mikudagur 6. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
14
Sosialurin
Leo Poulsen
Havbúnaðarfelagið er nú
høvuðsstuðul hjá Pál Joensen
komandi árið.
Felagið hevur seinasta árið
arbeitt miðvíst við at menna
marknaðarføringstilfar um
føroysku alivinnuna. Undir
marknaðarføringsheitinum
»Salmon from the Faroe Is
lands« verður føroyskur ali
fiskur marknaðarførdur í
Føroyum og uttanlands.
– Tað er tískil upplagt
at brúka møguleikan at
marknaðarføra
føroyskan
laks undir hesum heitinum
gjøgnum
stuðulsavtaluna,
sum Havbúnaðarfelagið ger
við Pál Joensen, sigur Bogi
Jacobsen, formaður í Hav
búnaðarfelagnum.
– Framleiðslan av laksi
hevur alstóran týdning fyri
føroyska útflutningin, og tað
er at fegnast um, at størsta
ítróttatalentið hjá okkum
nú skal bera navnið »Salmon
from the Faroe Islands«, sigur
Havbúnaðarfelagið.
Fyri kortum vóru tvey
tíðindafólk frá TV2 Sport í
Føroyum og gjørdu samrøðu
við Pál Joensen. Tey hildu,
at søgan um Pál Joensen er
sera góð og tann sannroynd,
at Pál er komin so langt
undir teimum avmarkaðu
umstøðunum, hann hevur
havt til venjing og menning,
er ótrúlig.
Spurningurin
er
so,
hvussu
hetta
letur
seg
gera. Tað má sjálvandi eitt
sera stórt talent, umframt
arbeiðs- og vinnaravilji til. Og
tað líkist søguni hjá føroysku
alivinnuni, sum við sera mið
vísum arbeiði er komin í ta
støðu, at kunna kalla seg
heimsins dugnaligastu ali
vinnu.
Longur fram
– Føroyskur laksur er ein
sunn og góð matvøra, og
Havbúnaðarfelagið kann ikki
finna ein betri ambassadør
fyri føroyskan laks enn Pál
Joensen, sigur Bogi Jacob
sen.
Aðrar líkheitir eru – eins
og
Pál
Joensen
svimur
laksur eisini og konditións
faktorurin hevur nógv at
siga fyri úrtøkuna. Eins og
Pál Joensen er føroyska ali
vinnan millum tær fremstu
í heiminum, og føroyskur
laksur er og vil verða besti
laksur í heiminum. Eins og
Pál Joensen kennir alivinnan
til tað harða, miðvísa ar
beiðið, sum skal til fyri at
koma á ovastu rók.
– Pál Joensen er uttan iva
Føroya størsta ítróttatalent
og heldur føroyska alivinnan,
at tað er sera umráðandi, at
hann fær møguleikan til at
menna síni góðu evni enn
meira. Peningur skal til, og
alivinnnan er sera fegin
og stolt av at vera við til at
hjálpa Pál Joensen við at
koma enn longur. Tað gera
vit við hesi avtaluni um at
verða høvuðsstuðul komandi
árið, sigur Bogi Jacobsen.
Pál Joensen sjálvur fegn
ast sjálvandi eisini um av
taluna og heldur tað verða
hugaligt, at tað hesaferð er
onkur, sum hevur við tað
váta elementið at gera, sum
er høvuðsstuðul.
Havbúnaðar
felagið
stuðlar Páli
SPONSORAVTALA Mánadagin seinnapart skrivaðu Havbúnaðarfelagið
og Suðuroyar Svimjifelag við Pál Joensen undir eina eitt ára
stuðulsavtalu undir búmerkinum »Salmon fram the Faroe Islands«
UNDIRSKRIVA
Havbúnaðarfelagið hevur gjørt stuðulssáttmála við Pál Joensen. Bogi Jacobsen skrivar undir sum formaður
fyri Havbúnaðarfelagið og Marlon Kjærbo, formaður í Suðuroyar Svimjifelag við Pál Joensen millum sín
Mynd: Jens Kristian Vang
Leo Poulsen
Páskatúrurin hjá Norr
önu er so at siga full
settur.
– Vit hava túsund
ferðafólk
umborð
á
páskatúrinum sum nú
er. Hetta er túrurin við
fráferð hósdagin 14. apríl,
og vit fara at gera nógv
burtur úr børnunum
á páskatúrinum, sigur
Henny á Líknargøtu,
marknaðarleiðari
á
Smyril Line.
Talan verður um eitt
heilt nýtt konsept fyri
børnini.
– Vit selja sonevnd
all-inclusive armbond til
børnini, so tey kunnu eta
allar máltíðir umborð
fyri 199 krónur. Hetta
er nakað, sum foreldur
hava eftirlýst, tí børn
eta ofta ógvuliga lítil,
og tá er tað nokk so
dýrt hjá foreldrum at
gjalda hundrað krónur
fyri hvørja máltíð. Við
nýggja tiltakinum spara
foreldrini
einar
400
krónur, sigur Henny á
Líknargøtu.
Men eisini í aðrar
mátar verður gjørt nógv
burtur úr børnunum.
–
Spæliplássið
er
spildurnýtt og alt er upp
daterað inni har, og sum
nakað heilt nýtt hava
vit
eisini
føroyskar
pedagogar
við páskatúrarnar, at
taka sær av børnunum
og undirhalda teimum
á ferðini, sigur Henny á
Líknargøtu.
Broyta Viking Club
Norröna liggur í Klaks
vík sum hotelskip meðan
North Atlantic Fish Fair
stevnan er har, og Smyril
Line
nýtir
høvið
at
umbyggja Viking Club.
– Norröna er í flestu
førum inni so tíðliga á
morgni, at fólk yvirhøvur
nýta Viking Club lítið
sum
náttklubba,
og
tí hava vit gjørt av at
geva hølunum eitt lift
og broyta tað til eina
hugnaliga café, sigur
Henny á Líknargøtu.
Meiningin er so at
hava kaffi, køkur, sand
wichs og vín í caféini.
– Talan er um at gera
tveir páskatúrar, tann
fyrri verður sum nevnt
við fráferð 14. apríl, og
hin seinni við fráferð
Skírishósdag, 21. apríl.
Fyrri túrurin er mest
sum útseldur, men tó er
tað soleiðis, at um fólk
vilja sleppa við, so ber til
at keypa couchettupláss.
Til seinna túrin eru seldir
umleið 500 ferðaseðlar
higartil, so har ber enn
til at fáa pláss, sigur
Henny á Líknargøtu.
Hon sigur, at eini
600 fólk koma upp til
Føroya at halda páskir.
Tey koma heim við
Norrönu,
sum
fer
úr Hirtshals aftur 16.
apríl.
Jenny á
Líknagøtu,
marknar
leiðari
Páskatúrurin
hjá Norrönu
útseldur
Vit hava havt nøkur sera góð
Danland tilboð og tað hevur
gjørt, at vit hava selt fleiri
Danland ferðir enn nakrantíð
fyrr, og í løtuni hava vit bert
tríggjar 4-mans kahyttir eftir,
sigur Henny á Líknargøtu,
marknaðarleiðari á Smyril Line