein­asta boð upp­á, hvør skip­an­in eig­ur at verða. Skalt tú reka fisk­ i­vinnu í dag, mást tú eis­ini keypa rættin at fiska frá ein­ um øðr­um á priv­ata markn­ að­inum. Og roynd­ir­nar sýna, at hesin ræt­t­ur kann kosta minst fimm-tíggju ferðir so nógv, sum skipið sjálvt kostar. Tí eru tey reiðarí, sum eru í vinnuni í dag – og kapi­tal­sterk útlendsk feløg – í ver­u­leik­ anum tey einastu, sum hava møguleikan at reka fisk­arí í Føroyum, sigur Tjóð­veld­is­ felagið. Felagið sigur, at tann, sum keyp­ir skip, má eisini rinda kap­i­tal­is­er­aða virð­ið á rætt­i­num at fiska í ó­end­ a­liga tíð fram. Tá prísurin á fisk­i­rætt­ind­um verð­ur lagd­ ur om­aná, hefta skipini fyri eini nógv størri skuld, enn tey eru verd. Sanna virð­ið á hesum rættindum kenn­ir ong­in, og tí er váðin, ið tik­in verð­ur, sera stórur. Hetta er eisini galdandi, tá ræt­t­indi verða seld millum skip, sum longu eru í vinnu. Tjóðveldi hevur fleiri ferð­ir havt sítt uppskot á ting­borði og hevur í eina tíð ferð­ast kring landið við upp­skot­inum um almenna til­feing­is­búð, sum er eitt boð uppá, hvussu vit kunnu koma okkum burturúr tí mon­o­pol­i­sering, sum ver­ andi skip­an leggur upp til, og sum er eitt boð uppá ein fígg­ing­ar­leist, sum tryggjar, at tað eru tey bestu, sum sleppa framat ogn Føroya fólks. – Uppskotið hjá Tjóðveldi er eisini eitt greitt boð uppá, hvussu eitt nýtt tilfeingi sum makrelurin kann um­ sit­ast og bjóðast út. Hevur tú hug at hoyra meira um upp­skotið, sum fleiri og fleiri tykjast at taka undir við, so hevur tú møguleika at hoyra um uppskotið og gera vart við tína hugsan, sigur Suð­ur­streym­oy­ar Tjóð­veld­is­fel­ag, sum heils­ ar øll­um væl­komi­n á fund í Miðla­hús­i­num. 1. ársfjórðing í ár hevur Sørvágs kommuna fingið 7,6 mió krónur inn í skatti. Sama tíðarskeið í fjør var upphæddin 7,3 mió. Hetta er ein øking uppá slakar 283.000 krónur, ella ein øking uppá 3,83%. Meginparturin av økingini stavar frá økingini í mars í ár, sum var 254.216 krónur. Kommunan hevur bara í mars í ár fingið 2,9 mió krónur, ímóti 2,6 mió í mars mánaði í fjør. politikkur Í annaðkvøld klokk­an 19 skipar Suðurstreymoyar Tjóð­veld­is­fel­ag fyri al­menn­um fundi um fisk­i­vinn­u­pol­i­tikk í Miðlahúsinum