mikudagur 6. apríl 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
28
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Mánakvøldið var lutakast um,
hvussu tey átta liðini, sum eru eftir
í kappingini um Løgmanssteypið,
skulu spæla í fjórðingsfinalunum.
Og ikki ber til at siga annað, enn
at í øllum førum tríggir av teimum
fýra dystunum kunnu gerast sera
spennandi.
EB/Streymur, sum hesi seinnu
árini hevur verið sterkasta steypa
liðið í landinum, skal á útivølli spæla
ímóti NSÍ, sum fyrr plagdi at koma
langt, men seinnu árini ikki hevur
yvirlivað fyrsta umfar. Fleiri vilja
vera við, at EB/Streymur er besta
liðið í løtuni, og so fæst at síggja,
hvat NSÍ kann gera á heimavølli
ímóti steypavinnarunum.
Ein annar áhugaverdur dystur
er
eisini
eysturoyaruppgerðin
millum Víking og B68, sum skal
spælast í Gøtu. Víkingur vann
steypakappingina fyri tveimum
árum síðani og er ein lítil favorittur
á heimavølli ímóti B68, sum ikki
hevur nakað steyp á sínum avriks
lista, men hinvegin sær út til at
hava eitt spennandi lið í ár.
Opið í Vágum
Eisini man tað heila standa rímiliga
opið í dystinum millum uppflyt
ararnar, 07 Vestur og KÍ. Vágamenn
vóru sannførandi í sínum steypa
dysti ímóti FC Suðuroy, meðan KÍ
ikki gjørdi meira enn neyðugt fyri
at vinna á Undrinum. Greitt er
undir øllum umstøðum, at eitt av
liðunum í hálvfinaluni verður ein
uppflytari.
Fjórði dysturin er millum tap
andi steypafinalistarnar í fjør, ÍF,
og niðurflytararnar í bestu deildini,
AB. Argjamenn eru einasta av fjórð
ingsfinaluliðunum, sum ikki spælir
í Vodafonedeildini, so tí man lítið
vera at ivast í, at ÍF skuldi verið
greiður favorittur. ÍF kom í fjórð
ingsfinaluna við stórsigri á Skála,
meðan AB bara akkurát knógvaði
TB.
Fjórðingsfinalurnar
verða
spældar mikudagin 4. mai, og síðani
verður nýtt lutakast um, hvussu
vinnandi liðini skulu spæla í hálv
finalunum, sum verða hósdagin 19.
mai og týsdagin 14. juni. Finalan
um Løgmanssteypið verður spæld
í Klaksvík fríggjadagin 5. august
klokkan 18.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fjórðings
finalurnar klárar
Løgmanssteypið EB/Streymur, sum hevur vunnið
tríggjar av síðstu fýra finalunum í steypakappingini,
skal í fjórðingsfinaluni møta NSÍ á útivølli
SPENNANDI
Ein av teimum fýra
fjórðingsfinalunum verður
við Løkin millum NSÍ og EB/
Streym, har runavíkingar skulu
royna at seta sundalagsmenn
av í steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
Løgmanssteypið
Fjórðingsfinalur
4. mai Víkingur - B68
4. mai NSÍ - EB/Streymur
4. mai ÍF - AB
4. mai 07 Vestur - KÍ
Hálvfinalur
19. mai og 14. juni
Finala
5. august (í Klaksvík)
Uni Holm Johannesen
Kappingarskráin hjá Fótbólts
sambandinum sigur, at B71 fær
vitjan av KÍ í fyrsta umfarinum
í landskappingini, sum verður
avgreitt um vikuskiftið. Tað
er hinvegin ikki vist, um sand
oyingar sleppa at spæla dystin
á Sandi.
Sandoyingar hava sjáld
bodnir stríðst við at skifta
graslíkið á vøllini inni í Dal
seinastu vikurnar. Arbeiðið er
framvegis ikki liðugt. Veðrið
hevur darvað arbeiðinum, og
ikki er reitt, um vøllurin verður
góðkendur til vikuskiftið.
Nevndin í B71 hevur tosað
við AB um at spæla dystin á
Argjum. Møguleikin at spæla
dystin í Klaksvík er eisini við
gjørdur, so sandoyingar fáa
heimadyst móti KÍ seinni í
kappingarárinum.
B71 uttan
heimavøll
Fótbóltur Ivasamt er, um nýggi
graslíkisvøllurin á Sandi verður klárur
til heimadystin hjá B71 sunnudagin
ímóti KÍ. Tí er ein umrøddur møguleiki,
at B71 spælir á Argjum í staðin
Hilmar Jan Hansen
– Eg spældi við skaða ein part
av kappingarárinum í fjør, og
tá eg var til royndarvenjing í
Skive, var eg framvegis skaddur.
Nú eri eg so komin heimaftur,
men havi gjørt stór framstig
viðvíkjandi skaðanum, síðani
eg kom aftur á Toftir. Tí vænti
eg skjótt at vera klárur at spæla
fótbólt aftur.
Tað sigur 27 ára gamli Jann
Ingi Petersen, sum í vikuni
skrivaði undir sáttmála við
B68, so hann er knýttur at barn
dómsfelagnum hetta kapp
ingarárið og tey bæði næstu
við. Trupulleikin er tó, at av tí
at flytingarvindeygað er latið
aftur, kann hann ikki spæla
við Vodafoneliðnum hjá B68
fyrr enn eftir summarsteðgin,
tá vindeygað letur uppaftur.
– Tað verður nokk ikki so
stuttligt at standa á síðulinjuni
og hyggja at, meðan hinir
spæla, sjálvt um eg eri klárur,
men tað má eg so bara liva við.
Eg venji við besta liðnum hjá
B68 og kann spæla við liðnum
í 2. deild, so eg má bara royna
at gera meg kláran, til eg aftur
havi loyvi at spæla við besta
mansliðnum hjá B68, sigur
Jann Ingi.
– Hinvegin er tað kanska
ikki so galið allíkavæl, tí nú havi
eg møguleika fyri at koma fyri
meg í øllum góðum, uttan at eg
fari ov skjótt fram. Tað kann í
longdini koma at roynast betur
fyri meg, og undir øllum um
støðum noyðist eg at taka tað,
sum tað kemur.
Nakað eftir at fótbóltskapp
ingin var liðug í fjør, flutti Jan
Ingi Petersen til danska 1.
deildarliðið, Skive IK, men
skaðin gjørdi, at hann ongan
tíð veruliga kom í gongd har.
Nú er hann so heima aftur og
sær hóast alt ljósari upp á fót
bóltin, tí hann merkir minni og
minni til skaðan.
hilmarjan@sosialurin.fo
Jann Ingi
aftur á Toftum
Fótbóltur Eftir tvey ár í NSÍ og
eitt hálvt ár í danska Skive, er Jann
Ingi Petersen aftur í B68. Men hann
sleppur ikki á vøllin við besta liðnum
fyrr enn eftir summarsteðgin