Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 24 Sosialurin Oyggjablaðið Poul rustar Vilmund Jacobsen Poul Rustin byrjaði sítt mat­ stovu­virksemi í Ítróttarhøllini á Kambs­dali tíðliga í áttatiárunum. Hann leigaði seg inn í kafeteria í høllini, og her hevði hann sítt virksemi í umleið hálvt triðja ár. – Fyri jól í 1984 fór eg at hjálpa Peturi Mohr, sum hevði rikið Muntra í fleiri ár. Eg hjálpti hon­ um til jólar hetta árið og yvirtók síðan virksemi hjá honum longu um ársskiftið 1984/1985. Tað var Føroya Banki, sum í sínari tíð bygdi bygningin, og tað er framvegis Nordik Bank, sum eigur ognina, har Muntra hevur hildið til í øll hesi ár. Í sínari tíð vóru fleiri handlar í niðastu hædd­ini í bygn­inginum. Poul Rustin sigur, at Muntra læt upp hin 5. mai í 1971, tá Petur Mohr, sum var útbúgvin hov­ meist­ari, byrjaði sítt virksemi í bygn­ing­inum. Øll hesi 40 árini síðan hevur Muntra verið ímyndin av mat­ stovu­virksemi í Fuglafirði. Skiftandi tíðir Sjálvur hevur Poul ikki gjørt seg lidnan við nakra útbúgving, men hann hevur verið á fleiri altjóða skeið­um innan tað, sum hann dag­liga hevur fingist við hesi ár. – Mær dámar líka væl hetta virk­semi enn, tó at árini nú tátta í 30, síðan eg byrjaði í Ítrótt­ar­ høllini á Kambsdali Tá tú rekur slíkt virksemi í so langa tíð, hevur tú upplivað góðar tíðir, men tú hevur eisini upplivað minni góðar tíðir, og so­ leiðis hevur eisini verið hjá Poul Rustin. – Eg hevði opið á Muntra øll kreppuárini fyrst í nítiárunum, tó at tað ikki altíð var so lætt. Tá kreppa er, og fólk hava minni pening um hendi, er tað fyrst hotel- og matstovuvirksemi eins og undirhaldsvirksemi, sum verð­ur rakt. Sama sært tú í út­ lond­um, nú kreppa aftur hevur rakt stóran part av heiminum. Vitjar tú í londum, har slíkt virk­ semi annars blómaði, sært tú í dag, at nógv hotellir og fleiri matstovur eru stongdar. Hann vísir á, at marknaðurin í Føroyum er ógvuliga av­mark­ að­ur, og tí er neyðugt, at seglini vera sett eftir tí, sum virksemið kannn bera. – Skalt tú reka slíkt virksemi í Føroyum, mást tú hava bæði beinini á jørðini, og tú kanst ikki spæla stjóri. Tú noyðist at arbeiða hart hvønn einasta dag, og tú noyðist at seta alt til síðis, sum annars fellir saman við tín­ um arbeiði. Tað kann vera, at føð­ingardagur er í familjuni, kon­firmatión, brúdleyp – ella at gest­ir eru og vitja onkran í familj­ uni. Men hevur tú um somu tíð upp­gávur á matstovuni, sum tú noyðist at taka tær av, er eingin bøn, tí tú kanst ikki bara blaka upp­gávurnar upp í hendurnar á øðrum. Poul og Luna Matstovueigarin vísir á, at í sín­ari tíð hevði hann fleiri fólk aftrat sær, og tá lá einki eftir. Í dag eru tað mest hann og konan, sum taka sær av matstovuni og tí, sum uppi í hesum virksemi hongur. Poul var tað, sum vit vanliga rópa gamal drongur, tá hann gjørd­ist trúlovaður og giftist thai­lendskari kvinnu fyri umleið trim­um árum síðan, og kærleikan fara vit at venda aftur til. – Vit hava vanliga opið frá klokk­an 12 til 22 á kvøldi, men sum eg plagi at taka til, at hetta valdast umstøður. Eg plagi onkuntíð at siga, at ”vi åbner, når vi kommer – og vi lukker, når vi går...” Hann sigur, at um einki ser­ ligt er á skránni ein kaldan og ill­fýsnan vetrardag, plagar hann at lata aftur, tá seinnaparturin líður, og tá kunnu tey, um okkurt serligt skal gerast, longu verða aftur í køkinum á Muntra millum klokkan 04 og 05 morgunin eft­ir. – Vit eru altíð til tænastu hjá viðskiftafólkum, og vit svara altíð telefonini, um onkur hevur brúk fyri okkum, leggur hann aftrat. Nógvar uppgávur Poul vísir á, at nú North Atlantic Fish Fair verður hildin í Klaksvík í vikuni, hava tey fingið ymiskar uppgávur at gera. – Vit skulu gera smakkiroyndir til Norðborg og Havsbrún, sum verða á bási á fiskivinnustevnuni. Norðborg fer eitt nú at servera smakkiroyndir við sild og makreli, og hetta skal alt sker­ ast og gerast klárt á Muntra. Fisk­urin skal skerast beinfríur, og sumt skal marinerast, meðan annað skal gravast á sama hátt, sum gjørt verður við laks. Fyri Havsbrún skulu vit gera eina rúgvu av ym­iskum úrdráttum úr laksi, sum tey eisini skulu hava á sínum bási í Klaksvík. Umframt, at nógv ymisk til­ tøk eru á Muntra millum ár og dag, ger matstovan eisini nógvan mat út av húsinum, og hetta kann vera alt frá smyrjibreyði, til ymiskar grýturættir og annað – ella alt, sum fólk, feløg ella stovnar nú einaferð kunnu ynskja sær. – Vit eru soleiðis altíð tøk, tá hini hava frí, sigur Poul Rustin, sum g j ø g n u m øll hesi m o n g u ár hevur h a v t b æ ð i høg og lág inni á gólv­in­ um – úr Fø r o y ­ um og kring úr h e i m ­i n ­ um. Her hava verið umboð fyri stórar og smáar fyri­ tøk­ur. Her hava ver­ið polit­isk um­boð úr øðrum lond­ um, og her hava eisini verið umboð fyri kongs­húsið í Dan­mark. Ovfarnir danir Honum kemur til hugs, eina­ferð Muntra hevði vitjan av nøkr­um donskum kvinnuligum politikarum, eitt nú Ritt Bjerre­gaard, Piu Kjærs­gaard, Marienne Jelved og hvørjar nú hesar frell­urnar vóru. – Eg gjørdi teimum høvda­ suppu, og tær dámdu suppuna so væl, at tær troppaðu upp inni í køkinum at spyrja um uppskrift og annað. Um somu tíð vóru nakrir danir inni á gólvinum, sum arbeiddu fyri okkurt virki í økinum. Teir øtaðust, tá hesir donsku topppolitikarar stóðu inni í køkinum og forvitnaðust – og onkur teirra spurdi: ”Hvad sker der her....” Poul sigur, at hann gjøgnum árini hevur fingið nógvar heils­ an­ir úr útlandinum frá gestum og avvarðandi at gestum, sum hava verið á Muntra og etið ein bita. – Soleiðis havi eg eisini fing­ið afturljóð frá útlendskum reiða­ ríum, ið hava takkað okkum fyri ta tænastu, sum manningar teirra hava fingið á Muntra, sigur Poul Rustin. vilmund@sosialurin.fo – Arbeiðsdagurin er langur, og vit arbeiða mest, tá hini hava frí. Vit eru altíð til tænastu hjá viðskiftafólkum, og vit svara altíð telefonini, um onkur hevur brúk fyri okkum, sigur Poul Rustin, sum her stendur undir liðini á konu síni, Luna Mynd: Jens Kristian Vang - Skalt tú reka matstovuvirksemi í Føroyum, mást tú hava bæði beinini á jørðini, og tú kanst ikki spæla stjóri. Tú noyðist at arbeiða hart hvønn einasta dag, og tú noyðist at seta alt til síðis, sum annars fellir saman við tínum arbeiði. Hevur tú uppgávur á matstovuni, sum tú noyðist at taka tær av, er eingin bøn, sigur Poul Rustin, sum hevur verið í matstovuvinnuni í ein mansaldur